Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Í farnu viku royndu 11.000 flóttafólk at sleppa tvørtur um Miðjarahavið. Higartil í ár hava 60 prosent fleiri roynt at sleppa til Evropa enn um sama mundi í fjør. Sambært ST bíða 200.000 fólk í flóttafólkalegum í Libya eftir møguleikanum at sleppa umborð á ein bát, við kós móti Evropa. Umleið 3500 flóttafólk druknaðu í Miðjarahavinum í fjør. Higartil í ár eru yvir 2200 druknað, og ST óttast, at talið fer at veksa nógv restina av árinum. Av teimum, sum komu til Evropa á lívi í fjør, vóru 26.122 børn undir 18 ár. Helvtin av teimum ferðaðust einsamøll. Danjal av Rana Eitt fiskifar legði leygardagin frá landi í Libya, við kós móti Lampe­dusa, lítlu italsku miðjara­havsoynni skamt frá norður­afrikansku strondini. Mitt á nátt sendir báturin út neyðarkall til italsku sjóverjuna, tí fiskifarið hevur trupult við at finna leiðina fram. Sjóverjan biðjur tí eitt portugis­iskt farmaskip um at fara teimum til hjálpar. Tá hendir vanlukkan. Tá nógvu flóttafólkini síggja farma­skipið nærkast, halda tey at bjargingin er nær, og flestu teirra fara yvir í aðra síðu­na av bátinum. Báturin kopp­ar. Vanlukkan hendi nærum mið­skeiðis millum Libya og Lampedusa. Seinastu met­ ing­ar­nar siga, at eini 900 fólk hava verið umborð á fiskifarinum. Carlotta Sami í UNHCR, United Na­tions High Commissioner on Re­ fu­gees, sum er flótta­fólka­ stovn­urin undir ST, sigur, at tal­an er um eina ovurhonds stóra vanlukku. - Hetta kann vera ein tann størsta vanlukkan nakrantíð í Miðjarahavinum, segði hon við italsku tíðindastovuna Rai 24 News. Italsk og maltes­isk skip luttóku í bjarg­ing­a­rarbeiðinum, men vónir­nar at finna fleiri yvir­ liv­andi millum allar deyðu kropp­arnar í sjónum fánaðu skjótt, sum tíðin gekk. Sambært teimum yvir­ livandi, vóru fleiri flóttafólk læst niðri í lastini á fiskifarinum og høvdu tískil ongan møgu­leika at koma út, tá bát­urin koppaði. Av teimum 900 umborð vóru eini 200 kvinn­ur og 50 børn. Flóttafólkini komu úr londum sum Algeria, Egypta­ landi, Somalia, Niger, Sene­ gal, Mali, Sambia, Bangladesj og Ghana. Undan vanlukkuni sunnu­dagin hava 1600 flótta­ fólk latið lív á flýggjan teirra um Miðjarahavið. So seint sum seinasta sunnu­dag druknaðu 400 flótta­fólk, tá ein bátur við 550 flótta­fólk­ um koppaði. Í oktobur 2013 druknaðu 366 flóttafólk eina náttina, undir somu um­støð­ um. Kaldir og hjartaleysir smuglarar stúgva flóttafólk um­borð á gamlar og vána­ ligar bátar og senda tey so út á Miðjarahavið. 200.000 flótta­fólk sita á norð­ur­ strondini í Libya og bíða eftir teirra tør­ni. Tey hava gold­ið manna­smugl­ar­un­ um í dýrum dómum fyri ferða­seðil­in til eitt betri lív í Ev­ropa. Mong teirra vinna aldr­in upp á land. Í fjør bjargaði italska sjóverjan 150.000 flótta­ fólk­um í Miðjara­havi­num. Italska stjórnin hevur heitt á hini evropisku londini um hjálp, men hevur higartil ein­ans fingið eitt svar – frá bretska forsetanum, sum segði, at um fleiri skip verða send í Miðjarahavið, førir tað einans til, at enn fleiri flótta­ fólk leita sær norð­ur­um. 900 druknað í Miðjarahavinum Ein bátur fullfermdur við flóttafólki sakk sunnunáttina í miðjarahavinum. Okkurt um 900 flóttafólk hava latið lív í vanlukkuni. Einans eini 50 eru komin frá vanlukkuni á lívi Danjal av Rana - Umboð fyri Amnesty hava fleiri ferðir og í fleiri ár arbeitt fyri, at londini í Ev­ropa fara saman um at styrk­ja tilbúgvingina í ES og taka felags ábyrgd. Okkurt má setast í staðin fyri Mare Nostrum, tí tað er neyðugt við skipum, sum eru á varðhaldi í øki­ num, og tað er avgerandi, at tilbúgvingin hevur heim­ild at gera leitingar- og bjarg­ ing­ar­ar­beiði. Italia megnar hetta ikki einsamalt, og tí mugu hini ES-londini taka felags ábyrgd og hjálpa Italia fíggjarliga, greiðir aðal­skriv­ arin í Amnesty International Før­oya Deild, Katrin á Neysta­bø, frá. Mare Nostrum bjarg­ ing­ar­tiltakið hjá Italia varð niður­lagd í fjør, men italska sjó­verjan sær tað enn sum sína skyldu at bjarga øll­um, sum eru í neyð á havi­num. Tískil halda italsk sjó­verju­ skip á at ferðast í øki­num mill­um Italia og Norð­ur­ afrika í leitan eftir flótta­ fólk­um. Katrin á Neystabø vísir til tað, sum verkætlanarleiðarin hjá Amnesty fyri Evropa og Asia, John Dalhuisen, sigur: - Tað, sum vit vitna í Miðjara­havinum er ein menniskjaskapt tragedia í ein­um skelkandi lutfalli. Hesi sein­astu deyðsfallini eru skelk­andi, men ikki óvæntað. Hóast handilsskip og teirra mann­ing djarv hava roynt at typpa holið, sum áhaldandi mangul­in av servandum bjarg­ing­ar­toym­ um hevur skapt, so eru hesi skip ikki bygd, útgjørd ella vand til sjóbjarging. Nú er tíð­in komin hjá stjórnunum í Evropa at taka ábyrgd og skjót­ast seta á stovn eitt fleir­tjóða samskipað bjarg­ ingar­tiltak fyri at bjarga lívum í Miðjarahavinum. - Amnesty tekur undir við orðunum hjá Læknum uttan landa­mørk um, at tey gerast ikki færri, sum velja hesa vanda­leið, hóast vandin at doygg­ja økist. Støðan, sum hesi  menniskju eru í, er so vón­leys, at tey velja hesar vanda­ferðir, tí hetta er teirra ein­asti møguleiki. Tey eru kroys­t avstað, sigur Katrin á Neysta­bø. Skelkandi men ikki Hetta er ein sorgarleikur, og vit hava orsøk til at óttast fleiri slíkar vanlukkur, sigur Katrin á Neystabø, aðalskrivari í Amnesty International Føroya Deild