mánadagur 20. apríl 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. apríl 2015 · Nr. 44
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Triathlon
Pætur Albinus
Tað er møguliga ikki serliga
nógv at hoyra um triathlon
í Føroyum, men tað merkir
ikki, at tað ikki verður íðkað.
Tvørturímóti hava tey í hesi
samanflættaðu ítróttargrein
ini av svimjing, súkkling og
renning verið í fullum snú
ningum fram ímóti felags
málinum í summar, sum eru
oyggjaleikirnir á Jersey.
Føroyski veturin loyvir
illa havsvimjing, og tískil
hava tey, sum íðka triathlon,
einamest vant renning og
súkkling í vetur, men sein
astu tíðina hevur møguleiki
eisini verið fyri havsvimjing
ini, sum tey hava vant í
Kaldbaksbotni.
Profilar við
Á oyggjaleikalandsliðnum,
sum varð úttikið í gjár, eru
tað serliga tvey nøvn, sum
fella í eygað og - uttan at taka
munnin ov fullan – geva Før
oyum heiðursmerkjavónir á
Jersey í summar. Tað eru tey
bæði Guðmundur Joensen
og Karina Ottosen.
Guðmundur
Joensen
hevur áður prógvað seg á
heimspallinum í triathlon og
fekk silvur á Bermuda sein
astu oyggjaleikir, men hóast
hansara luttøkur í kapping
um uttanlands eru falnar
mestsum burtur seinastu
tíðina, so prógvaði hann um
vikuskiftið, at hann fram
vegis er í sera góðari venjing.
Í tveimum av trimum súkklu
kappingum smurdi hann alla
mótstøðu av. Upprunaliga
varð hann úttikin eisini til
súkklulandsliðið og hevði
helst verið dreymahjálparin
hjá essinum, Torkili Veyhe,
men Guðmundur hevur valt
at íðka triathlon á Jersey.
At
luttaka
í
báðum
ítróttargreinunum er ikki
møguligt
hjá
Guðmundi.
Súkkling hevur sum treyt,
at luttakast skal í øllum tein
unum, og av tí at triathlon-
kappingin er sama dag sum
einkultstarturin í súkkling,
so varð Guðmundur tvungin
at velja aðru ítróttargreinina
– altso, triathlon.
Karina
Á kvinnusíðuni er somuleiðis
ein
stórur
profilur
við.
Karina Ottosen, sum eins og
Guðmundur hevur gjørt um
seg á heimspallinum, verður
við fyri fyrstu ferð síðani
2007. Tá vann hon Føroyum
eitt
bronsuheiðursmerki,
men úr triathlonføroyum
skilja vit, at hon er nógv
betur fyri nú.
Hóast Karina júst er
heimkomin eftir 14 dagar
venjingarlegu á Mallorka
og var nógv merkt av hørðu
venjingini, so stóð hon seg
somikið væl í triathlon-kapp
ingini í gjár, at hon endaði
frammanfyri helvtina av
teimum monnunum, sum
eru úttiknir til oyggjaleika
landsliðið.
Karina Ottosen býr í
Danmark, har hon er verandi
danmarksmeistari í triathlon
fyri lið.
Avbjóðarar
Á mannfólkasíðuni skulu teir
tríggir Andrass Joensen, Kári
Davidsen og Hanus Debes
Joensen eisini umboða Før
oyar. Her er tað kanska ser
liga Andrass Joensen, sum
eisini kann gera um seg á
oyggjaleikunum.
Andrass
býr í løtuni í Póllandi, har
hann tó fær tað at rigga við
at venja triathlon við einum
felagi í frítíðini. Í triathlon-
kappingini her heima í gjár
gjørdist hann nummar tvey
nakað aftanfyri Guðmund
Joensen.
Umframt Karinu Ottosen,
so skal ein onnur kvinna
umboða Føroyar. Tað er
Annelisa Jústadóttir Møss,
sum eisini býr í Danmark og
íðkar har.
Kappingin
Teinurin, sum skal leggjast
um bak á Jersey, er tann
sonevndi OL-teinurin. Tað
umræður at svimja 1500m,
súkkla 40km og renna 10km.
Á
oyggjaleikunum
á
Rhodos og á Bermuda sein
ast var neyðugt at gera ser
liga nógv burturúr fyrireik
ingunum fyri at venja seg
við ótespiliga hitalagið, men
á Jersey hesaferð fer veðrið
helst at passa føroyingunum
betur.
albinus@sosialurin.fo
Sterkt
lið til
Jersey
Landsliðið í triathlon er væl mannað til oyggjaleikirnar á Jersey.
Tvær kanónir eru við og geva Føroyum vón um heiðursmerki
Savnsmynd
Guðmundur Joensen hevur áður prógvað seg
á heimspallinum í triathlon og fekk silvur
á Bermuda seinastu oyggjaleikir, m
Savnsmynd