mánadagur 20. apríl 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44
ítróttur
fótbóltur
Plussið fer til serbiska ÍF-
venjaran, Aleksandar Jovevic.
Hann rakti seymin á høvdið
við sínum innskiftinum av
Ari Ellingsgaard og Dánjal
á Lakjuni, sum báðir blivu
dystaravgerandi í samband
við næsta máli hjá ÍF.
B36 plagar at vera betri enn
hetta. Teir vóru ov óneyvir í
báðum endum, og tí taptu
teir dystin. Tapið viðførir
eitt ávíst trýst áðrenn
næsta landskappingardyst,
sum er ímóti HB.
framvið fleiri B36-leikarum
og leggur bóltin av til Dánjal,
sum við sínari allar fyrstu
nerting skorar málið til 2-1.
Nú riðu fuglfirðingar á einari
bylgju, og løtu seinni varð
dysturin eisini avgjørdur.
Leivur Joensen vann bóltin
á B36-hálvuni og gjørdi ikki
mætari enn at smekka bóltin
í netið úr eini 20 metra fjar
støðu. Eitt sera vakurt mál.
Meira hendi ikki, og so hevði
ÍF tryggjað sær sín fyrsta
heimasigur ímóti B36 síðani
2008.
Samanumtøka
Ein sera virðismikil sigur
fyri ÍF, ið vísir, at teir kunnu
vinna á øllum. Í samrøðu við
Sosialin vísti Aleksandar
Jovevic millum annað á, at
hóast tað hvørki eydnaðist
hjá ÍF at vinna ímóti liðum
sum EB/Streymi og AB, so var
tað ikki nøkur forðing fyri,
at tað skuldi eydnast ímóti
B36. Hetta gevur tó eisini
ábendingar um, at ÍF er eitt
væl sterkari lið á heimavølli
enn á útivølli. Tað hevur ikki
eydnast fuglfirðingum at
vunnið nakran dyst á útivølli
enn, men á heimavølli hevur
gingið heilt væl. Í fyrsta
heimadystinum javnaðu teir
ímóti HB, og síðani hava teir
vunnið tveir heimadystir á
rað ímóti ávíkavist KÍ og B36,
ið bæði eru eitt av teimum
betru liðunum í Effodeildini.
Ein góður heimavøllur kann
tó røkka langt, og tá ið málið,
»bara« er at enda hægri uppi
á stigatalvuni enn í fjør, tá ið
ÍF endaði á einum sjeynda
plássi, so man fótbóltslagið
vera heilt gott í Fuglafirði í
løtuni. Tveir týdningarmiklir
menn manglaðu eisini í dag,
men kortini var breidd á
bonkinum, ið var við til at
avgera dystin í dag. Tá ið
Karl og Lawal vera við aftur
byrjar ÍF-liðið at síggja heilt
sterkt út.
Hjá B36 kom ósigurin
óivað sum eitt skot fyri
bógvin. Spælið var ikki heilt
galið, men endaframleiðslan
og stóru málmøguleikarnir
manglaðu í. Tá ið B36 so
letur trý mál inn í hinum
endanum,
so
kann
tað
ikki enda øðrvísi. Felagið
strembar eftir einum nýggj
um meistaraheiti, og nú er
stigamunurin til oddaliðið,
NSÍ, øktur til fýra stig. Hetta
skapar eitt ávíst trýst undan
næsta landskappingardysti,
sum er sjálv grannauppgerð
in ímóti HB.
Áhugavert var, at hóast
tað gekk illa, so valdi Eyðun
Klakstein bert at nýta eina
av sínum trimum útskifting
um. Tað hevði helst munað
væl, um til dømis Hanus
Thorleifsson hevði kunnað
verið skiftur inn, men hann
var skaddur og kundi ikki
spæla við.
Liðið
og
spælskipanin
hjá B36 er nakað tann sama
sum í fjør, men tó eru eisini
broytingar at hóma. Størstu
broytingarnar eru tær, at
tveir av stuðulsleikarunum
frá í fjør, Klæmint Matras
og Adeshina Lawal, ikki eru
við longur. Á plássinum hjá
Klæmint á defensivu mið
uni hava Eli F. Nielsen og
Andrias Eriksen spælt, men
óvist er, hvør er fyrstaval av
teimum báðum. Í álopinum
hevur Ibrahima Camara av
loyst Lawal. Camara hevur
skorað fýra mál higartil, men
tað er eyðsæð, at hann ikki
riggar líka væl sum Lawal
í
kombinatiónsspælinum
hjá B36. Hetta kom ofta til
sjóndar í dystinum ímóti ÍF,
har Camara ofta ikki megn
aði at spæla bóltin nóg væl
frá sær, tá ið hann fekk bólt
in á seg.
Næstu dystirnir hjá ÍF
og B36 eru mikukvøldið í
steypakappingini, har bæði
liðini eru á heimavølli. ÍF
spælir ímóti Víkingi, meðan
B36 spælir ímóti EB/Streymi.
3
Tórður Thomsen
Átti ikki beinleiðis skyldina
av málunum, sum komu inn, men
hinvegin er tað ikki vanligt fyri hann
at lata trý mál inn upp á ein dyst.
Hevði tó tvær góðar bjargingar til
endans, tá ið fuglfirðingar blivu
spældir púra leysir. Hetta lyftir hann
upp á eitt 3-tal.
3
Høgni Eysturoy
Ein álítandi høgri bakkur. Fellir
væl inn í eyðkenda kombinatións
spælið og er har, hann skal vera,
bæði frammi og afturi á vøllinum. Var
óheppin í samband við fyrsta málið
hjá ÍF, tá ið bólturin varð skotin í
hann og endaði í netinum.
2
Hørður Askham
Fínt avrik í fyrra hálvleiki,
men seinni hálvleikur trekkir niður.
Clayton hevði yvirtakið ímóti Hørði
í seinna hálvleiki, og harafturat var
Hørður ikki skuldarleysur, tá ið Ari
sneiddi seg framvið í samband við
næsta máli hjá ÍF.
3
Oddmar Færø
Ein av teimum frægu hjá B36.
Vann nógvar bóltar og setti fleiri
álop ígongd gjøgnum allan dystin.
Verjuspælið í seinna hálvleiki trekkir
tó eisini niður hjá honum.
3
Gestur B. Dam
Átti sín lut í triða málinum, tá ið
Leivur heldur lættliga slapp framvið.
Var tó annars álítandi í verjustøðu,
har hann millum annað bjargaði á
strikuni einu ferðina, og spældi eisini
ókey frameftir. Eitt góðkent avrik,
men ikki meira enn tað.
3
Andrias H. Eriksen
Dekan ov nógvar skeivar
sendingar og mistar bóltar í fyrra
hálvleiki, men spældi seg væl upp í
seinna hálvleiki, har hann ofta spældi
bóltin væl frá sær. Bleiv skiftur
út í 70. minutti, tá ið B36 satsaði
frameftir.
3
Róaldur Jacobsen
Ein góðkendur dystur av Róaldi.
Gjørdi sítt á miðuni, men felags
fyri allar teir skapandi leikararnar
hjá B36 var, at endaframleiðslan
manglaði.
3
Jákup Á Borg
Sum vanligt var hann sera
mælskur á vøllinum. Høgra síðani
riggaði stak væl í fyrra hálvleiki,
men seinni hálvleikur var verri.
Útbygdi sítt met við einum góðum
frísparksmáli.
2
Hans Pauli Samuelsen
Hetta var ikki dagurin hjá Hans
Paula. Hevði eina ørgrynnu av skot
royndum, men rakti ongantíð málið.
2
Lukasz Cieslewicz
Royndi at seta nógv álop í gongd
og vann nógv fríspørk til sítt lið, men
onki serligt spurdist burturúr frá
honum. Misti bóltin, tá ið ÍF skoraði
til 3-1. Ein kann loyva sær at vænta
meira av einum av teimum allar bestu
leikarunum í Effodeildini.
2
Ibrahima Camara
Eftir eina flúgvandi byrjan við
fýra málum í fýra dystum tykist hann
at hava mist flogið. Hevði onkran
skallara, ið fór við síðuna av, men
annars sást ógvuliga lítið til hann.
Bóltførleikin hjá honum stendur
ikki mát við restina av álopssinnaðu
B36-leikarunum, og tað sæst aftur,
tá ið B36 roynir at kombinera seg
til kjansir.
3
Árni G. Nielsen
Síðstu ferð liðini hittust, í
september í fjør, var tað hesin
maðurin, ið gjørdist stóra hetjan hjá
B36, tá ið hann sum innskiftari vendi
einum 1-0 tapi til ein 2-1 sigur við
tveimum málum. Støðan var tann
sama í gjár, tá ið hann varð skiftur
inn. Hevði tvær atsóknir og spældi
fínt, men onki avgerandi kom frá
honum. Arbeiðsumstøðurnar vóru
tó eisini torførar, tí at ÍF stillaði seg
langt aftur síðsta partin av dystinum.
spælarameting
Langt síðani seinast Undan dystinum í gjár hevði
B36 ikki tapt í Fuglafirði síðani 27. august 2008.
Aftaná hetta hava liðini spælt átta ferðir í Fuglafirði,
áðrenn tað í gjár endiliga eydnaðist ÍF at basa
hvíta árstalsfelagnum á heimavølli í Fuglafirði.
Myndir: Álvur Haraldsen
1 til 6
ÍF - B36 3-1 (0-0)
1-0: Andy Ó. Olsen 61.
1-1: Jákup á Borg 74.
2-1: Dánjal á Lakjuni 78.
3-1: Leivur Joensen 82.
Dómari: Petur Reinert
ÍF: Predrag Markovic – Leivur Joensen, Bartal Eliasen ■,
Poul N. Mikkelsen, Áki Petersen – Fritleif í Lambanum
■ (Sjúrður Jacobsen, 74.), Frank Poulsen ■
– Nenad Saric (Dánjal á Lakjuni, 78.), Kristoffur Jakobsen
(Ari Ó. Ellingsgaard, 68. ■), Andy Ó. Olsen – Clayton Soares
B36: Tórður Thomsen – Høgni Eysturoy, Hørður Askham,
Odmar Færø, Gestur B. Dam – Róaldur Jakobsen,
Andrias Eriksen (Árni G. Nielsen, 70.) – Jákup á Borg,
Lukasz Cieslewicz, Hans Pauli Samuelsen – Ibrahima Camara
Sæbjørn Leiti
íf
Í dag skuldi ÍF bara brúka 45
minuttir at temja tikararnar
úr Havn, og vunnu 3-1. Fyrri
hálvleikur endaði málleysur
og øll 4 málini komu í seinna
hálvleiki. Koyr á ÍF.
fjepparin
Eftir dystin fingu vit orðið
á ein av B36-profilunum,
Lukasz
Cieslewicz.
Hann
var týðiliga vónbrotin eftir
dystin.
– Vit vistu, at tað ikki fór
at blíva ein lættur dystur í
dag. Vit ætlaðu sjálvandi at
vinna, og vit høvdu eisini
bóltin nógv, men vit skaptu
ikki nóg nógv til at vinna
dystin. ÍF-leikararnir vóru
nógv neyvari enn vit á síðsta
triðinginum av vøllinum,
og tað var tað, sum gjørdi
munin í dag.
Spurdur, um hann helt, at
tað nú var trýst á B36 undan
næsta landskappingardysti,
sum er ímóti HB, var Lukasz
ikki samdur.
– Tað er altíð trýst á, tá ið
B36 spælir ímóti HB, og eg
haldi ikki, at tað er eitt størri
trýst, tí at vit taptu í dag.
Vit leggja tó fyrst og fremst
dent á okkara steypakapp
ingardyst ímóti EB/Streymi
mikudagin, og so taka vit
dystin ímóti HB aftaná tað.
Hóast tapið helt Lukasz
kortini, at stigaúrtøkan hjá
B36 hevur verið í lagi í ár.
– Tað er sjálvandi ikki
ynskiligt, at vit taptu í dag,
men samanumtikið haldi eg,
at vit hava fingið eina góð
kenda byrjan upp á kapp
ingarárið. Nú hyggja vit
frameftir.
neli@sosialurin.fo
Vit vóru ikki nóg
neyvir í dag
Aleksandar
fegnaðist eftir sigur
Lukasz:
Serbiski ÍF-venjarin, Alek
sandar Jovevic, var sum vera
man ein sera fegin maður
aftaná 3-1 sigurin hjá ÍF.
– Eg trúði veruliga upp á
sigurin í dag, og eg veit, hvat
mínir leikarar kunnu. Okk
ara mál er at enda betri enn í
fjør, og hetta var eitt gott stig
á leiðini. Hetta var ein fan
tastiskur sigur fyri ÍF, segði
ein fegin Aleksandar Jovevic.
Steypakappingardysturin
ímóti Víkingi mikukvøldið
var tó eisini í tonkunum hjá
Jovevic, áðrenn hann setti
liðið til dystin ímóti B36.
– Í dag hava vit góðar
menn sum Ari og Dánjal á
bonkinum, ið koma inn og
gera mun í dag. Vit hava ein
ringan dyst ímóti Víkingi
mikudagin, so eg valdi at
rotera eitt sindur, og tað
riggaði heilt væl.
At enda legði Aleksandar
Jovevic eisini upp til, at ÍF
skal framleiða leikarar til
landsliðið.
– Vit hava ongan lands
liðsleikara í ÍF í løtuni, men
hetta vilja vit gera betur.
Feløg sum HB, Víkingur og
B36 hava øll nógvar lands
liðsleikarar, og tað vilja vit
eisini hava. Vit royna at
menna fleiri av okkara egnu
í ár, og so fáa vit at síggja,
um onkur av okkara verður
landsliðsleikari í onkrum av
teimum komandi árunum,
segði
ein
væl
nøgdur
Aleksandar Jovevic at enda.
neli@sosialurin.fo