mánadagur 20. apríl 2015síða 12
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Føroyar skulu verða undan
gonguland í allari verðini á
barnaansingarøkinum.
Tað
hevur
Javnaðar
flokkurin sett sær fyri.
Javnaðarflokkurin hev
ur
havt
landsfund
um
vikuskiftið, og har kunn
gjørdi
floksformaðurin,
Aksel V. Johannesen, eina
rættiliga sermerkta og fram
søkna ætlan um, hvussu for
eldur í Føroyum kunnu fáa
ein munandi skattalætta.
Hann staðfesti nevniliga,
at politiska málið er, at um
nøkur ár skal øll barnansing
í
Føroyum
vera
púra
ókeypis. Og her hugsar hann
bæði um pláss á vøggustovu,
barnagarði og í frítíðarskúla.
Men hann gav eisini ta
lyfti, at longu næst ár, skulu
øll gjøld setast niður í helvt.
Fortreytin fyri tí er sjálv
sagt, at Javnaðarflokkurin
kemur í eina samgongu eftir
løgtingsvalið seinni í ár.
Men hendir tað, skulu øll
gjøld fyri at hava børn í ans
ing skerjast 50 prosent longu
nú á nýggjárinum, tað er um
góðar átta mánaðir.
Formaðurin í Javnaðar
flokkinum staðfestir, at nú
hava tey vælbjargaðu fingið
sítt frá sitandi samgongu,
so nú er stundin komin til,
at eisini tey, sum sita í verri
korum, fáa sítt.
- Barnaansingin er ein
stór útreiðsla hjá smábarna
familjunum, staðfestir Aksel
V. Johannesen.
- Tað er størsta, einstaka
útreiðslan hjá eini barna
familju, aftaná útreiðslurnar
til bústaðin og tað ber væl til
at lækka tær útreiðslurnar,
sigur hann.
- Fáa vit hjálpt føroysku
familjunum við barnaans
ingini, broyta vit samstundis
umstøðurnar
soleiðis,
at
fleiri fáa møguleikan
hann sigur, at í fyrsta lagi
hevði tað beinanvegin givið
barnafamiljum og støkum
uppihaldarum fleiri pengar
millum hendurnar.
- I øðrum lagi hevði tað
verið eitt sterkt og týðiligt
tekin um, at vit vilja hava
barnafamiljur at støðast í
Føroyum.
- Og í triðja lagi hevði
hetta verið eitt stórt stig á
leiðini at býtt okkara ríki
dømi øðrvísi og soleiðis
skapt einar javnari Føroyar
fyri øll.
Formaðurin
í
Javnað
arflokkinum
staðfestir,
at tíðin er komin til at vit
rætta føroyskum foreldrum
eina hjálpandi hond, sum av
álvara ger mun.
Hann vísir á, at eitt
vøggustovubarn kostar einar
2.500 krónur um mánaðin og
eitt barnagarðsbarn kostar
einar 1.500 krónur um mán
aðin.
- Hjá teinum sum hava
lítið og einki at liva fyri,
sigur tað seg sjálvt, at tað
verður ein stór hjálp, tá hesi
mánaðarligu gjøldini fara
niður í helvt, sigur formað
urin í Javnaðarflokkinum.
Hann ásannar, at tað
hjálpir ikki øllum, sum hava
eina lága løn, tí tey sum hava
eina heilt lága løn undir
240.000 krónur um árið, hava
longu sum er, frípláss á ans
ingarstovni.
Tí er eisini neyðugt við
nógvum øðrum tiltøkum fyri
at lætta um hjá lágløntum,
eitt nú at lækka skattin hjá
fólki við lágum og miðal inn
tøkum.
- Men verða ansingar
gjøldini sett niður í helvt
á nýggjárinum, og avtikin
heilt, sum frálíður, verður
tað ein munandi lætti hjá
nógvum, sum hava stóran
tørv á einum lætta, sigur
Aksel V. Johannesen.
Kostar 45 milliónir
Aksel V. Johannesen sigur,
at tað fer at kosta einar 45
milliónir at fáa øll ansing
argjøldini niður í helvt nú á
nýggjárinum.
Og hann hevur eisini upp
skriftina upp á, hvussu tað
skal fíggjast.
Hann vísir á, at vit hava
eina vinnu í Føroyum, sum
gevur ovurstórt yvirskot, og
tað er alivinnan.
- Vit hava heimsins bestu
alarar og teir hava fingið
ein framíhjárætt at brúka
okkara firðir, sum annars eru
ogn hjá øllum fólkinum.
Javnaðarflokkurin held
ur, at tað tískil ikki er órími
ligt, at alarar rinda eitt leigu
gjald fyri at brúka firðirnar.
FØROYAR Á
HEIMSKORTIÐ
FYRI ÓKEYPIS
BARNAANSING
Føroyar kunnu verða fyrsta land í verðini , har øll foreldur fáa púra ókeypis barnaansing
BER VÆL TIL
- Tað má verða nógv bíligari hjá lesandi, støkum uppihaldari at leiga sær eina íbúð, og tað ber væl
til, fingu tey at vita, sum vóru møtt á landsfundi hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið