mánadagur 20. apríl 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
5
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
á odda í báðum dystunum, har vit so
heintaðu tað innaftur, sigur hann.
Sum oftast var spenningur um
gullið heilt til seinasta dyst, og tað
gjørdi sítt til, at áhugin var so stórur
fyri dystunum.
Tað var øgiliga sjáldan avgjørt
áðrenn seinasta dyst. Men eg minnist
eitt árið, har vit blivu meistarar eitt
mikukvøld í Havn, tí Kyndil tapti
aðrastaðnis. Tað var ótrúliga keðiligt
og faktisk ein ógvuliga fløt kensla.
Tað var nógv stuttligari at fáa alt
avgjørt við einum altavgerandi dysti,
sigur Ingi Olsen.
Leikararnir eru sterkari nú
Hann heldur, at hóast spælararnir hjá
serliga VÍF og Kyndli hesi árini vóru
sera væl fyri, so eru teir á nógvum
økjum nógv betur fyri í dag.
Bæði vit og Kyndil høvdu lið, sum
vóru tekniskt og taktiskt væl fyri tá.
Men í dag høvdu vit verið steðgaðir
av reinari rástyrki, tí ungu leikararnir
í dag eru nógv sterkari, enn hvat vit
vóru, sigur hann.
Ingi Olsen vísir eisini á, at í dag
eru tað øgiliga nógv feløg, sum gera
eitt gott arbeiði, og at hondbólturin í
Føroyum er øgiliga væl fyri nú.
- Tey flestu feløgini venja alt árið,
og serliga teir yngru leikararnir eru
nógv betri fyri fysiskt. Leikararnir eru
meiri tilvitaðir um fysiska venjing, og
tað er tað, sum ger, at leikarar nú á
døgum eru nógv sterkari, sigur hann.
Eitt annað, sum Ingi Olsen heldur
er nógv stuttligari við kappingini nú á
døgum í mun til fyri 20 árum síðani,
er, at tað eru fleiri lið um boðið í dag.
Vit hildu sjálvandi, at tað var
stuttligt tá, hóast tað bara vóru vit
og Kyndil, sum bardust um gullið við
onkrum einstakum undantaki. Men
í dag eru øgiliga fáir lættir dystir,
og tú noyðist at stríðast at kalla
hvønn einasta dyst. Tað ger tað nógv
stuttligari, heldur hann.
terji@sosialurin.fo
Ein flúgvandi Ingi Olsen í
atsókn móti Kyndilsmálinum
í avgerandi dystinum um
føroyameistaraheitið á
Hálsi á vári í 1993
Mynd: Jens Kr. Vang