týsdagur 13. juli 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 131 - 13. juli 2004
Nr. 131 - 13. juli 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Minningarhald
í Screbrenica
Fleiri túsund muslimar
úr øllum Bosnia komu
saman sunnudagin at
minnast tey, sum lótu lív
undir hópdrápinum í bý-
num fyri tíggju árum
síðani.
Samstundis
vórðu
leivdirnar av 338 monn-
um og dreingjum jarð-
aðar undir einum há-
tíðarhaldi stutt uttan fyri
sjálvan býin. Leivdirnar
vórðu funnar í fleiri
hópgravum. Millum tey
hjástøddu var Azemina
Nuhanovic. Hon segði
undir hátíðarhaldinum,
at hon hevði vónað at
finna bróður sín aftur á
lívi, men at hon var
komin at fylgja honum
til gravar. Bróðurin var
39 ára gamal og var ein
av teimum meiri enn
7.000, sum serbar myrdu
í Screbrenica.
Síðani borgarakríggið
í Bosnia endaði í 1995,
hava bjargingarlið funn-
ið meiri enn 60 hóp-
gravir
nærhendis
Screbrenica. Hópmorðið
er tað ringasta í Evropa
síðani seinna heimsbar-
daga.
Stjórnin tapti
Í Japan tapti tann libe-
raldemokratiska stjórnin
hjá Junishiro Koizumi,
forsætisráðharra yvir-
húsvalið sunnudagin.
Sunnudagin
skuldu
japanar manna 121 av
teimum 242 sessunum,
sum eru í yvirhúsinum.
Tann liberaldemokrat-
iski flokkurin fekk sam-
bært teimum seinastu
tølunum 51, og tað var
minni, enn flokkurin
hevði vónað at fáa. Úr-
slitið ger, at flokkurin
hevur tilsamans 115
umboð í yvirhúsinum.
Tann størsti andstøðu-
flokkurin, demokratar-
nir, hevur nú 82 umboð í
yvirhúsinum.
Undan
valinum
sunnudagin
hevði hann 70 umboð
har.
Stjórnin hjá Koizumi
er kortini ikki í vanda, tí
hon hevur meiriluta í tí
máttmikla undirhúsin-
um. Eygleiðarar í Tokyo
siga tó, at forsætisráð-
harrin er viknaður, og at
valúrslitið
kann
fáa
ávirkan á fleiri nýskip-
anir, sum forsætisráð-
harrin hevur verið tals-
maður fyri at fremja.
Seldi ólógligar
bátar
Ein danskur bátasølu-
maður helt, at tað mundi
vera skilagott at innflyta
bátar úr USA, nú tann
amerikanski dollarin er
so nógv viknaður í virði,
men hann noyðist nú at
sanna, at so einfalt er tað
ikki.
J y l l a n d s p o s t u r i n
skrivar, at Sjóferðslu-
stýrið hevur meldað
sølumannin til løgregl-
una. Tað vísti seg, at
maðurin hevði fingið
tríggjar motorbátar úr
USA, og at hann hevði
lýst teir til sølu. Men tá
Sjóferðslustýrið fór at
kanna bátarnar, kom
fram, at teir luku ikki
treytirnar, sum bátar í
Evropa skulu lúka. Eitt
nú vóru teir ikki nóg
tryggir.
Sjóferðslustýrið hevur
seinastu tíðina vitjað
fleiri bátasølur á Sæ-
landi fyri at kanna, at
allar reglur verða hildn-
ar. Tann, sum brýtur
reglurnar, kann fáa bót
ella hefti upp til tvey ár.
Jackson skal tiga
Poppstjørnan Michael
Jackson hevur nú fingið
boð um, at hann skal
ikki siga nakað um
sakarmálið, sum mynd-
ugleikarnir hava lagt
ímóti honum.
Løgreglan í Kalifornia
hevur ákært Michael
Jackson fyri at hava
gjørt seg inn á børn
kynsliga, men nú um
dagarnar
kunngjørdi
hann eitt tíðindaskriv,
har hann segði, at hann
hevur ongantíð gjørt
nøkrum barni ilt. Tað vil
dómarin Rodney Mel-
ville ikki góðtaka, og
hann hevur nú givið
Jackson boð um at tiga.
Tey somu boðini hevur
hann givið øðrum, sum
hava við málið at gera.
Rodney Melville sigur,
at ætlar Michael Jackson
sær at siga nakað um
málið, skal hann spyrja
seg fyrst.
Dómarin hevur eisini
gjørt av, at øll skjøl í
málinum ímóti Michael
Jackson skulu haldast
loynilig. Tað hevur fing-
ið øði í amerikanskar
fjølmiðlar, sum halda, at
dómarin
roynir
at
órógva
arbeiðið
hjá
fjølmiðlunum.
Ísraelski kjarnorku-
teknikarin Mordechai
Vanunu vil nú sleppa
at flyta úr Ísrael. Tað
skal hægstirættur
taka støðu til
ÍSRAEL
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tann
21.
apríl
slapp
Mordechai
Vanunu
úr
einum ísraelskum fongsli.
Tá hevði hann sitið har í
átjan ár, tí hann hevði av-
dúkað partar av tí sera
loyniliga ísraelska kjarn-
orkuútbúnaðinum.
Síðani hann kom útaftur,
hava myndugleikarnir sett
honum forboð fyri at siga
nakað sum helst um ísra-
elska kjarnorkuútbúnaðin.
Hann sleppur heldur ikki av
landinum at ferðast, og
hann hevur eisini fingið
forboð fyri at tosa við út-
lendsk tíðindafólk.
Men nú vil hann sleppa
úr Ísrael. Norski sakførarin
Fredrik Heffemehl, sum
leingi hevur roynt at hjálpa
Vanunu, sigur við norsku
tíðindastovuna NTB, at
Mordechai Vanunu hevur
ongar møguleikar at liva
eitt vanligt lív í Ísrael aftan
á fongsulstíðina. Nógvir
jødar hata hann, tí hann
avdúkaði loyndarmálið um
landsins kjarnorku. Tað
fekk hann eisini at kenna,
tá hann sunnudagin kom í
hægstarætt, tí uttanfyri
róptu fólk rakstrarróp eftir
honum.
Ísraelskir
eygleiðarar
vænta ikki, at hægstirættur
fer at lata Vanunu sleppa av
landinum,
tí
ísraelska
stjórnin hevur sagt, at hann
er framvegis ein vandi fyri
landið.
Viðgerðin í hægstarætti
er eisini fullkomiliga loyni-
lig. Tá Vanunu hevði lagt
síni sjónarmið fram, fekk
hann boð um at fara út. Síð-
ani greiddu myndugleik-
arnir rættinum frá sínum
sjónarmiðum. Tann frá-
greiðingin tók tveir tímar,
men Vanunu fekk ikki at
vita, hvat myndugleikarnir
høvdu sagt.
– Heimsins leiðarar
mugu fáa høvdið upp
úir sandinum nú,
segði ST-aðalskrivar-
in, Kofi Annan, tá
hann setti altjóða
AIDS-ráðstevnuna í
Bangkok
Kofi Annan legði ikki
fingrarnar ímillum, tá hann
sunnudagin setti altjóða
AIDS-ráðstevnuna í tei-
lendska
høvuðsstaðnum
Bangkok, og hann gjørdi
greitt, at allir heimsins
leiðarar hava ábyrgd av tí,
sum hendir ella rættari sagt
ikki hendir á økinum.
– Alt fleiri og fleiri
kvinnur hava HIV-virusið í
sær, og hetta er ein ræðandi
gongd. Kortini hava ein
triðingur av heimsins lond-
um ongan politikk, sum
verjir kvinnurnar, segði
Kofi Annan
og
legði
afturat, at fátækradømi,
harðskapur og misnýtsla
økja vandan fyri, at kvinnur
verða smittaðar.
– Vit kunnu steðga hesari
gongdini við at geva gent-
um og kvinnum betri
møguleikar at verja seg
ímóti smittuni, segði ST-
aðalskrivarin.
Ikki færri enn 17.000
umboð úr 160 londum eru á
ráðstevnuni í Bangkok.
Millum luttakararnar eru
politikarar, granskarar og
felagsskapir, og tey skulu
teir næstu dagarnar tosa
um, hvussu bardagin ímóti
AIDS best kann leggjast til
rættis.
Hagtøl hjá ST siga, at
næstan 40 milliónir fólk
eru smittað við HIV, og at
teimum búgva umleið 30
milliónir í menningarlond-
unum. Samstundis vísa tøl-
ini, at í teimum fátæku
londunum fáa bara ein
brotpartur av teimum sjúku
heilivág.
Framrokningar siga, at
innan 2010 kunnu 48 milli-
ónir fólk fara at doyggja av
AIDS, og at talið kann
koma upp í 74 milliónir
innan 2015.
– Leiðarar í øllum heim-
inum eiga at vísa, at tað er
ein æra og ikki ein skomm
at tosa um AIDS, segði
Kofi Annan við teir 17.000
luttakarnar.
Nú má heimurin vakna
Vanunu vil sleppa úr Ísrael
Mordechai Vanunu avdúkaði tað ísraelska kjarnorkuloyndar-
málið. Nú vil hann sleppa av landinum
Mynd: Reuters
– Tað er ein æra og ikki ein skomm at tosa um AIDS, segði Kofi Annan, tá hann setti AIDS-ráðstevnuna í Bangkok
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
3
2