Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 27

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44 ítróttur steðginum. Fyrstu løtuna eftir steðgin spruttaði FC Suðuroy orduliga, men sum 2. hálvleikur leið, var spurn­ ing­urin, um tað fór at eydn­ ast hjá heimaliðnum at halda tørn um javnleikin. – Vit eru sera vónbrotnir, tí vit arbeiddu nógv og væl, og liðið var væl skipað. Men kanska var tað bara nátúr­ ligt, at HB skoraði sigurs­ mál­ið, tí síðstu løtuna trýstu mót­støðu­menninir okkum nógv, sigur Jón Krosslá Poulsen hjá FC Suðuroy. Tað glapp í Klaksvík Lagið millum heimafólkið var av tí besta í Klaksvík. KÍ vann 4-0 á EB/Streymi, og í fyrsta umfari ber tað við sær, at tað hjá teimum bláu er longri niður til strikuna. – Vit stríddust væl, og í dag riggaði nógv, sum vit ikki sóu, tá ið vit taptu steypa­dystin við Margáir 3-2. Í dag góvu vit alt, og tað bar úrs­lit við sær. Tað var huga­ligt at síggja Jóannes Bjartalíð skora fyrsta málið og vera við í uppspælinum til tvey onnur. Vit hava ikki ivast í evnunum hjá honum, var við­merkingin hjá Páll A. Klettskarð. Lítlu løtuna eftir steðgin skoraði KÍ bæði til 2-0 og 3-0. Í báðum førum var tað eftir horna. Í fyrra før­inum var tað vongverjin í høgru Sørmundur Kalsø, sum var málskjútti, og í seinna før­inum var tað Páll A. Klettskarð, sum við høvd­ inum stýrdi bóltin í málið. So var spurningurin bara, hvussu stórur heimasigurin fór at verða. Møguleikarnir vóru nógvir, og innskifti og væl upplagdi Heðin Klak­ stein staðfesti 4-0 sigurin. – Hetta var ikki okkara dagur. Vit spældu illa. Teir dúva nógv upp á deyðbóltar og langar sendingar, og tað rigg­aði væl. Sammett við, tá ið vit vunnu á teimum í steypa­kappingini, so var tendr­ingin á KÍ liðnum nógv betri í dag, staðfesti EB/ Streyma miðvallarin Arnar Dam. Tvey vónbrot við Stórá Tá ið dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð við Stórá í Trongis­vági var fagnaðurin sera avmáldur. Máltalvan vísti 2-2, og víkingarnir fegn­að­ust um, at tað í evstu løtu hevði eydnast Finni Justinussen við høvdinum at javna, eftir innlegg frá inn­ skifta Dánjal Paula Lervig. Í TB vóru teir sera vón­ brotnir. Hóast Andreas Lava Olsen eftir stórt kiks í heima­ verjuni hevði lagt Víking framum, so var TB fyri tað mesta omaná. Vongverjin í høgru, Teitur Justinussen, javn­aði við rimmar skoti av brots­teigarmarkinum, og hann legði TB framum við stút­ara eftir horna. Tá rest­ aði ein hálvur tími, og sum tíðin leið, ráddi um hjá TB at halda tørn. Tað eydnað­ist inntil í 92. minutti! TB málskjúttin var sum vera man sera vónbrotin: – Tað var øgiliga harm­ uligt at missa á stokkinum. Vit vístu sera góðan hug­ burð, og vit vóru omaná, inn­til vit høvdu skorað til 2-1. Tá fór Víkingur so við og við at trýsta okkum. Tá ið tað eydnaðist at verja fyri so leingi, so kennist tað serliga meint at missa sigurin so seint. Í steðginum var Páll Guðlaugsson sera nøgdur. Hann álegði okkum at halda fram við at arbeiða hart, og tað gjørdu vit, men tað rakk akkurát ikki til sigur, tíverri, sigur Teitur Justinussen. Nú er Víkingur einasta liðið, sum ikki hevur tapt. Tað hevur venjarin, Sigfríður Clementsen, ilt við at fegnast um: – Vit høvdu heldur vilja tapt og vunnið. Javnleikirnir flyta okkum ikki av stað­ num. Í dag høvdu vit ætlað okkum meiri, og vit høvdu møgu­leikar at skora fleiri mál. Men vit mugu ásanna, at teir í TB vóru sera raskir, og at teir stóran part av tíð­ ini vóru omaná. Vit vóru kroyst­ir og mistu ov ofta bólt­in í uppspælinum, og so var tað vandamikið. At tað eydn­aðist at javna, eiga spæl­ararnir herðaklapp fyri, tí teir vístu góðan hugburð, men vit iðra okkum um, at tað ikki eydnast at vinna, sigur Víkinga venjarin. joannes@sosialurin.fo fótbóltur Effo-deildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 7 6 0 1 21 9 +12 18 2 B36 7 4 2 1 15 8 +7 14 3 HB 7 3 3 1 11 8 +3 12 4 Víkingur 7 2 5 0 16 11 +5 11 5 ÍF 7 2 4 1 13 11 +2 10 6 KÍ 7 2 2 3 12 10 +2 8 7 TB 7 1 4 2 9 11 -2 7 8 AB 7 0 5 2 6 9 -3 5 9 EB/Streymur 7 0 3 4 7 18 -11 3 10 FC Suðuroy 7 1 0 6 7 22 -15 3 FC Suðuroy - HB 1-2 (1-1) 1-0: Mamuka Toronjadze 7. 1-1: Levi Hanssen br 39. 1-2: Fróði Benjaminsen 90. Dómari: Lars Müller FC Suðuroy: Rani N. Johannesen – Dánjal Godtfred (Rani Johansen, 89.), Valerian Iobashvili, Christian Ibeagha, Høgni Madsen ■ – Heri Kjærbo, Palli Augustinussen, Búi Egilsson (Ari Krosslá Poulsen, 78.), Heini Bech – Mamuka Torondjazde, John Tordar Poulsen Gult kort: Høgni Madsen, Christian Ibeagha ■ HB: Teitur Matras Gestsson – Jóhan Troest Davidsen ■, Rógvi S. Holm, Gunnar Haraldsen, Alex José dos Santos – Jógvan Rói Davidsen, Fróði Benjaminsen, Levi Hanssen (Bartal Wardum, 67.) – Christian R. Mouritsen, Arnbjørn Hansen, Símun Samuelsen (Adrian Justinussen, 73.) NSÍ - AB 2-1 (1-0) 1-0: Klæmint A. Olsen 12. 1-1: Álvur F. Christiansen 53. 2-1: Jónhard Frederiksberg 77. Dómari: Benjamin Willaume-Jantzen NSÍ: Andras Gango – Johan Jacobsen, Monrad Holm Jakobsen, Per Langgaard (Einar Tróndargjógv, 26.), Pól Jóhannus Justinussen ■ – Hákun Edmundsson ■, Magnus H. Olsen (Jonleif Højgaard, 73.), Haraldur R. Højgaard ■ (Jann Martin Mortensen, 63.) – Jónhard Frederiksberg, Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg ■ AB: Heðin Stenberg – Jónas Stenberg, Dmitrije Jankovic, Andras B. Vágsheyg, Beinir Ellefsen ■ – Álvur F. Christiansen (Dan í Soylu, 88.), Mikkjal T. Hentze ■ (Sørin N. Samuelsen, 75.), Bárður Olsen (Karstin Højgaard, 85.), Kristin R. Mouritsen, Magnus Egilsson ■■■ – Jógvan Skeel Nolsøe TB - Víkingur 2-2 (1-1) 0-1: Andreas Lava Olsen 13. 1-1: Teitur Justinussen 34. 2-1: Teitur Justinussen 60. 2-2: Finnur Justinussen 92. Dómari: Lars Müller TB: Ivan Stojkovic – Teitur Justinussen, Teitur Olsen, Martin Tausen, Andri Freyr Bjørnsson – Heine Mortensen ■, Heini M. Mortensen (Eirikur M. Ellendersen, 88.), Reynir Magnússon, Rógvi Joensen ■ – Frank O. Able (Patrik Johannesen, 80. ■), Albert Adu Víkingur: Geza Turi – Gert Hansen ■, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen – Gunnar Vatnhamar (Bárður J. Hansen, 62.), Sølvi Vatnhamar, Súni Olsen, Philip Djordjevic (Dánjal Pauli Lervig, 62.) – Andreas Lava Olsen, Finnur Justinussen KÍ - EB/Streymur 4-0 (1-0) 1-0: Jóannes Bjartalíð 21. 2-0: Sørmundur Kalsø 48. 3-0: Páll A. Klettskarð 50. 4-0: Heðin Klakstein 91. Dómari: Kári J. á Høvdanum KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur Kalsø, Jonas Flindt Rasmussen ■, Ndende Adama Guéye, Mayowa Oladele Alli – Jóannes Bjartalíð (Henry Heinesen, 68.), Atli Danielsen, Evrard Blé, Hjalgrím Elttør – Páll A. Klettskarð (Heðin Klakstein, 80.), Kenan Hajdarevic (Petur Andreasen, 85.) EB/Streymur: Jákup Højgaard – Árni G. Olsen, Andras Olsen, Rógvi Egilstoft Nielsen, Tony Kruse (Rói H. Olsen, 53. ■) – Brian Olsen, Arnar Dam ■ (Ragnar Danielsen, 74.) – Tóki H. Johannesen (Rasmus Dan Sørensen, 62.), Niels Pauli Danielsen ■, Jóhannes Hansen – Leif Niclasen Petur Asbjørn Lervig víkingur Var ikki tilstaðar, men sum eg skilji á lagnum so skuldi vit vera glaðir fyri tað eina stigi. Næstu dystirnir eru ÌF í steypa­kappingini og so Nsí í lands­kappingini, so nú mugu vit finna okkara tiltikna vilja fram, onki annað enn sigrar í hesum dystum um vit vilja vera við har tað stuttligt er. WLYV fjepparin Allan Smedemark tb Ómetaliga súrt at missa tey 3 stigini á málstrikuna! Men ein góður innsatsur frá okkara leikarum, og gott fótbóltspæl. Klára okur at halda sama niveau til næsta dyst, ivist eg ikki at 3 stig koma í hús! fjepparin Myndir: Álvur Haraldsen Mynd: Jonhard Hammer Úrslit 7. umfar