mánadagur 20. apríl 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44
26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Í so fínum líkindum, sum tað
annars ikki hava verið í ár,
varð sjeynda umfar avgreitt
í vikuskiftinum. Við Stórá í
Trongisvági var eitt lot í gjár,
uttan at tað nervaði spælið.
Í hinum fýra plássunum,
var summarveður, tá ið FC
Suðuroy tók ímóti HB leyg
ardagin, tá ið NSÍ tók ímóti
AB leygarkvøldið, og seinna
partin í gjár, tá ið B36 var í
Fuglafirði og EB/Streymur í
Klaksvík.
Tvey umfør eru eftir av
fyrsta triðinginum av árs
ins kapping. Aftur og aftur
verður undirstrikað av spæl
arum og venjarum, at kapp
ingin er ung enn, og at tað
er alt ov tíðliga at tosa um
FM og niðurflyting. Dømi
eru um lið, sum tíðliga á ár
inum hava vunnið nógv, men
sum síðani eru endað í leik
ligum aldudali og hava mist
momentum, sum tað nú so
ofta verður tikið til.
Eftir sjey umfør er NSÍ
topplið – fýra stig framman
fyri meistararnar í B36 og
seks stig frammanfyri FM
favorittarnar í HB. Teir gulu
og svørtu í Runavík hava
vunnið allar dystirnar uttan
tann í Gundadali ímóti B36.
Leygarkvøldið var fyrrver
andi NSÍ og Víkinga venjarin
og fyrrverandi landsliðsvenj
arin, Jógvan Martin Olsen,
viðmerkjari á Rás2, tá ið
varpað varð út úr Runavík,
og venjaraveteranurin hevði
nógv gott at siga um topp
liðið:
– Tað sær heilt spennandi
út hjá NSÍ. Kappingin um
plássini er stór. Tað sæst eitt
nú aftur í, at tað ikki hevði
so stórt árin, at tað longu í
1. hálvleiki varð neyðugt at
gera skifting í miðverjuni, og
tað sæst aftur í, at ein av inn
skiftu monnunum hevði av
gerandi leiklut, tá ið sigurs
málið varð skorað. Liðið
hevur spælt saman í fleiri ár,
og aldursprofilurin er góður.
So NSÍ má avgjørt roknast
millum FM favorittarnar, var
metingin hjá Jógvani Martin
Olsen.
Støðutalvan sigur, at tað
higartil í ár hevur gingið
betri, enn tað gjørdi, tá ið NSÍ
í 2007 vann FM fyri fyrstu
og higartil einastu ferð. Tá
vóru 12 stig í posanum eftir
sjey umfør. Nú eru 18 stig
komin til høldar. Fyri átta
árum síðani tapti NSÍ bara
einaferð frá 8. og til 27. umfar
(2-1 á Skála). Stóri spurning
urin er nú, um tað fer at
eydnast Trygva Mortensen
og hansara monnum at
halda dampin uppi.
Stigatalvan minnir annars
rættiliga nógv um tað, sum
tað undan kappingarbyrjan
varð roknað við. FC Suðuroy
og EB/Streymur eru undir
strikuni, og næst teimum
eru AB, TB og KÍ, og næst
NSÍ eru havnarfeløgini og
Víkingur og ÍF.
Klæmint í hopla
Í triðja umfari tapti NSÍ 3-0 á
útivølli ímóti B36. Tá var NSÍ
liðformaðurin Klæmint A.
Olsen sjálvandi ikki millum
málskjúttarnar. Annars hev
ur hann skorað í øllum hin
um umførunum. Nú hevur
hann skorað 11 ferðir. Tað er
nett helmingurin av samlaða
máltalinum hjá honum í fjør,
tá ið hann var toppskjútti
við 22 málum, og tað er meiri
enn helmingurin av teimum
21 málunum, sum NSÍ hevur
vunnið oddasessin við.
Leygarkvøldið
setti
Klæmint hol á eftir lítið
korter. Málið var merkisvert,
tí tað var nummar 100 hjá
honum
í
bestu
deildini.
Fagnaðurin var stórur um
málið, og hann var stórur
um sigurin, men tað var ikki
bara bara hjá NSÍ at fella AB.
Álvur F. Christiansen javnaði
tíðliga í 2. hálvleiki eftir stórt
mistak í miðverjuni og eftir
at Jógvan Skeel Nolsøe hevði
sent bóltin í stólpan, og leik
liga stóð AB einki aftanfyri
heimaliðið.
Gula kortið sat leyst í
lummanum hjá danska dóm
aranum, og tað hevði stóran
týdning, tá ið hann tjúgu
minuttir undan dystarenda
vísti vongverjanum hjá AB,
Beinir Ellefsen, tað fyri aðru
ferð. So var AB undirmannað,
og trettan minuttir undan
leikloki
skoraði
Jónhard
Frederiksberg sigursmálið.
Tá var tað, at innskifti Jann
Martin Mortensen so snildis
liga spældi veteranin leysan.
AB liðformaðurin Jónas
Stenberg var sjálvandi vón
brotin um úrslitið, men hann
var nøgdur við hugburðin og
avrikið:
– Í 2. hálvleiki vóru vit
betri enn teir. Hóast vit
vóru aftanfyri, so høvdu vit
í steðginum góða kenslu, og
1-1 málið gav okkum blóð á
tonna. Tað var heilt avger
andi, at vit mistu ein mann.
Dómaralinjan var óvanliga
hørð. Talan var ikki um skitið
spæl. Beinir Ellefsen gjørdi
trý fríspørk, og so reyk hann
út. Hetta var fyrsta tapið í ár,
og tað er frustrerandi, at vit
framvegis ikki hava vunnið,
tí javnleikirnir geva ikki so
nógv, men avrikið gevur
okkum mót. Stóri trupul
leikin er framvegis, at vit ikki
skora fleiri mál, sigur Jónas
Stenberg.
Klæmint A. Olsen ásann
aði, at tað stóð á, áðrenn NSÍ
sigurin varð vunnin:
– Teir arbeiða ógvuliga
hart, og tað ber við sær, at
okkara spæl ikki flýtur so
væl. Vit vóru alla tíðina foku
seraðir, og tað eydnaðist.
Og
mál
nummar
hundrað?
– Tað var væl spælt í
høgru av Jóhan Jacobsen og
Magnusi Olsen. Sjálvandi er
tað hugaligt at røkka hundr
að málum, men eg hugsi ikki
so nógv um tað. Hjá fremsta
manni er týdningarmikið at
skora nógv mál, og tú fegn
ast, tá ið tað eydnast, sigur
Klæmint A. Olsen.
Stórur lætti í HB
Tað var stórur fagnaður í
HB leguni, tá ið dómarin
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð á Vágseiði leygardagin.
Máltalvan vísti 1-2, og tepri
sigurin var serliga søtur, tí
tað var ikki fyrrenn í evstu
løtu, at Fróði Benjaminsen
skoraði sigursmálið.
HB
venjarin,
Heðin
Askham, ásannaði, at hetta
var stórur lætti:
– Vit vóru illa nøgdir við
avrikið, tá ið vit taptu 2-0 í
Runavík, og í vikuni tosaðu
vit nógv saman. Venjingar
nar vóru góðar, og avrikið á
Vágseiði var soleiðis, at tað
var so upplagt, at vit skoraðu
sigursmálið, hóast tað ikki
var fyrrenn í evstu løtu.
Í FC Suðuroy leguni var
vónbrotið stórt. Mamuka
legði beinanvegin heimaliðið
framum við rimmar lang
skoti. Levi Hanssen javnaði
við brotssparki stutt undan
Toppliðið strýkur avstað í kapping, har støðutalvan annars er farin
at líkjast tí, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við
NSÍ er væl
betri enn
FM árið
Páll Lervig
fc Suðuroy
Eg var staddur norðanfyri
leygardagin, tá FC.Suðuroy tók
ímóti HB. HB vann dystin 2-1
Avgerðin fall í 90 min. Sagt
verður fyri mær, at javnleikur
hevði verið tað rætta úrsliti. Men
gott kempa FC.Suðuroy Tit vinna
næstuferð.
fjepparin
Kristian M. Skála
ab
Einki fjepp...
fjepparin
Rógvi Dam
EB/Streymur
Tað var ikki undarligt, at sólin
skeinn í Klaksvík í dag, men um
hattar var straffi so veitt eg ikki,
men sera bíligt. Saman standa
vit sterk
fjepparin
Kristian Joensen
kí
Klassamunur í dag. Minnist til
landskappingin er ein Marathon
og ikki ein spurtur, nú skúmar
Bláa Bylgjan. Koyr á KÍ
fjepparin
Mynd: Álvur Haraldsen
Allan Enghamar
hb
Tað man kann takað við úr
Vági eru tey 3 stigini. Spæli var
ikki serliga yvirbevísandi, men
tað eru tíbetur bert málini sum
telja. Nú mugu vit finna fram
tann góða og gamla HB-andan
og fáa spælið at koyra betri!
HåååBeee.
fjepparin
Jan B. Antonioussen
nsí
Ikki tann besti dysturin vit
hava spælt í ár, men tað gekk!
Aftur trý stig, og takkað verið
fuglfirðingum hava vit fingið
eitt sindur av luft ímillum
okkum og B36. Skide gott! Stórt
tillukku til El Capitan við máli
nr.100! Við hesari ferðini er ikki
longi til 200! Vit koyra á víðari
mikudagin! Góðir !
fjepparin