Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 36

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 4 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað myndasavnið úr savninum hesa vikua Terji Nielsen Á gomlu myndini her á síðuni hongur Ingi Olsen í leysum lofti framman fyri kyndilsmálinum í avgerandi dystinum um FM-heitið í hondbólti á vári í 1993. VÍF vann dystin og tryggjaði sær harvið føroyameistaraheitið, eftir at Kyndil annars hevði vunnið fimm tey seinastu árini á rað. Jónleif gjørdi góðan mun Eg minnist øgiliga væl árið 1993, og handan seinasta dystin minnist eg eisini øgiliga væl. Hatta var árið, tá ið Jónleif Sólsker skifti frá Kyndli til okkum mitt í kappingarárinum, og tað haldi eg, var ein avgerandi munur. Kyndil viknaði, av at hann fór, meðan vit blivu sterkari, at fáa hann til okkara, sigur Ingi Olsen. Hann sigur, at hetta var krepputíð í Føroyum, og tað hevði við sær, at fleiri leikarar fóru av landinum at arbeiða eina tíð, og tí var liðið hjá VÍF ikki altíð líka sterkt. Men vit fingu eitt gott lið gjøgnum árið. Tá vit spældu avgerandi dystirnar, var Jónleif á miðjuni, meðan Áki(Olsen, bróður Inga) var á vinstra bakki, og eg var á høgra bakki. Eg meini, at Harald Bjørgvin var á vinstra bakki, og so hevur Finn Jørgen(Olsen, eldri bróður Inga) helst verið á høgra vongi, og Rógvi Nielsen var á strikuni. Vit høvdu altíð havt stórar trupulleikar av at lirka verjuna hjá Kyndli upp, men hetta árið megnaðu vit at lata verjuna hjá teimum upp, greiðir hann frá. Á liðnum hjá Kyndli vóru leikarar sum Dia Midjord, Andreas F. Hansen, Birgir Hansen, Kári Nielsen og eisini silvurvenjarin hjá H71, Petur Mittún. Teir vardu við eini ógvuliga flatari verju, og tað gav okkum gott pláss. Bakketan hjá okkum var sera sterk, og teir kláraðu ikki at steðga henni. Áki var rættiliga nýggjur, og teir fingu als ikki fatur á honum, og teir broyttu heldur ikki stórvegis uppá verjuna hjá sær, tí teir høvdu ikki typurnar til at fara út eftir okkum. Teir høvdu í nógv ár koyrt eftir somu uppskrift, har teir lótu okkum skjóta, men tað var ikki fyrr enn í 1993, at vit høvdu nóg nógva skotstyrki, sigur Ingi Olsen. Ættarliðsskifti gekk væl Hondbóltsúrmælingurin úr Vestmanna hevði í 1993 leikt fleiri ár á besta liðnum hjá VÍF, men hóast tað fleiri ferðir hevði verið tætt við, so var tað ikki fyrr enn í 1993, at hann vann sítt fyrsta gull við felagnum. Tey fyrstu trý til fimm árini hjá mær á besta liðnum, var tað øgiliga javnt millum okkum og Kyndil, men tað koppaði altíð til fyrimuns fyri teir. Í VÍF stúrdi man um hetta mundi nokk so nógv fyri einum ættarliðsskifti, sum fór at koma, men tað vísti seg at ganga rættiliga væl. Kári Mortensen, Kári Durhuus, Páll Poulsen, Kristin Johansen, Sjúrður Holm, Palli Joensen, Palli Aksham og aðrir høvdu myndað liðið í nógv ár, men teir vóru allir komnir væl til aldurs um hetta mundi. Vit vóru nakrir, sum so líðandi komu inn á liðið. Tað vóru umframt meg sjálvan menn sum Martin Hansen, Harald Bjørgvin, Rógvi Nielsen og Neil Bláhamar. Hjalmar Klein Olsen var longu komin á liðið. Nakrir av teimum eldru góvust ikki beinanvegin, so vit høvdu eina góða blanding við ungum og royndum leikarum, greiðir Ingi Olsen frá. Hann sigur, at júst tað, at nakrir av teimum eldru hingu í nøkur ár afturat, gjørdi, at ættarliðsskifti ikki bleiv so ógvusligt sum væntað. Í so máta líktist tað liðið liðnum, sum vit hava í dag. Í avgerandi dystum er tað serliga gott at hava rutinu í hópinum, sigur hann. Altíð full høll Ingi Olsen minnist aftur á, at tað altíð var nakað heilt serligt, tá ið teir spældu móti teimum grønu úr Havn. Tað var altíð full høll, tá ið vit og Kyndil spældu. Tað vóru bara vit, sum kappaðust um meistaraheitið, og tað var so tætt okkara millum. Tað eina árið spældu vit allar fýra innanhýsis dystirnar javnar. Eg minnist, at tað árið vóru vit á odda í báðum dystunum í Havn, har Kyndil so heintaði tað innaftur, og í Vestmanna var Kyndil Fyrsta FM-heitið hjá mær Nýklakti gullvenjarin hjá VÍF, Ingi Olsen, minnist væl, tá ið hann í 1993 vann fyrsta FM-heitið í bestu mansdeildini Ingi Olsen Ingi Olsen vann fyri kortum aftum føroyameistaraheitið í manshondbólti. Hesaferð sum venjari hjá barndómsfelagnum VÍF Mynd: Álvur Haraldsen