Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 13

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 Áki Bertholdsen - Tað ber væl til at útvega fól­ki munandi bíligari íbúð, enn nú. Tað staðfesti Aksel V. Johanne­sen, formaður í Javn­að­ar­flokk­inum á lands­ fundi­num hjá Javn­að­ar­ flokki­num leygardagin. Tá ið Bústaðir vórðu sett­ar á stovn, høvdu mong eina vón um, at felagið fór at megna at útvega bíligari íbúð­ir til lesandi, stakar uppi­hald­arar, og aðrar lág­ lønar­bólkar. Men øll ásanna nú, at tað hev­ur verið eitt vónbrot, tí Bú­staðir megnar ikki at út­vega íbúðir fyri ein prís, sum tey lágløntu hava ráð til at rinda. Men Aksel V. Johannesen held­ur, at tað ber væl til. Hann vísir á, at tað ber væl til at Bústaðir soleiðis, at leigan verður munandi lægri, og tað hevði gjørt ein risa­stóran mun hjá fólki við lág­um og miðalinntøkum. - Tann stóri trupulleikin er, at Bústaðir eru IKKI eitt sosial­politiskt amboð, men virk­a­r á marknaðartreytum, sigur Aksel V. Johannesen. Men hann heldur ikki, at tað er nøkur sum helst or­søk til, at Bústaðir skulu verða eitt vanligt bústað­ ar­felag, sum virkar á mark­ nað­ar­treytum, og byggja íbúð­ir til vanlig fólk. Sum saktans klára at útvega sær bústað eftir vanligum mark­naðartreytum. - Tað kunnu privatat fyri­tøkur gera, og tað klára bankarnir at fíggja, sigur for­mað­urin í Javn­aðar­ flokk­i­num. Hinvegin heldur hann, at at Bústaðir skal nettupp vera eitt sosialpolitiskt am­ boð. - Vit halda, at endamálið við Bústøðum skal nettupp vera at byggja bústaðir til tey, sum IKKI hava ráð til at fara á privata marknaðin at byggja sær eini hús, ella at leiga sær eina íbúð. 360 milliónir Aksel V. Johannesen sigur, at í 2011 høvdu Bústaðir eina ogn upp á 360 milliónir krón­ur í reiðum peningi. - Tað var peningur, sum stóð í bankum og virðis­ brøv­um, og har Bústaðir kans­ka fekk tvey prosent í rentu um árið. Men ístaðin skuldi Bú­ stað­ir sett peningin í íbúðir og kravt trý prosent í rentu um árið sum leigugjald. So­ leið­is hevði tað borið til at lækka leiguna munandi. - Verður tað gjørt, hevði tað lættliga borið til hjá Bú­ støð­um at leiga eina lítla, ella eitt sindur lítla, íbúð út fyri einar 3000-4000 krónur um mánaðin, sigur Aksel V. Johannesen. Aksel V. Johannesen sig­ ur, at heldur ikki tað verður kanska nógv mikið til at fáa leiguna so langt niður, at eisini tey allarveikastu bólk­ar­nir fáa ráð til at fáa sær tak yvir høvdið. Men so ber til at um­ hugsa aðrar møguleikar, eitt nú við einum almennum ískoy­ti til leiguna. - Verður hesin leisturin fylgd­ur, verður tørvurin á ein­um ískoyti til leiguna í øllum førum munandi lætt­ ari fyri landskassan at bera, enn tað er, sum støð­an er nú, sigur Aksel V. Johan­ne­ sen Ongin orsøk Formaðurin í Javn­að­ar­ flokkinum heldur, at tað er ong­in orsøk til at Bústaðir skulu hava alt afturrindað upp á eini 20 ár og fáa bæði rent­ur og avdráttir. - Fæið hjá Bústøðum skal brúk­ast so væl sum gjørligt og tí skal peningurin koma teim­um til góðar, sum ikki hava ráð til at útvega sær íbúð á vanliga, privata mark­naði­num. - Og tað kann gerast við at seta peningin í íbúð­ ir fyri eina rentu upp á trý prosent, heldur enn í bankan fyri eina rentu upp á tvey prosent, sigur Aksel V. Johannesen. Hann ásannar, at nú eru peng­arnir hjá Bústøðum við at gan­ga undan, men hann held­ur ikki, at tað er ov seint at broyta kós. - Men lógin leggur eisini upp til, at Bústaðir kunnu fara í samstarv við fakfeløg og eftirlønargrunnar um at byggja íbúðir og Aksel V. Johanne­sen heldur, at hetta er veg­urin fram. - Og hjá Lív, Betri Pen­ sjón, fakfeløgum, og øðr­ um, er tað ikki so galið at fáa eina rentu á trý pro­ sent, tí tað er væl hægri enn rentuna, tey fáa í banku­ num, leggur hann afturat. Soleiðis verður bíligari at leiga sær eina íbúð Tað ber væl til at gera tað munandi bíligari at leiga eina íbúð, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum - Hevði ein privatpersónur átt firðirnar, hevði hann sjálv­andi kravt leigu fyri brúks­rættin, og tað hevði vinn­an sálvandi rindað uttan at mót­mælt. - Halda vit tað ikki vera rími­ligt, at ein húsaeigari tek­ur leigu frá teimum, sum brúka húsini, spyr Aksel V. Johanne­sen. Hann sigur, at tí skulu alarar rinda fyri at leiga firð­ ir­nar, og ein part av inn­tøku­ num skulu kom­mun­ur­nar fáa við tí endamáli at skerja gjald­ið fyri barnaansingina niður í helvt. Hann vísir á, at sam­ gongan ætlar longu nú, at alarar og fiskivinnan skulu rinda 95 milliónir til sam­ felag - Okkara ætlan er, at kom- mun­ur­nar skulu fáa helvtina av tí, við tí endamáli at lækka gjøld­ini fyri barnansin niður í helvt, sigur Aksel V. Johannesen. Bíða við restini Tað er ein grundleggjandi mun­ur á ætlanini hjá sam­ gongu­ni, og ætlanini hjá Javn­að­ar­flokkinum. - Samgongan vil nýta peng­ar­nar til at tippa eitt fíggjar­ligt hol, men vit vilja marka hetta til at gera tað lættari hjá vanligu før­oysku barnafamiljunum, sig­ur for­ mað­urin í Javn­að­ar­flokki­ num. So er spurningurin, nær Javnaðarflokkurin ætlar at taka stigið fult út og gera alla barnansingina ókeypis. Tað hevur Aksel V. Johanne­sen ikki nakað boð upp á løtuni. Hann ásannar, at lands­ kassin hevur stórar av­bjóð­ ingar, so tað veldst um, nær fígging fæst til endamálið. Tað veldst eisini um, hvussu tað skal fíggjast, tí Javnaðarflokkurin ætlar ikki, at alivinnan skal rinda allan kostnaðin og tí skal restin fíggjast aðrastaðni. Undangonguland Ætlanin um at skerja gjaldið fyri barnaansing niður í helvt á nýggjárinum, og at avtaka tað heilt, sum frá­ líð­ur, fekk góða móttøku á lands­fundinum - Føroyar kunnu verða fyrsta land í verðini, við púra ókeypis barnaansing, sta­ð­festi Heðin Mortensen, næst­formaður í Javn­að­ar­ flokki­num, og borgarstjóri í Tórs­havnar kommunu. Hann heldur, at hetta verður ein skattalætti, sum av álvara fer at muna hjá foreldrum, ikki minst hjá støk­um uppihaldarum. Eisini ein annar býráðs­ limur í Havn, Elin Linden­ skov, helt, at hetta hevði ver­ ið eitt ”fantastiskt framstig”. Men hon mælti til var­ semi, so at gjaldið, kom­ mun­ur­nar fáa frá landinum, eisini fara til endamálið. Tí skal peningurin markast til at seta barnaansingina niður í helvt, soleiðis at teir ikki verða brútir til at at byggja havn­ir út fyri, ella til onnur enda­mál, sum einki hava við barna­ansingina at gera. Hon vísir á, eitt annað vanda­mál er, at pedagogar eru ein láglønarbólkur. - Tí má ein skipan við ókeyp­is barnaansing ikki raka lønarviðurskiftini hjá teim­um, ella dygdina í ans­ ing­ini, sigur Elin Linden­skov. aki@sos.fo STÓR HJÁLP Hjá teinum sum hava lítið og einki at liva fyri, verður hetta ein stór hjálp, segði Aksel V. Johannesen, formaður Javnaðarfloksins, tá ið hann kunngjørdi eina rættiliga sermerkta og framsøkna ætlan á landsfundinum hjá Javnaðarflokkinum um vikuskiftið Tíðin er komin til at vit rætta føroyskum foreldrum eina hjálpandi hond