Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 kjak Fremstu hetjur í søgu okkara Zakarias Wang valevni uttanflokkalistans til komandi fólkatingsval Á fólkaatkvøðuni í 1946 vrak­ aði Føroya fólk uppskotið frá donsku stjórnini um inn­ liming okkara í Dan­markar ríki. Vit tóku heldur ikki und­ir við at hava umboð á dana­tingi ella at fáa pening úr Danmørk. Tingmenninir Antinis Sørensen, Dánjal Petur Ja­ cob­sen, Fríðrikur Bláhamar, Hans Pauli Klein, Jákup í Jákupsstovu, Jógvan Frede­ rik Kjølbro, Pauli Dahl, Poul Petersen, Rasmus Ras­muss­ en, Rikard Long, Sám­al Ellef­ sen og Thorstein Petersen, sum vóru meiriluti tingsins, fóru undir at seta vilja okk­ ara í verk. Hesir tingmenn eru fremstu hetjur í søgu okk­ ara. Uttan nakra sum helst heimild forðaði danska stjórn­in teimum at útinna hetta bragd. Tann skylda, sum nú liggur á okkum, er at fullføra tað, sum hesir undangongumenn vóru farnir í holt við. Uttanflokkalistin til fólka­ tingsvalið vil átaka sær hesa skyldu. Enn noyðast vit tíverri at lata okkum lynda at hava umboð á danatingi. Stillar eingin upp ella fer eingin á val, so kunnu ørindasveinar donsku stjórn­ ar­innar, eins og í september 1953, avlýsa valið og sita við danskari løn í fýra ár afturat. Okkara umboð á danatingi fer tí 1. At krevja at ríki okkara fær eina stjórn, sum er javnbjóðis við stjórn Danmarkar. 2. Í samsvari við samtykt Føroya fólks í 1946 at sýta fyri at taka við danskari løn. 3. Eins og Thorstein Peter­ sen ikki geva nak­að hátíðarligt lyfti um at halda donsku stjórnar­ skránna. 4. At røða á føroyskum á danatingi. kjak Enn ein skattalætti til tey ríku Helgi Abrahamsen Í langa tíð hava vit hoyrt og lisið, at skattalættarnir sum eru latnir tey seinastu nógvu árini, eru bara komnir teimum hægru inntøkunum til góðar, meðan tey lægri løntu einki hava fingið. Vit hava eisini hoyrt og sæð, at verandi andstøðuflokkar hava bjóðað seg fram til at venda hesi gongdini. Tí kom tað sum ein hvøkkur, tá Javnaðar­flokk­ urin á landsfundi leygardagin avdúkaði sítt størsta val­ lyfti higartil. Nú skal øll barna­ansing vera ókeypis. Kommunurnar skulu fáa pengar úr landskassanum, og landskassin skal senda rokningina víðari til vinn­ una. Men er hetta ikki enn ein ”skattalætti til tey ríku”? Vit hava í dag eina skip­ an við fríplássum á dag­ stovnum, í dagrøkt og í frítíðarskúlum. Sambært henni rinda foreldur einki, um inntøkan er niðanfyri kr. 247.900 um árið. Fyri hvørjar 1.000 krónur, inntøkan hækkar, lækkar frádrátturin við tveimum prosentum og er inntøkan omanfyri kr. 292.900 skulu foreldrini gjalda fult gjald. Um alt nú skal vera ókeypis, so verða tað tey sum hava inntøku omanfyri kr. 292.900, sum spara pengarnar. Tey gjalda nú fult, men skulu aftaná einki gjalda. Tey sum hava inntøku niðanfyri kr. 247.900 spara einki, tí tey rinda einki sum er. Staðfestast kann tí, at hetta vallyfti frá landsfundi Javnaðarfloksins er enn ein ”skattalætti til tey ríku”, meðan tey á teimum niðastu rókunum einki fáa. Ætlanin um Skansabryggjuna leggjast fram á Christiansborg Tórshavnar kommuna Tað er arktiski arbeiðs­bólk­ urin í Fólkatinginum, sum hevður boðið til ráðstevnuna í fólkatinginum í dag, sum hevur fingið heitið "Nye erhvervsmuligheder i Nord­ atlanten". Ráðstevnan leggur serligan dent á skipaflutning og nýggjar siglingarleiðir i Arktis millum Evropa og Asia, umframt at dentur verður lagdur á ferðavinnuna í økinum. Føroysku fram­ løgurnar snúgva seg m.a. um Føroyar sum miðstøð fyri allari skipaferðslu í økinum. Á ráðstevnuni í Keyp­ mannahavn eru umboðini fyri kommununa umframt Heðin Mortensen, borgarstjóra, eis­ ini kommunustjórin Ingi­ bjørg Berg og leiðarin á stjórnarskrivstovuni, Jákup Simonsen. Borgarstjórin hevur framløguna, sum snýr seg um framtíðar leiklutin hjá Tórshavnar havn og høv­uðsstaðnum í okkara felags maritimu framtíð. Tórs­havnar kommuna er langtsíðan farin at kanna teir møguleikar, sum eru innan­ fyri menning av maritimum tænastum, og útbyggingin av Tórshavnar havn er ein partur í at tryggja Føroyum teir fasilitetir, sum krevjast fyri at vera við í hesi kapp­ ing. – Framløgan setir Føroyar mit á norðuratlantiska sjó­ kortið og vísir á, hvussu vit vegna okkara landafrøðiligu støðu kunnu gerast ein leið­ andi tænastumiðstøð og transitt­havn við kompe­ tent­ari, skjótari og bíligari tæn­astu. Fyrimunir okkara eru ikki bara okkara landa­ frøðiliga støða, men eisini okkara serfrøði og so teir einastandandi fyrimunirnar, vit fáa við eini útbygdari havn. Føroyar verða eitt knútapunkt, bæði innan flutning í útnorði, og innan globala rutunetverkið við eyðsýndum fyrimunum fyri skipaferðsluna, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri. – Vit liggja nær við stóru fisk­iøkini hjá Noregi og kunnu gerast eitt spennandi alternativ til Rotterdam og aðrar havnir í sambandi við útflutning og umskiping av fiski. Við at velja Tórshavnar havn sum miðstøð fyri víðariflutningi kunnu feløg arbeiða fleksiblari og meira effektivt enn í dag. Eisini innan frálandavinnuna eru møgu­leikar á fleiri tæn­ astu­økjum, tí Havnin liggur nærri stóru oljuøkinum enn t.d. Aberdeen. – Vit kunnu bjóða eina heildarservisering av øllum skipasløgum og innan allan ídnað, alt frá bunkring, proviantering, umvælingum, manningarskifti og krevjandi sertifiseringum. Vit hava góðkendar leverandørar, umboð, starvsfólk við drúgvum royndum innan øll øki, og vit hava sera góð og skjót sambond við umheimin, tá talan er um eykalutir og útgerð. Vit hava stutt sæð eitt kappingarføri, sum er torført at finna aðrastaðni. – Fyri at gera hesa tænastu møguliga í framtíðini útbyggja vit havnaøkið við 160.000 fermetrum, frá 80.000 til 240.00 fermetrar. Vit økja atløguplássið frá 700 metrum til 1400 metrar, økja dýbdina frá 9 til 15 metrar og byggja eina frystigoymslu, sum tekur 10.000 tons. Hetta merkir, at vit kunnu taka ímóti øllum fraktskipum og cruiseskipum. Frysti­ goymslan fer at økja mun­ andi um møguleikarnir fyri transitti. – Tórshavnar havn er kend fyri sín fleksibilitet, skjótleika og høga tænastustøði. Skulu vit varðveita hetta umdømið, fylgja við menningini og gera okkum galdandi á hes­ um marknaðinum, so er neyðugt at vit longu í 2019 eru klár til at nøkta krøvini innan stóru maritimu menn­ingina, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum leggur aftrat, at Tórs­ havnar havn leingi hevur havt samráðingar við fleiri aðrar norðurlendskar havn­ ir um samstarv innan bæði farmaflutning og ferða­ vinnu.