Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 Í hesum sambandi verður skip­að fyri fyrilestrarrøð – mána­kvøldið 27. apríl kl. 19:00- 22:00 í Løkshøll í Runa­vík. Tiltakið er ókeypis og øll eru vælkomin, sigur Hen­ rik Weihe Joensen, ráð­gevi í trygdar-, verju- og til­búgv­ ing­ar­málum, sum fyrireikar til­tak­ið.   Fyrilestrarhaldarar: Andreas Kamm, aðalskrivari í Dansk Flygtningehjælp Rúni Joensen, ráðgevi í Vinnu­mála­ráð­num Ken Nónklett, deildarleiðari á Útlendingastovuni Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost David Im, verkætlanarleiðari Klaksvíkar kommuna »Tiljar« skipar fyri hes­um fyrilestrarkvøldi, sum verður á mánakvøldið 27. apríl kl. 19:00 í Løkshøll í Runa­ vík. Tiltakið byggir á fimm fyrilestrar, sum á hvør sín hátt fara at umrøða flótta­ fólka­spurningin við atliti til før­oyska samfelagið. – Tiltakið er eitt privat- al­ment samstarv, tí flótta­ fólka­spurningurin er saman­settur og víðfevndur. Fyri­lestr­arkvøldið í Løkshøll ber bráð av hesum, og tí fara framløgurnar at lýsa flótta­ fólka- og útlendingaøki á ein­um breiðum grundarlagi, eisini við atliti til føroyska sam­felagið, sigur Henrik Weihe Joensen. Dansk Flygtningehjælp stað­festir týdningin av felags ábyrgd og einum breið­um samstarvi, tá ræður um at hjálpa flóttafólkum. Felags­skapurin sigur m.a. so­leið­is um hesi viðurskifti: »Beskyttelse af flygtninge er et fælles ansvar – bedre be­skyttelse i nærområderne kan mindske strømmen af ille­gale flygtninge til Europa, men flygtningesituationen er et fælles problem. De fatt­ ige lande skal ikke stå alene med byrden. Her har Europa et moralsk og juridisk an­ svar«. Í integrasjónsálitinum hjá Føroya Landsstýri í 2011 stendur m.a. skrivað so­ljóð­ andi: »Flóttafólkamál eru tor­ greidd. Neyvt umhugsni má tí vera fyri serstøðu Før­oya. Um politiska skipan­in vil yvirtaka flótta­ fólka­økið saman við út­lend­ inga­økinum, er neyðugt, at politiska skipanin leggur upp­fyri, at ymsar skipanir skulu verða settar í verk, tí flótta­fólkaøkið er fevnt av yms­um altjóða sáttmálum, sum skulu verða hildnir«. Í leiðreglunum – Cor­po­ rate Social Re­sponsi­bility - hjá Bakka­frost um ábyrgdina hjá fyri­tøkuni mótvegis sam­felag­num, stendur m.a. skrivað so­ljóðandi: »The values and ethical guide­lines of the company require all employees to have a con­scious relationship to the company's responsibility to society. This requires the company's employees to demon­strate a high personal morali­ty in executing their assign­ments for the com­ pany«. Í integrasjónsálitinum, sum Klaksvíkar kommuna hev­ur gjørt, og sum verður al­manna- kunngjørd í næst­ um, stendur skrivað m.a. so­ ljóð­andi: »Integrasjón er ein tví- vegis tilgongd, har bólkar av bæði lokalum íbúgvum og tilflytarum arbeiða saman um at skapa eina sosialt samanhangandi, fíggj­ar­ liga livandi og javnbjóðis at­komu fyri allar borgarar til lokalsamfelagið. Integra­ tións­p­olitikkurin savnar seg um tær forðingar og av­bjóðingar, sum bæði til­ flyt­arar og føroyska fólk­ið stendur yvir fyri í integra­ tiónstilgongdini«. Hesum boðar Framsókn frá í morgun. Sámal Petur í Grund 57 ára gamal. Hóast tað eru 13 ár síðani, at hann gavst í politikki, so hevur hann drúgvar royndir. Hann sat sum land­ stýris­maður fyri Sjálv­ stýris­flokkin í mentanar- og samskiftismálum í tíðar­skeiðinum  1994 til 1997 og var valdur ting­lim­ur við løg­tingsvalið í apríl 1998. Somu­leiðis var hann lands­ stýrismaður í al­manna- og heilsumálum frá febr­u­ar 2001 til juni 2002. Til seinasta løgtingsval var Sámal Petur eisini val­evni fyri Framsókn, og hevur hann verið sum vara­maður á tingi í verandi val­skeiði. Sámal Petur í Grund er harumframt royndur sjó­ maður og hevur eisini lut­ tik­ið í vinnuligum verki á landi. Seinastu nærum 11 árini hevur hann verið skip­ari hjá Strandferðsluni.  Eg haldi at frælsa leiðin, sum Framsókn stendur fyri, er gongda leiðin fyri sam­felag okkara. Tað, at vit øll sleppa at liva og virka á jøvnum føti uttan mun til hvussu vit eru saman­sett. At vit arbeiða fram ímóti eini vinnu sum er burð­ar­ dygg í allar mátar. At ar­ beitt verður fram ímóti at land okkara gerst ein fræls tjóð, sigur Sámal Petur í Grund í fráboðanini frá Fram­sókn í morgun. eirikur@sosialurin.fo Flóttafólk eru ein stór og týdningarmikil avbjóðing í altjóða samfelagnum. UNHCR (United Nations High Commissioner for Refugees), sum er flóttafólkastovnurin hjá ST metir, at tað í dag eru áleið 11 milliónir flóttafólk runt um í heimum, sum hava tørv á hjálp Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund, roynir seg enn einaferð sum valevni fyri Framsókn á komandi løgtingsvali Fyrilestrar um flóttafólk í Løkshøll Sámal Petur í Grund bjóðar seg fram aftur Norrøn stevna í Eystur­kommunu í summar Vikuskiftið 3.-5. juli koma norðurlendskir gestir í hópatali til Eysturkommunu. Tá fara limir úr norrønu feløgunum at halda ta stevnu, ið við jøvnum millumbilum verður hildin í teimum býunum, sum Leirvík hevur sum vinabýir. Hesar dagarnar eru mong ymisk tiltøk á skránni, eitt nú tónleikaframførslur, útferðir, veitsla í bygdarhúsinum o.a. Nýbrot innan føroyskan kórsang Kórfestirvalurin 2015, sum varð hildin í Auluni í Eysturskúlanum í gjár, og sum kann kallast eitt nýbrot innan kórsang í Føroyum, eydnaðist stak væl. Festivalurin varð eisini fyriskipaður sum ein kapping við trimum virðislønum, ið ávikavist Kamarkórið, Glymur og Vestmanna Sangkór vunnu. Umframt tey átta luttakandi kórini, framførdi eisini eitt vælljómandi felagskór stjórnað av Kára Bæk nakrar sangir í endanum av konsertini. Síðani vórðu virðislønir handaðar. Tann fyrsta fyri bestu framførslu. Tað vil siga neyvleika, tónlistagávur og dynamikk. Hesa vann Kamarkórið. Onnur virðisløn var fyri mest upprunakendu, skemtiligu og sermerktu framførslu fór Glymur avstað við, og triðju virðisløn fyri best samansettu sangskrá vann Vestmanna Sangkór. Endamálið við kórfestivalinum er at fremja og menna føroyskan kórsang, og kappingin er knýtt upp í fyri at fáa kórini at geva gætur, hvussu og hvat tey syngja - ætlað sum íblástur hjá kórunum til at finna upp á eitthvørt, sum kundi gera júst teirra framførslu eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Tríggir dómarar vórðu útnevndir til at døma í kappingini, og teir umboðaðu ávikavist kórsang, áhoyrarar og sjónleik. Dómararnir vóru Anna Sofía Restorff, Zacharias Sørensen og Ria Tórgarð. Luttakandi kórini vóru Aurora Borealis, Kristiliga Sangkórið, Tórshavnar Manskór, Vestmanna Sangkór, Eystanljóð, Tórshavnar Kamarkór, Glymur og Havnarkórið. Nevndin í Kórsambandi Føroya og fyrireikararnir umboðandi nøkur av kórunum í Havn, eru samd um, at Kórfestivalur 2015 eydnaðist stak væl og verður uttan iva eitt framhaldandi tiltak komandi árini. Fólkatalið í Klaksvík kom síðst í mars mánað upp á 4.931 fólk, og tað er tað hægsta í 15 ár. Vit kunnu bara fegnast, men samstundis minnast til, at vit ikki helma í nú. Fyrsta dagin fara vit at lata upp nýggja barnagarðs- og vøggustovu fyri at nøkta tørvin. Hetta merkir, at vit aftur kunnu veita ansingartrygd, sum er ein fortreyt fyri tilflyting, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri, við Norðlýsið. terji@sosialurin.fo Hækkandi fólkatal í Klaksvík