Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 15

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 tíðindi Ísland er eitt av fáu evropisku londunum, ið hevur sent skip og manning til Miðjarahavið at hjálpa í bjargingararbeiðinum av flóttafólkum úr Norðurafrika. Streymurin av flóttafólkum er nógv vaksin síðani borgarakríggið í Sýra kyknaði várið 2011. Flestu teirra hava latið lív síni í hendurnar á køldum og hjartaleysum mannasmuglarum. Tey gjalda í dýrum dómum fyri ferðaseðilin, men verða send út á Miðjarahavið á yvirfyltum gomlum skipum í ringum standi. Fyri nógv er hetta teirra seinasta ferð. Danjal av Rana Í 2014 nýtti Italia meiri enn 70 milliónir krónur um mánaðin upp á bjargingartiltakið Mare Nostrum. Mare Nostr­ um innibar, at italska sjó­verjan helt eftirlit við sjó­øki­num millum Italia og Norður­afrika fyri at hjálpa flótta­fólki. Fleiri enn 150.000 flótta­fólk vóru bjargaði. 1. novembur niðurlegði Italia Mare Nostrum orsaka av manglandi fígging. Italska stjórnin hevur heitt á ES, um at hjálpa sær at hal­da á við tiltakinum, sum ein leingjan og víðkan av Fron­tex-til­taki­num hjá ES. Fron­tex skal í veru­ leikanum steðga ólóg­ ligari tilflytan til Schen­ gen-lond. Hóast streymurin av flótta­fólki veksur í hvørjum, eru ES og Schengen-lond­ini sera afturhaldandi við at veita fígging til bjarg­ing­ar­ tiltøk­ini hjá italsku sjó­ verjuni. Upprunaliga varð sagt, at um evropisku sjó­verj­ urnar vóru meira aftur­ haldssinnaðar við síni hjálp, og flóttafólkini tí skiltu, at sannlíkindini at verða bjargað vóru lægri, fóru færri at royna ferðina um Miðjarahavið. Hesum aftur­vísir Loris De Filippi, forseti í Læknar uttan landamørk í Italia. - Tað koma ikki færri, hó­ast sannlíkindini at doyggja eru størri. Tey eru ráðaleys og vita, at tey seta lívið í váða, men hetta er einasta vón­in fyri at tryggja sær og sín­um børnum eitt betri lív í Ev­ ropa, sigur hann. Loris de Filippi sigur, at ES eigur ábyrgdina av van­lukkuni í Miðjara­ havinum. - ES hevur bygt ein múr í Bulgaria og ein múr millum Turkaland og Grikkaland. Tí er havið einasti møguleikin at sleppa til Evropa. Yvir 50 milliónir fólk flýggja undan kríggi og hungursneyð og royna at leita sær skjól onku­staðni, sigur hann. Higartil í ár hava 60 pro­sent fleiri roynt at sleppa norð­ur um, í mun til um sama mundi í fjør. Italska sjóverjan sigur, at eina dagin fingu teir fleiri enn 20 neyðarkall frá bátum, yvirfyltum av flótta­fólkum. Bjarg­ing­ ar­tiltøk í Miðjara­ havinum Mynd: Polfoto Mynd: Polfoto óvæntað