Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Høgni Hoydal Tað er kanska ikki so løgið, at Sambandsflokkurin aftur roynir at villleiða fólk um veruleikan, og støðugt roynir at finna upp á ræðumyndir um okkara stóru møguleikar sum sjálvstøðug tjóð. Hetta hava tey gjørt í meira enn 100 ár. Og teirra ræðumyndir hava ongantíð passað. Tvørt­ urímóti. Nú royna tey við NATO og verjumálum. Helgi Abra­ hamsen hevur sagt á tingi og í almenninginum, at tá ið Føroyar gerast sjálvstøðugar, so skulu vit gjalda hálva milli­ard krónur um árið til NATO. Tá ið so Portalurin kann­ar málið og avdúkar, at hetta er heilaspuni, so skjýt­ ur Abrahamsen seg undir at hava brúkt tøl frá full­ veldislandsstýrinum! (Hvør skal siga: Fullveldi hevur eis­ini skyldina fyri hansara vill­leiðing). Rætt er tað, at full­veldis­ landsstýrið kannaði øll mál væl og virðiliga og legði tøl og veruleikar opið fram. Eis­ini um hernaðarmál og NATO. Men tey prógvaðu nakað heilt annað enn tað, ið Sambandsflokkurin roynir at billa okkum inn. Niðurstøðurnar í kann­ ing­ini frá ár 2000 hjá dugna­ ligum embætisfólkum í lands­stýrinum vóru m.a. hes­ar: 1. Danmark brúkt Føroyar sum eina finnu í stórpolitiskum talvi og gjørdi Føroyar til bumbumál: Eitt einmælt løgting sam­ tykti fleiri ferðir, at Føroyar skuldu ikki vera lutur í hern­ aðarsamgongum, og at bert Føroya fólk kundi taka avgerð um okkara hermálsligu støðu. Tað floytaði Danmark á. Danmark gekk beint ímóti samdum Løgtingi og setti NATO-sáttmálan í gildi fyri Føroyar. Síðani legði Danmark – ímóti løgtingsins vilja – bæði eina NATO-støð og eina ameri­kanska lurtistøð til kav­bátar mannað við ameri­ kanskum hermonnum uppi á Sornfelli. Ongin NATO- støð varð løgd í Danmark, tí tað hevði gjørt Danmark til bumbumál í Kalda Krígnum. Og í Danmark varð sambært lóg ikki loyvt at hava fremm­ andar hermenn, sum sendir vórðu til Føroya. Við NATO-støðini í Før­ oyum og amerikonsku lurti­ støðini, høvdu Føroyar verið millum fyrstu lond, ið høvdu verið bumbað, um kríggj hevði brostið á millum eyst­ ur og vestur undir Kalda Kríg­num. Og tá hevði øll tjóð­ in kunnað verið týnd eftir stuttari løtu. 2. Danmark hevur brúkt Føroyar og Grøn­land sum ein Norður­atlants-trumf mótvegis NATO fyri at spara egnar hernaðar­útreiðslur Í NATO vóru og eru støðugar samráðingar, har ásetast skal, hvussu nógv hvørt lima­land skal brúka av hern­ aðarútreiðslum á sínum egnu fíggjarlógum til tess at taka lut í felags verjuni. Danmark er støðugt slopp­ið munandi bíligari enn hini NATO-londini, tí tey “leveraðu” Føroyar og Grønl­ and til NATO-støðir og til hern­aðarstøð hjá USA. Føroyar vóru undir Kalda Krígnum millum tey týdn­ ingarmestu strategisku pláss­ini hjá NATO at hava støð í – saman við Íslandi og Grøn­landi. Fleiri danskir ráðharrar og ein røð av óheftum donsk­um søgugranskarum hava víst á, at tá ið NATO royndi at fáa Danmark at gjalda sín part og at hækka hern­aðarútreiðslurnar á síni fíggjarlóg, so spældi Danmark tann “Norðuratlantiska trumf­in” á borðið, og spardi tí stórar upphæddir. 3. Danmark spardi 53 milliardir upp á einans 14 ár Hvørt limaland í NATO við egnum heri skal gjalda ein ávísan prosentpart av síni bruttotjóðarúrtøku til hern­ aðarútreiðslur. Útrokningar hjá embætis­ fólkum í landsstýrinum vísa, at Danmark undir Kalda Krígnum skuldi havt gold­ ið tað sama í hern­aðar­út­ reiðsl­um, sum sambærilig lond í stødd og strategiskum týdn­ingi: Holland, Belgia og Noreg. Lágt sett, skuldi Danmark í minsta lagi havt goldið í mið­al 3% av BTÚ árliga (Noreg hevur goldið meira enn hetta). Men Danmark hevur gold­ið væl minni. Taka vit bert árini frá 1976 til 1989, har greið hagtøl finnast, so hevur Danmark goldið í miðal beint oman fyri 2%. Og talan er ikki um smá­ pening, sum Danmark hevur spart við at brúka Føroyar og Grønland sum trumf. Hesi 14 árini – frá 1976 til og við 1989 – hevur Danmark spart til samans knappar 53 millardir krónur í hernaðarútreiðslum mótvegis NATO. (Sí talvuna við útrokningum). Hvat sparingin hevur verið síðani 1949, tá ið Danmark gjørdist limur í NATO, er enn ikki uppgjørt. Men talan er um sera stórar upphæddir og samráðingarmøguleikar á so nógvum økjum, ið Danmark fær burturúr at hava hjálond í Norðuratlantshavi. 4. Danmark yvirskot upp á 33 milliardir, um pengar til Føroya og Grønlands verða drignir frá Vit vita, at Danmark og sam­ bandsflokkarnir siga: Júmen, Danmark sendir jú ár­liga pening til Føroya og Grøn­ lands (og teir billa okkum inn, at hetta er “ein gáva”). Embætisfólkini roknaðu eisini út, hvussu nógvan pen­ing Danmark hevði bók­ að sum útreiðslur til Føroya og Grønlands hetta sama tíðarskeið frá 1976 til 1989. Talan var um knappar 20 milli­ardir krónur. Sostatt hevði Danmark bert hesi 14 árini munin mill­um 53 milliardir og 20 milliardir sum yvirskot av at hava hernaðarliga ræðið á Føroyum og Grønlandi. Til samans 33 milliardir krónur. (Sí talvuna við út­ rokningum og saman­ber­ ingum). 5. Danmark verjir ikki Føroyar – Føroyar eru bretskt trygdarøki Vit hava mangan hoyrt – og hoyra tað aftur frá Helga Abrahamsen og Sam­bands­ flokkinum nú – at Danmark skal eitast at verja Føroyar. Og hvussu skulu vit gjalda fyri verju sum sjálvstøðug tjóð? Her er talan um eina sera naiva og skeiva mynd av veru­leikanum: Danmark verjir ikki og hevur ongantíð vart Før­ oyar. Føroyar eru inn­an fyri trygdargeiran hjá Stóra­ bret­landi. Og eins og vit sóu undir seinna heimsbardaga, so standa bretar í Føroyum umgangandi, um onkur hernaðarlig hóttan kemur í Føroyum og í føroyskum øki. Ikki fyri okkara sakir, men tí at tað er týdningarmikil liður í verjuni av Stórabretlandi. Hetta fekk landsstýrið eis­ini váttað við sínum kann­ ingum og samrøðum undir fullveldisfyri­reikingunum. Spurningurin um før­ oyskan NATO-limaskap ella tos um, at Føroyar skulu hava hermegi, er tí eisini mein­ingsleyst. Eins og við Íslandi, so hava stórveldini og okkara grannalond so sterk hernaðarlig áhugamál í Norðuratlantshavi, at tey vilja gera alt til tess at verja tey. Og tey hava allan áhuga at gera avtalur við Føroyar um, hvussu trygdarskipanin í Norðurhøvum verður skipað, og hvussu sivila tilbúgvingin kann samskipast. Hetta fer eisini geva okk­ um nýggjar møgu­leikar fyri samstarvi, førleikamenning, tænastum og inntøkum. Og hví skulu vit ikki gera okkara egnu avtalur, heldur enn at lata eitt annað land brúka okkum sum finnu í sínum talvi, har vit ikki hava nakað innlit ella ávirkan? Den danske stats forsvarsudgifter, overførsler til Grønland og Færøerne m.v. Upphæddir í mia DKK Forsvars- udgifter Overførsler til Færøerne og Grønland Bruttonational- produktet i markedspriser (årets priser) Forsvars- udgifter i % af BNP Forsvar + overførsler til Grønland og Færøerne i % af BNP Spardar verjuútr. í mun til 3% kravið Spardar verjuútr. í mun til 3% kravið tó frádrigið veitingar til Føroyar og Grønland 1976 5.910 1.209 265.345 2,2 2,7 2.050 841 1977 6.390 1.400 279.310 2,3 2,8 1.989 589 1978 7.082 1.483 311.377 2,3 2,8 2.259 776 1979 7.525 1.807 346.892 2,2 2,7 2.882 1.075 1980 9.545 2.145 373.785 2,6 3,1 1.669 -476 1981 10.612 2.319 407.791 2,6 3,2 1.622 -697 1982 11.836 2.604 464.467 2,5 3,1 2.098 -506 1983 12.783 2.652 512.541 2,5 3,0 2.593 -59 1984 13.163 2.917 565.284 2,3 2,8 3.796 879 1985 13.355 2.972 615.072 2,2 2,7 5.097 2.125 1986 13.142 2.880 666.496 2,0 2,4 6.853 3.973 1987 14.443 2.726 699.908 2,1 2,5 6.554 3.828 1988 15.800 2.970 732.055 2,2 2,6 6.162 3.192 1989 15.767 3.006 767.249 2,1 2,4 7.250 4.244 1990 16.359 2.955 799.100 2,0 2,4 1991 17.427 3.161 827.900 2,1 2,5 1992 17.135 3.344 856.000 2,0 2,4 1993 17.789 3.425 874.900 2,0 2,4 1994 18.064 3.540 928.600 1,9 2,3 1995 18.309 3.623 970.800 1,9 2,3 Danmark spardi 53 milliardir í NATO uppá bert 14 ár kjak Sambandsflokkurin, søgufalsanin og NATO-útreiðslurnar: Danmark hevur brúkt Føroyar og Grønland til at spara í sínum hernaðarútreiðslum mótvegis NATO. Bert í árunum frá 1976 til 1989, spardi Danmark til samans 53 millardir krónur Tøl og útrokningar í frágreiðing hjá Føroya landsstýri ár 2000: