mánadagur 20. apríl 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Neli Heldarskarð
Tað vóru tvey lið við sjálvs
áliti í skjáttini, sum brustu
saman í Fuglafirði í gjár. Í
síðstu viku brast fyri nev hjá
ÍF, tá ið teir fingu sín fyrsta
sigur í ár á heimavølli ímóti
KÍ. Tó gjørdist dysturin
kostnaðarmikil á tann hátt,
at bæði Adeshina Lawal og
Karl Løkin, ið mugu metast
sum tveir av profilunum hjá
ÍF, báðir fingu reytt kort.
Sostatt fekk ársins leikari í
Effodeildini í fjør, Adeshina
Lawal, ikki møguleika at
spæla ímóti sínum fyrrver
andi felagi á hesum sinni.
Tað skuldi tó vísa seg, at
maður kom í mans stað hjá
ÍF.
Eftir eina treka byrjan
er tað veruliga komið glið á
spælið og úrslitini hjá B36.
Undan dystinum í gjár hevði
árstalsfelagið vunnið fýra
dystir á rað, har fleiri av
sigrunum eisini hava verið
sannførandi. Tískil mátti
B36 metast sum ein lítil favo
rittur til dystin í gjár.
Javnur fyrri hálvleikur
Fyrri hálvleikur var ikki tann
stóra
fótbóltsupplivingin.
Tað var B36, sum byrjaði
dystin
betur.
Eyðkenda
kombinatiónsspælið riggaði
væl, og serliga Jákup á Borg
hevði nøkur skot, sum tó ikki
blivu heilt vandamikil.
Tað var tó upp á horna
spørk, at B36 fingu sínar
størstu møguleikar. Fyrst
var tað Oddmar Færø, ið setti
pannuna á, men tíverri fyri
B36 fór bólturin á stongina
og
út.
Løtu
seinni
var
Andrias Eriksen sentimetrar
frá at skora sítt fyrsta mál
fyri felagið. Andrias skallaði
bóltin framvið Predrag í ÍF-
málinum, men á sjálvari mál
strikuni eydnaðist tað einum
fuglfirðingi at beina bóltin
av vandaleið.
Sum
hálvleikurin
leið
komu fuglfirðingar tó betur
við í dystin, og spælið bleiv
meira javnt býtt. Tað var tó
B36, ið leyp meira á. Hvíta
havnafelagið kom eisini til
nakrar góðar støður í brots
teiginum hjá ÍF, men ÍF fekk
alla tíðina sparkað bóltin
burtur, áðrenn tað gjørdist
heilt vandamikið.
Álopsspælið hjá ÍF var
ógvuliga ivasamt í fyrra hálv
leiki, har B36-verjan hevði
lítið og onki at fyrihalda seg
til. Tað skuldi tó vísa seg, at í
seinna hálvleiki fór søgan at
blíva ein onnur.
Taktiska uppleggið
riggaði
»Vit spæla og kempa ómeta
liga væl í dag. Undan dyst
inum høvdu vit avtalað, at
serliga Róaldur og Lukasz hjá
teimum skuldu dekkast væl
upp, so at B36 ikki fekk glið
á sítt spæl. Í fyrra hálvleiki
halda vit nullið, meðan vit í
seinna hálvleiki seta okkum
á dystin og blíva meira
vandamiklir. Okkara lið er
sum heild blivið nógv betri
til at halda upp á bóltin og
stýra spælinum í teimum
seinastu dystunum.«
Orðini eigur serbiski ÍF-
venjarin, Aleksandar Jovevic.
Og rætt hevur hann í, at tað
var meira bit í álopsroynd
unum hjá ÍF í seinna hálv
leiki. Fyrst var tað Kristoffur
Jacobsen, ið hevði eitt gott
langskot, sum fór beint við
síðuna av málinum. Tað
brendi enn meira á, tá ið ein
skallari frá Bartali Eliasen
bleiv bjargaður á málstrik
uni. Tað skuldi tó eitt sindur
meiri av hepni til, áðrenn
bólturin fór í mál.
Aftaná 61 minuttir hevði
ÍF flutt nógv fólk fram. Inn
legg varð sent innfyri úr
høgra borði, og so endaði
bólturin fyri føtunum á
Andy Olsen. Hann skeyt
beinanvegin. Óvist er, um
bólturin hevði kós ímóti
málinum, men bólturin fór
í Høgna Eysturoy og snýtti
Tórð Thomsen somikið nógv,
at hann ikki kundi gera ann
að enn at hyggja at, meðan
bólturin trillaði í mál. 1-0 til
heimaliðið.
Eftir málið løgdu fuglfirð
ingar seg langt aftur og lótu
B36 stýra dystinum. Eyðkent
fyri spælið hjá B36 ígjøgnum
allan dystin var, at tað allar
síðsta manglaði. Mangan
var spælið á heilt góðari leið,
men tá ið teir nærkaðust ÍF-
málinum kom altíð onkur
forðing ella ein skeiv send
ing fyri, ið gjørdi, at B36
ongantíð kom til teir heilt
stóru kjansirnar. Av tí sama
var Predrag Markovic í ÍF-
málinum ongantíð veruliga
noyddur at vísa síni kynstur.
Tey B36-skotini, sum komu,
raktu ikki málið.
Tó var tað eitt skot, ið
rakti málið, og tað fór eisini í
netið. Aftaná eitt støðugt B36
trýst varð Lukasz Cieslewicz
feldur beint uttanfyri 16-met
urin. Mest skorandi leikarin í
føroyskum fótbólti, Jákup á
Borg, varð settur at skjóta,
og hetta var ikki ein býtt
avgerð. Jákup var eirinda
leysur og smekkaði bóltin í
málið. 1-1, 74 minuttir, og nú
sat uttanveltaði áskoðarin
við kensluni av, at B36 sum
so mangan áður fór at venda
dystinum til sín fyrimun.
Men ÍF hevði menn bonk
inum, sum gjørdi av við B36.
ÍF eigur innkast í vinstru
síðu. Áðrenn innkastið verð
ur tikið, kemur Dánjal á
Lakjuni á vøllin fyri Nenad
Saric. Innkastið verður tikið,
og Ari Ellingsgaard, ið eisini
varð innskiftur stutt framm
anundan, sneiðir seg seg
fótbóltur
H E S A V I K U N A
3
Predrag Markovic
Var tryggur í øllum tí, sum hann
gjørdi. Kanska ikki heilt skuldarleysur
í samband við frísparksmálið, tí at
bólturin varð skotin í hansara síðu.
Hinvegin var frísparkið somikið nær
við málið, at tað hevði verið ringt hjá
einum og hvørjum málverja í Føroyum
at byrgt fyri skotroyndini.
5
Leivur Joensen
Eitt framúr gott avrik av høgra
bakkinum, ið helst var besti maður
á vøllinum. B36 slapp ikki ígjøgnum
í hansara síðu, og ígjøgnum allan
dystin var hann ein hóttan við sínum
innleggum úr høgru. Kryddraði góða
avrikið við einum framúr góðum máli,
ið avgjørdi dystin.
3
Poul N. Mikkelsen
Fínt avrik av unga klaksvíking
inum. Kom ofta ímillum, tá ið B36
royndi at spæla seg til kjansir. Saman
við Bartal hevði hann fínt tamarhald
á Camara.
3
Bartal Eliasen
Í luftini er ongin, sum stendur
honum kurl, og samanumtikið var
avrikið gott. Var tó sera heppin ikki
at fáa sítt seinna gula kort í samband
við frísparki, ið førdi til málið hjá
B36.
3
Áki Petersen
Vinstri bakkurin hevði
trupulleikar av høgru síðuni hjá B36
í fyrra hálvleiki, men hann spældi
seg væl upp í seinna hálvleiki, har
verjuspælið gjørdist nógv betri.
3
Fritleif í Lambanum
Gott avrik av liðskiparanum, ið
stýrdi væl á sentrala miðvøllinum.
Fekk tó gult og bleiv útskiftur, tí at
ótti var fyri, at hann eisini fór at fáa
sítt seinna gula kort.
3
Frank Poulsen
Eitt fínt avrik. Smæddist ikki í
nærdystum og spældi væl av til hinar.
Fekk tó eisini gult, tí at hann gjørdi
ov nógv fríspørk.
3
Nenad Saric
Aftaná ein anonyman fyrra
hálvleik, gjørdist hann meira vanda
mikil í seinna hálvleiki. Rakti tó ikki
hæddirnar og bleiv útskiftur í 78.
minutti.
4
Andy Olsen
Felags fyri álopskendu leikarar
nar hjá ÍF var, at teir allir gjørdu
meira um seg í seinna hálvleiki. Andy
hevði eitt javnt avrik, tó skoraði hann
tað týdningarmikla 1-0 málið, og tað
lyftir hann upp.
3
Kristoffur Jacobsen
Reikaði nógv ígjøgnum allan
dystin og helt væl upp á bóltin. Hevði
eitt gott skot í seinna hálvleiki, men
bleiv síðani útskiftur.
4
Clayton Soares
Gjørdi lítið um seg í fyrra
hálvleiki, men í seinna hálvleiki
tók hann dik á seg. Hóast hann ikki
skoraði mál, gjørdi hann nógv annað
gott, ið ein áleypari eisini skal gera.
4
Ari Ellingsgaard
Ein innskifting, ið broytti dystin.
Var vandamikil og átti heiðurin av
næsta málinum, tá ið hann sneiddi
nakrar B36’arar av fyri síðani at
leggja upp til Dánjal Á Lakjuni.
3
Sjúrður Jacobsen
Kom inn á miðvøllin síðstu 20
minuttirnar. Lítið at meta útfrá, tí
at B36 hevði bóltin somikið nógv,
meðan hann var inni, men hann gjørdi
sítt fyri at verja sigurin heim saman
við liðfeløgunum, og tað tryggjar
honum ein miðal karakter.
4
Dánjal á Lakjuni
Ein ordans »super-sub«. Var ikki
meira enn komin á vøllin, áðrenn
hann skoraði upp á sína fyrstu
nerting. Fær góðan karakter fyri at
vera dystaravgerandi.
spælarameting Breiddin
gjørdi
munin
Lagt var upp til ein spennandi dyst í góðveðrinum í Fløtugerði
sunnudagin. Liðini vóru jøvn, men í seinna hálvleiki var
tað breiddin í hópinum hjá ÍF, sum gjørdi munin
Samanbering við farna kappingarár Stigaúrtøkan hjá B36 er trý stig verri, enn
hon var á sama tíðarmundi í fjør. B36 hevði 17 stig aftaná sjey umfør í fjør, meðan
teir hava 14 stig aftaná fyrstu sjey dystirnar í ár. Hjá ÍF er úrtøkan aftaná sjey umfør
akkurát tann sama. Teir høvdu 10 stig aftaná sjey umfør av farna kappingarári, og
stigaúrtøkan er eisini 10 stig í ár, nú sjey umfør eru leikt av Effodeildini 2015.
1 til 6
Lissi Mouritsen
B36
Katastrofa!!! Hvussi kann ein
leika í Fuglafirði! Tað má hava
verið av tí ringasta í dag.
Okkara leikarar fingu ilde
befindelse av fiskastankinum.
Vit koma sterkt aftur!
fjepparin