Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Bjarni Djurholm eggjar til lógarbrot Heðin Mortensen borgarstjóri Bjarni Djurholm hevur sam­ bært fjølmiðlunum harðliga hartað Tórshavnar býráð fyri ikki at vilja lata Bústøðum lendi ókeypis, so at byggjast kunnu lestraríbúðir í Havn. Hetta sagt av løgtingsins røðarapalli. Tingfólk skulu kanska ikki kenna detaljurnar í øll­ um teim lógum, tey til dag­ liga lóggeva um. Tingfólk skulu kanska heldur ikki kenna ta regluverk, tey hava latið landsstýrinum at um­ sita. Men nakrar lógir og áset­ingar eru meira funda­ mentalar enn aðrar, og í hes­ um føri eigur Bjarni Djur­ holm, tingmaður í mong ár, at vita betur. Tí er tað heilt ófatiligt, at eitt kjak á so lágum støði kann fara fram av løg­tings­ limum, eins og tað er líka ófatiligt, at ting- og lands­ stýrisfólk hava so lítið innlit í tær lógir, tey sjálvi umsita. Tá Bjarni Djurholm í gjár sigur, at Tórshavnar komm­ una ikki hevur kent sína vitjunartíð, so ivast ein bæði í, um maðurin býr í Havn og um hann er løgtingslimur. Tórshavnar kommuna hevur nógv samskifti við Bústaðir bæði um vanligar leiguíbúðir og lestraríbúðir. Tórshavnar kommuna skal  vera altjóða lestrarbýur, har tað eisini er eitt fjølbroytt og gevandi lestrarumhvørvi, herundir við lestraríbúðum. Tað ber tó ikki til hjá kommununi at geva lendið ella ognir til Bústaðir ókeypis. Sjálvt um kommunan vildi tað, so kann hon tað ikki, tí tað er ikki lógligt. Tað er ein lóg, sum forðar tí, Bjarni Djurholm! Tað tykist tó verða vanlig fatan millum tingfólk, at tað ber til. Tú ert ikki tann ein­ asti, Bjarni, sum heldur tað, tað hoyrist dagliga bæði á tingi, í fjølmiðlunum og sosialu miðlunum. Og tað er iva­leyst tí, at kring landið er ávís praksis at lata lendi til almenna bygging, møguliga eisini til privata bygging, so at siga ókeypis til tess at draga til sín íbúgvar og ar­beiðs­ pláss. Men ger Tórs­havn­ar kommuna tað, er kommunala eftirlitið á gátt beinan­vegin. Kommunala eftirlitið hevur sín egna selek­tiva praksis, og tað er bert ein sannroynd, at eftirlitið við Havnini er strangari enn við øðrum kommunum. Kommunan eigur onga jørð. Tað er tað almenna, ið eigur jørðina. Kommunan má keypa jørðina frá almennum stovni, sum løgtingið um­ sitir. Og sambært komm­ unu­stýrislógini og kunngerð um alment útboð av komm­ unalari fastogn, sum sama løgting hevur samtykt, er tað ólógligt at lata grundøki kostnaðarfrítt. So einfalt er tað og hetta eigur ein løg­ tings­maður at vita.   Bústaðarpolitikkur landsins Men tað er ikki kommunan, sum hevur ábyrgd av bú­ staðar­politikki landsins. Tað hava til dagligt lands­stýris­ maðurin í fíggjarmálum og landsstýrismaðurin í al­ mannamálum. Partafólk tíni, Bjarni. Spurningurin er eisini, tá talan er um lestaríbúðir, um tað bara er ein uppgáva hjá Tórshavnar kommunu at útvega íbúðir til lesandi úr øllum landinum. Avbjóðingin hjá øllum er at fáa bíligan leigukostnað. Landið hevur latið Bústøðum mvg-frítøku í sambandi við bygging, men bert í nøk­ur ár. Tað hjálpir nakað. Tórs­ havnar kommuna hevur sanni­liga eisini tikið ábyrgd. Kommunan fekk eftir drúgvt stríð góðkenning frá kommu­ nala eftirlitinum, at til ber at selja Bústøðum byggilendi uttan útboð og fyri prís, ið landið kann keypa fyri. Tað hjálpir eisini nakað. Men eftir stendur, at tað framvegis er dýrt at byggja. Tað veit Bjarni, sum er aktivur í byggivinnuni, alt um. Bústaðir er neyvan hjarta­barn hansara, tí Bú­ staðir ynskir at byggja bíligt, sum jú rætt er til tess at liva upp til bústaðarpolitikk land­sins. Tað er kanska eisini tí, at hann sum skálkaskjól sleingir um seg við ákærum móti okkum á Vaglinum.   Bjarni krevur t.d., at Tórs­ havnar kommuna skal lata lendi til eitt nú lestraríbúðir fyri einki - "harvið hevði prís­urin at leiga eina slíka íbúð verðið næstan helvt­ ina minni". Bjarni Djur­holm kann sjálvandi biða Bún­aðar­ stovuna geva kommununi jørðina fyri einki. Men jarð­ ar­prísurin, sum Bústaðir letur kommuni, er bara ein minimalur partur av prís­ inum - umleið 150 krónur fer­ meturin - meðan íbúðirnar kosta um 15.000 fermeturin. Hvussu skal so lendið, sum kommunan letur Bústøðum fyri minimalprís, gera íbúð­ irnar helvtina bíligari? Her er ikki høpi í. Bjarni kundi eisini tikið í egnan barm sum lóggevi. Tað er jú í gildi ein lóg, sum heimilar løgtinginum at játta stuðul til lestraríbúðir og kollegium. Men til tess at játta stuðul krevst, at játtan er tøk, og á henda hátt kundi leigukostnaðurin eisini lækk­ að. Men tað hevur Bjarni og restin av løgtinginum ikki viljað, tí har er ikki ein króna játtað í meira enn eitt ára­ tíggju. Vit hava upplivað tað sama í sambandi við kjak í løg­tinginum um tørv á bú­ støðum, verkstaðar­pláss­ um og virkishúsum til fólk við serligum tørvi, tá Ann­ika Olsen spurdi, hví Tórshavnar kommuna ikki lat Almennamálaráðnum grund­stykki ókeypis. Svar­ið er tað sama: Tí tað er full­ komiliga ólógligt í mun til tær lógir, bæði Annika Olsen og Bjarni Djurholm hava verið við til at samtykkja. Og haraftrat var hetta eitt reint landspolitiskt ábyrgdarøki - mann hevði bara valt at rað­ festa uttanum Havnina. Lestraríbúðir í miðbýnum Góði Bjarni. Eg kann upplýsa tær, at Tórshavnar kommuna er í konstruktivum samskifti við Bústaðir um eina størri verkætlan at útvega einar 35-40 lestraríbúðir – mitt í Havn.   Hetta kann gerast bí­ligt við umbygging av parti av niðurlagda Komm­unu­skúl­ anum, sum aftur verður eitt aktiv fyri miðbýin. Hetta er ein spennandi verkætlan, sum um stutta tíð verður løgd fram til politiska viðgerð í býráðnum. Jú, Bjarni Djurholm, sanni­liga tekur Tórshavnar býráð ábyrgd. Heldur enn at blása torvmold í eyguni á fólki, hevði tað tænt tykkum í løgtinginum betri at hjálpt til, so at bústaðarpolitkkur landsins fekk eitt betri støði at standa á, so at øllum ber til at fáa bíligan bústað. kjak Vit hava nógv at takka Guði fyri Frank Davidsen Hugsaði við mær sjálvum, at henda so lívsjáttandi yvir­ skrift, so hevði Vága­por­tal­ urin og Ólavur helst eina eina sólskinssøgu at vísa á. Men, men, ístaðin fyri var tað ein niðurgerandi viðger av teim­ um kvinnum ið høvdu dirvi til, at siga sína søgu í doku­ mentarinum í Kvf herfyri.. Hesin fitti drongurin ið metti, at mamma sín helst átti meira pening enn hon greiddi frá, fær greinskrivarin til, at helst hevði hesin drongurin rætt í hesum, hvør skal siga, at mamman segði ósatt. Ja, kanska hevði mamman eina konto í Sveits, tí sambært Vága­portalinum so hevði dótt­urin eisini eina flotta teldu. Ikki eitt orð um, at teld­una hevði hon fingið frá ommu síni í faðirs ætt. At tann eina kvinnan hevði orku og ágrýtni til, at keypa sær hús í heimbygdini, tað er einastandandi eins og tað vísur eina kollosala men­tala styrki, sum ikki ein og hvør stakur uppihaldari megnar í hasi torføru støð­ uni. At hinar kvinnurnar sam­bært Vágaportalinum hava nógv at takka Guði fyri, í tí tor­føru støðu tær vóru í, tað er langt úti. Eitt myrkt heystatkvøld beint áðrenn jól í 2011 skund­ aði sitandi samgonga eitt upp­skot í gjøgnum við at for­ skatta framtíðar pensionistar til ein skattalætta. Tað vóru ikki piparnøtir, tí játtað varð 1 milliard, ella 1000 milliónir, ið skuldi rænast frá framtíðar pensionistum hetta val­ skeið­ið. Síðan tá hevur sam­gongan hækkað skatt­in á pen­sión­unum, soleiðis at komandi pen­sionistar missa 1000 krónur um mánaðan, ella 12.000 krónur um árið. Hvat hava so pensionist­ arnir fingið í sín lut hetta samgonguskeiðið. Jú, ætlanin var, at javna pensiónirnar frá 01.01.2015 við 350 krónum um mánaðan, ella 11-12 krónur um dagin. Tá til stykkis kom, so megnaði samgongan at for­ hála útgjaldið út á summarið, soleiðis at javningin gjørdist ein helvt av tí sum ætla varð. Stakir uppihaldarar hava sum fyrr sagt verið við sviðið soð . Ístaðin fyri, so eru hesir gjørdir til lygnarar av Bjarna Djuurholm og Co. Løgmaður sigur seg verða so skelkaðan av formanni Javnaðarflokksins í samband við hansara uppskot um, at lækka barnagarðsgjaldið við eini helvt. Hann kallar upp­ skotið fyri " dýrast keyptu atkvøður í føroya søgu," eins og hann finnur ikki orð fyri hvussu óseriøst tað er. Ja, hann leggur beinleiðis politiskan sjógv i millum seg og Javnaðarflokkin aftaná komandi løgtingsval. Føroyski veljarin veit hin­ vegin, at dýrasta uppskot ið samtykt er á Føroya Løg­ tingi er pensiónsránið, har 1 milliard krónur varð tikið úr framtíðini, til ein skatta­lætta, har tey á niðastu rókum, tey lágløntu, stakir uppihaldarar, pensionistar ikki fingu inn í eyga. Allar umberingarnar frá samgonguni um, at hesi gjalda so lítlan landsskatt og tískil teknikst ikki kundu hjálpast fíggjarliga, er tann reina undanførsla. Tað skort­aði ikki uppá teknik, tá sam­gongan innan fáar vikur undan jólum 2011 lutaði 1 milliard út til skattgjaldarar, har serliga tey hægst løntu fingu í posa og sekk. Hugsið tykkum um tey á lægru rókunum fingu lut í hesi milliardini ið samgongan lutaði út, men soleiðis skuldi ikki verða. Orsøkin til at tað var eitt tað fyrsta uppskotið íð henda samgonga legði fram, var helst tí at veljarin skuldi gloyma tað til komandi Løgtingsval. Vónandi leggur veljarin sær hetta í geyma, tá krossurin skal setast í heyst.