Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 - Vit hava skilt, at drotningin kemur til Føroya við flogfari, og síðan fer hon umborð á kongaskipið Dannebrog, sum fer at liggja á Sørvági. Haðani verður siglt suður til Tvøroyrar. Millum tey støð, sum drotningin vitjar í okkara kommunu, verður Saltsiloin, Suðuroyar Sjúkrahús, Sjósavnið í gomlu Doktarahúsunum og skipið Thorshavn, sum nú er heimahoyrandi á Tvøroyri. Hann leggur aftrat, at Margretha drotning eisini fer at vitja arbeiðarafelagið Fylking, sum 25. apríl í ár hevur 100 ár á baki. Undir vitjanini koma bæði Dannebrog og Thorshavn at liggja á Tvøroyri, og drotningin fer eisini umborð á Thorshavn at hyggja eftir kongaligu málningunum og kongaliga porseleninum, sum er umborð har, sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri, sum Vikublaðið, sum kemur í hvørt hús í morgin, hevur skift orð við. Vilmund@sosialurin.fo Kristin Michel­ sen, borgarstjóri í Tvøroyrar kommu­nu, sigur, at týs­dagin 16. juni byrjar Mar­ gretha, drotning, sína al­mennu vitj­an í Før­oy­ um, og vitjan­in byrj­ar á Tvør­ oyri, har bý­ráðið og borgar­stjór­in seinni um kvøld­ ið verða vertir fyri eini máltíð í kantinuni í ítróttar­høllini í Trongi­svági Drotningin fer at vitja Saltsiloina Norðborg landar fulla last Í dag kom Norðborg inn fullfermd. Fyrst gekk leiðin á Fuglafjørð at bunkra, og síðani var farið norður í Ánirnar at landa 1.350 tons. Av hesum eru 300 tons heysaður svartkjaftur, meðan 1.050 tons er heilfryst, veit heimasíðan www.jn.fo at siga. Norðborg hevur hendan túrin roynt einar 50 fjórðingar sunnan fyri føroyska markið og í føroyskum sjógvi. Í mars mánað í ár seldi Skyn ikki færri enn 19 ognir, og tað er næstan tvífalt so nógv sum í mars mánað í fjør, tá ið Skyn seldi 10 ognir. Um hugt verður bara eftir høvuðsstaðnum, so siga tølini, at Skyn seldi 12 ognir í Havn í mars í ár í mun til tvær ognir sama tíðarskeið í fjør. Men nú mars mánaði er farin aftur um bak, ber eisini til at gera hagtøl fyri fyrsta ársfjórðing í ár, og hesi tøl vísa eins og tølini fyri mars mánað, at sølan er vaksin nógv. Um vit hyggja eftir høvuðsstaðnum fyri seg, so kunnu vit staðfesta, at sølan av ognum í Havn er nærum tvífaldað fyrsta ársfjórðing í ár í mun til sama tíðarskeið í fjør. Skyn seldi 31 ognir í Havn fyrstu tríggjar mánaðirnar í ár í mun til 17 ognir sama tíðarskeið í fjør. Ein vøkstur uppá góð 82 prosent. Fyri alt landið vóru tølini tilsamans 51 ognir seldar fyrsta ársfjórðing í ár í mun til 40 ognir sama tíðarskeið í fjør, og tað er ein vøkstur uppá 21 prosent. terji@sosialurin.fo Brúkara­prís­ talið er lækkað 1,6 prosent seinasta árið Frá fyrsta ársfjórðingi í fjør til fyrsta ársfjórðing í ár er brúkaraprístalið lækkað 1,6 prosent. Tað eru príslækkingar á brennievni, sum hava ávirkað brúkaraprístalið mest seinasta árið. Í nýtslubólkinum býli er prísurin á brenniolju til húsarhald farin 18,9 prosent niður. Eisini rentan á íbúðalánum er lækkað, og samanlagt er býliskostnaðurin farin 7,0 prosent niður. Í nýtslubólkinum flutningur eru prísirnir á brennievni til akfør lækkaðir 16,5 prosent, og samanlagt er flutningskostnaðurin farin 2,1 prosent niður. Prísirnir eru eisini lækkaðir í fleiri øðrum nýtslubólkum. Í nýtslubólkinum ymiskar vørur og tænastur eru prísirnir lækkaðir 2,3 prosent, tí barnagarðspláss eru vorðin bíligari. Og prísirnir á innbúgv, húsbúnaður o.l. fóru 1,7 prosent niður. Mesti prísvøkstur seinasta árið hevur verið í nýtslubólkinum samskifti, 2,0 prosent. Tað eru postgjøld, sum eru uppfarin. Prísirnir á mati og drekka - samanlagt - hava so at siga staðið í stað seinasta árið. Kelda: Hagstova Føroya Tað er Dansifrøi, sum hev­ur tikið stig at skipa dansi­stev­nu einferð enn, hesu­ferð er hon Flaggdagin kl. 9-17. Eins og í 2013 er stevn­an almenn og skipað við verk­ skeiðum í alskyns dans­um m.a. Cha Cha Cha, Sal­sa, Ceroc, Rock n’Roll, Valsi og einum hópi av fólka­dansi í ymsum snið­um. Vónin er et náa út til ein so breiðan skarða sutm gjør­ligt, og øll skulu kenna seg vælkomin. Tí er ikki neyðugt at vera partur av nøkrum dansihópi fram­man­ undan. Hetta er als ikki nøkur kapping ella framsýning,  bert ein dagur við hugna og felags­skapi ætlaður øllum dansi­ áhug­aðum. So yvirtala bindi­klubb­an v/ maka, gubba tín, systk­in, starvsfelagar, grann­ar & vinir – ella kom bara sjálv/ur! Kostnaðurin fyri stevn­u­na er einans 180,- kr. írok­n­að morgunmat og frukt. Møgu­leiki verður at keypa sær annað til matna í Smak­ka, sum hevur hósk­andi útboð til høvið. Sethúsasølan í Havn er næstan tvífaldað eftir einum ári Savnsmynd Sethúsasølan í Havn næstan tvífaldað Tá ið Margretha Drotning kemur á vitjan í juni mánað, fer hon millum annað at vitja saltsiloina á Tvøroyri Dansistevnan 2015