mánadagur 20. apríl 2015síða 25
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44
ítróttur
súkkling
Nú er greitt hvørjir skulu umboða Føroyar
í súkkling á oyggjaleikunum í summar
Súkklulands
liðið er úttikið
Um vikuskiftið var nevn
iliga úttøkukapping í súkk
ling, men tann, sum smurdi
mótstøðumenninar av, fer
ikki at súkkla á Jersey.
Hann hevur valt eina aðra
ítróttargrein.
Favoritturin vann
Fyrsti
teinurin
í
hesi
úttøkukappingini
var
fríggjakvøldið, sum var ein
einkultstartur
áljóðandi
30 kilometrar. Í mun til
undanfarin ár, so vóru
munandi fleiri luttakarar
møttir til hesa kappingina.
Heili 12 súkklarar vóru við
til henda teinin, sum var
frá Plantusøluni í Hoydøl
um til Kaldbaks og aftur.
Guðmundur
Joensen
mátti sigast at vera favo
rittur undan teininum, og
tað var eisini hann, sum
smurdi alla mótstøðu av.
Hann gjørdist fremstur
næstan hálvan annan min
utt frammanfyri Jóanis
Albert Nielsen, sum hóast
krím megnaði at súkkla
seg á fram á eitt 2. pláss.
Stórtalentið,
20
ára
gamli Dávur Magnussen,
endaði á triðja plássi hóast
hann ikki hevði einkult
startsúkklu
ella
boyla
á róðrinum. Hann setti
veteranin Gunnar Dahl-
Olsen til viks, sum endaði
á fjórða plássi.
Aftur Guðmundur
Leygardagin var landaveg
súkkling á skránni. Tein
urin var 85 kilometrar og
gekk um hesi støð: Plantu
sølan, Kaldbak, Oyggjar
vegur, Gamlarætt, Skansin
og so aftur á Plantusøluna,
har málið var. 10 mans
vóru við.
Gunnar
Dahl-Olsen
royndi at stinga av og var
eisini eina løtu einsamall
ur, men hann varð fang
aður tá ið teir fýra Dávur
Magnussen, Guðmundur
Joensen, Hilmar Hansen og
Bogi Kristiansen súkklaðu
seg fram til hansara. Eftir
at hava vent á Gomlurætt
stakk Guðmundur so av
frá hinum, og hjá honum
eydnaðist
betur.
Hann
súkklaði einsamallur á mál
og kundi við Plantusøluna
fegnast um annan sigurin
av tveimum møguligum.
Bogi Kristiansen gjørd
ist nummar tvey og Dávur
Magnussen nummar trý.
Spurtur avgjørdi
Seinastu teinurin í úttøku
kappingini
var
sunnu
morgunin. Tá vóru sjey
súkklarar við til kapp
ingina, sum fyrst varð
súkklað í 45min. og síðani
tvey umfør á einum út
valdum teini.
Jóanis Albert Nielsen
súkklaði eina løtu frá
restini, men hann varð
fangaður.
Guðmundur
Joensen fekk ikki sítt hat
trikk, tí hann var ikki við
seinastu løtuna av tein
inum, sum teir tríggir
Bogi Kristiansen, Dávur
Magnussen
og
Gunnar
Dahl-Olsen myndaðu.
Avgerðin fall í einum
spurti ímillum teir tríggj
ar, og har eydnaðist tað
Dáva Magnussen at vinna
í drúgvum spurti ímóti
Gunnari Dahl-Olsen. Bogi
Kristiansen gjørdist so
statt nummar trý.
Landsliðið
Mest eyðsýndi súkklarin
hetta
vikuskiftið,
Guðmundur Joensen, varð
upprunaliga
úttikin
til
landsliðið, men hann er tó
eisini úttikin til triathlon-
landsliðið og velur heldur
at luttaka í triathlon.
Dávur
Magnussen
gjørdi eisini um seg við at
enda ímillum tríggjar teir
fremstu á øllum trimum
teinunum.
Støðugu
og
sannførandi avrikið varð
lønt við einum plássi á
landsliðnum, har hann á
Jersey skal súkkla saman
við
kanónini
Torkili
Veyhe,
veteraninum
Gunnari Dahl-Olsen, Boga
Kristiansen
og
Jóanis
Alberti Nielsen.
Eingin føroysk kvinna
verður við í súkkling á
oyggjaleikunum.
albinus@sosialurin.fo
Úrslit:
Býarkoyring
1. Dávur Magnussen
2. Gunnar Dahl-Olsen
3. Bogi Kristiansen
4. Hilmar Hansen
5. Jóanis Albert Nielsen
Einkultstartur – 30km
1. Guðmundur Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 45:26
2. Jóanis Albert Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 46:51
3. Dávur Magnussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 47:46
4. Gunnar Dahl-Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 47:57
5. Bogi Kristiansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 49:29
6. Hilmar Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .49:34
7. Hanus Debes Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 49:41
8. Jógvan Højgaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 49:56
9. Høgni Øster . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 55:51
10. Jan Hjaltalin Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1:00:55
11. Kári Simonsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1:02:13
12. Evald Rasmussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1:04:42
Landavegskoyring – 85km
1. Guðmundur Joensen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:17:29
2. Bogi Kristiansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:18:12
3. Dávur Magnussen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:18:12
4. Gunnar Dahl-Olsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:19:43
5. Hilmar Hansen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:19:46
6. Jógvan Højgaard . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:23:27
7. Sverri Mohr Edvinsson . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:27:41
8. Jóanis Albert Nielsen . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:40:39
9. Kjartan Egholm . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2:43:45
Landsliðini
Oyggjaleikir 2015
Súkkling
Torkil Veyhe
Dávur Magnussen
Bogi Kristiansen
Gunnar Dahl-Olsen
Jóanis Albert Nielsen
Triathlon
Menn:
Guðmundur Joensen
Andrass Joensen
Kári Davidsen
Hanus Debes Joensen
Kvinnur:
Karina Ottosen
Annelisa Jústadóttir Møss