týsdagur 13. juli 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 131 - 13. juli 2004
Nr. 131 - 13. juli 2004
5
Mikudagin 14. juli, verður skjøtul
settur á árligu Fólkatónleikara-
stevnuna. Tað er Føroya Fólkatón-
leikarafelag, ið skipar fyri og kon-
sertirnar verða, eins og undanfarin
ár, ymsastaðni kring landið. Í
Havn, Runavík, á Kirkju, í Syðru-
gøtu og í Mykinesi. Eisini verður
stevnan partur av G!-festivalinum
Tónleikarar:
Gemma og Isobel:
Í ár verða tveir forvitnisligir útlendskir
gestir við á stevnuni. Hetta eru Gemma
Donald, sum spælir viól og Isobel, sum
spælir klaver. Tær koma úr Hetlandi.
Gemma er 15 ára gomul, men hevur hó-
ast unga aldurin longu vunnið fleiri
heiðursmerki innan tónleikin, m.a. varð
hon skýrd at vera Young Fiddler of the
Year, fyri nøkrum árum síðani. Fyrr í ár
var hon við í eini fiólkapping í Skotlandi,
har hon megnaði at vinna fýra heiðurs-
merki og at fáa fleiri stig enn nakar annar
viólleikari hevur megnað síðani kapping-
in byrjaði í 1959. Tær báðar fara fyrst og
fremst at spæla við Spælimonnunum,
men eisini fara tær at framføra sum duo.
Tær framføra sum duo 15. juli kl 20.30
á Kirkju, 17. juli kl 13 í Runavík og 18.
juli kl 16 í Norðurlandahúsinum.
Heðin Ziska Davidsen trio:
Síðani verður ein nýggj trio við Heðini
Ziska Davidsen, formanni í Mentón, á
odda. Umframt Heðin verða Mikael Blak
og Høgni Lisberg við. Teir spæla jazzut
instrumentalt tilfar hjá Heðini. Fyrireikar-
arnir siga, at hesin tónleikurin minnir um
tónleikin á útgávuni Tjant.
Teir verða at hoyra 14. juli kl 20.30 í
Runavík og í Norðurlandahúsinum 18.
juli kl 16.00
Spælimenninir:
Spælimenninir eru eisini við í ár. Við í
Spælimonnunum eru Kristian Blak,
Sharon Weiss, Ívar Bærentsen, Hilmar
Joensen, Angelika Nielsen, Daniel Niel-
sen, Rebekka Blak, Jákup Lützen og
Heini Lützen. Somuleiðis verða hetlend-
sku Gemma og Isobel við spælimonn-
unum. Tey fara at spæla hetlendskan,
norðurlendskan og amerikanskan spæli-
manstónleik.
Spælimenninir framføra 14. juli kl
21.00 í Vertshúsinum, 15. juli kl 20.30 á
Kirkju, 16. juli kl 19.00 í Syðrugøtu, 17.
juli kl 22.00 í Hafnia Lounge og 19. juli í
Mykinesi.
Markamót:
Bólkurin er mannaður av royndum tón-
leikarum. Eyðun Hansen, Finnur Hansen,
Janus Trúgvason og Arnhold Ludvig
spæla við. Teir spæla egnan instrumental-
an tónleik og vísur á føroyskum.
Markamót verður at hoyra 18. juli kl
16.00 í Norðurlandahúsinum og 19. juli í
Mykinesi.
Enekk:
Kári Sverrison og Agnar Lamhauge spæla
nýggj og eldri løg, flestu teirra hjá bólk-
inum Enekk.
Teir framføra 14. juli kl 20.30 í Runa-
vík, 16. juli kl 20.30 í Syðrugøtu og 17.
juli kl 12.00 í Runavík.
Vísusangur:
Niels og Helgi Midjord, ið báðir spæla
gittara og syngja fara at framføra egin og
norðurlendsk vísuløg.
Teir verða at hoyra 15. juli kl 20.30 á
Kirkju, 16. juli kl 22.30 í Syðrugøtu og
19. juli í Mykinesi.
Kingosálmur:
Niels Midjord, Petur Jacob Eliasen og
Símun Rasmussen fara at syngja kingo-
sálmar á matiné í Havnar Kirkju. Við
sama høvi fer Kristian Blak at framføra
egnan tónleik á nýggja klaverið í kirkjuni.
Hetta verður 17. juli kl 11.30 í Havnar
Kirkju.
Barnatiltak:
Í Syðrugøtu verður barnatiltak við barna-
sangum og øðrum, við Spælimonnum,
Sharon Weiss og Kára Sverrisyni. Barna-
tiltakið verður kl 15.15 á spæliplássinum
í Syðrugøtu.
eys
Fólkatónleikarastevnan 2004
Í morgin letur upp
eitt bygdasavn á Nesi,
í Eysturoynni. Tað er
Fornminnisfelagið, ið
eigur og rekur savnið,
sum heldur til í
prestagarðinum, sum
Hammershaimb,
prestur, lat byggja.
Hóast garðurin
sjálvur kanska er tað
forvitnisligasta, so
eru hópin av øðrum
spennandi fornlutum
eisini
BYGDASAVN
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Fornminnisfelagið her
norðuri varð stovnað í
1995. Vit hildu til í gamla
prestagarðinum, sum Lands-
stýrið átti. Men tá vit stovn-
aðu Bygdasavnið, keyptu
vit gamla garðin frá Lands-
stýrinum. Hetta var í 1998.
Síðani tað hava vit vælt um,
fyrst uttan og síðani innan,
og nú er hann klárur at lata
upp fyri almenninginum,
sigur Jógvan Ingvard Ol-
sen, sum er formaður í
felagnum.
Hann sigur, at garðurin
var illa farin, tí hann hevur
staðið tómur síðani 1976,
og har hevði verið ein stór-
ur vatnskaði eisini, so tað
hevur verið eitt stórt ar-
beiði, at fáa hann í stand.
– Táið Hammershaimb
bygdi garðin, var hann
næststørsta húsið í land-
inum. Bara Amtmansborg-
in var størri. Hann var sum
ein og hvør annar bónda-
garður um tað tíðina. Vit
hava funnið skjølini sum
prógva tað, og hava tey her
á savninum, so tað er nokk
so stuttligt, sigur Jógvan
Ingvard. –Vit hava roynt at
fáa garðin at líkjast so nógv
upprunaliga garðinum, sum
gjørligt. Men sjálvandi er
okkurt skift út síðani
Hammershaimb var her.
Tapet og plátur eru skift,
men nú er garðurin, sum
hann var í umleið 1930-50,
sigur Jógvan Ingvard.
Áhugaverdir lutir
Men tað er ikki bert garð-
urin sjálvur, sum er áhuga-
verdur. Bygdasavnið hevur
nevniliga fingið hendur á
nógvum gomlum lutum.
M.a. eru gomul arbeiðsam-
boð, ting frá krígnum, og
nógv skjøl. Ein gomul toy-
rulla er eisini, sum kona
Hammershaimb teknaði og
Hammershaimb
sjálvur
bygdi. Bygdasavnið hevur
somuleiðis fingið hendur á
skjølunum, sum váttað lán-
ið, sum Hammershaimb tók
frá jomfu Schrøder, fyri at
fíggja toyrulluna. Tilfarið
kostaði í 1863 4072 ríkis-
dálar.
Hammershaimb
skuldi gjalda lánið aftur
innan 28 ár, og við 6% í
rentu.
Bygdasavnið hevur eisini
nógvar
gamlar
bøkur.
Prestagarðurin hevur altíð
virkað sum bókasavn, og
nakrar av gomlu bókunum
stava frá 1836. Í samband
við hetta, er ætlanin, at
prestarnir í Eysturoynni
skulu taka bókasavnstáttin
upp aftur, og hava teolog-
iskt bókasavn á gamla
garðinum. Jógvan Ingvard
sigur, at savnið longu hevur
fingið nógvar bøkur frá
Jóhan Weihe og Jákupi
Magnussen, prestum. – So
kunnu prestarnir hava eitt
stórt felags bókasavn her,
júst sum í gomlum døgum,
sigur Jógvan Ingvard. So
kunnu teir koma higar at
sláa upp og annað, sigur
hann.
Lata upp týsdagin
Fornminnisfelagið hevur
eini 90 limir og 5 nevndar-
limir, sum allir hava hjálpt
væl til í arbeiðnum við at
seta húsini í stand. Jógvan
Ingvard sigur, at eisini virk-
ir og fólk annars hava sýnt
tiltakinum áhuga, og hava
hjálpt sera væl til. Hann
nevnir, at herfyri, tá luta-
seðlasøla og tombola var,
komu uml 100.000 kr inn.
Tað hevði ikki latið seg
gjørt uttan nógva sjálv-
bodna arbeiðið og stuðulin
tey fingu. – Hetta hevur
ikki verið heilt bíligt, tí
húsini eru jú so stór. Men
nú er liðugt, og í týsdagin
lata vit upp á fyrsta sinni.
Ætlanin er at hava opið týs-
dagar kl 16-19 og sunnu-
dagar kl 15-18 hetta til 1.
September. Eftir tað, verður
opið eftir avtalu, sigur
Jógvan Ingvard.
Gamli
prestagarðurin,
sum nú er vorðin bygda-
savn, stendur tætt við
Sjógvin á Neshamri. – Tætt
við gomlu kirkjuna, um
onkur ivast, leggur Jógvan
Ingvard afturat.
Umframt gamla presta-
garðin, eigur Bygdasavnið
eisini tvey onnur hús. Ann-
að stendur á Toftum og hitt
á Nesi.
Prestagarður Hammershaimbs settur í stand
Jógvan á Lakjuni var millum tey innbodnu, og hann tók av
møguleikanum at síggja forvitnisliga prestagarðin
Mynd: Maria Olsen
Jógvan Ingvard Olsen heldur røðu, tá ið savnið lat upp fyri innbodnum í síðstu viku. Týsdagin
letur tað upp fyri almenninginum
Mynd: Maria Olsen
Mikudagin í farnu
viku byrjaði útfyll-
ingin við Sandin í
sambandi við miðbý-
arætlanina hjá Klaks-
víkar kommunu.
Talan er um eitt
rættuliga stórt øki,
sum skal fyllast út.
Eisini aðrastaðni
verður arbeitt við at
fylla út, so staðfestast
kann bara, at býurin
er við at vaksa nakað í
vavi
ÚTFYLLING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík: Arbeiðið við at
fylla út við Sandin gongur
skjótt. Tað byrjaði miku-
dagin í farnu viku, og bein-
anvegin sást fyrsta broyt-
ingin.
Steinbjørn
Jacobsen,
borgarstjóri, sigur, at útfyll-
ingararbeiðið fer at halda
fram hesa vikuna afturat,
men so fer Norðoyatunnilin
í feriu í tríggjar vikur, og tá
kemur onki grót.
– Tað kemur sostatt ein
steðgur í arbeiðið nú, men
vit vænta, at einir 7.000
rúmmetrar verða fyltir út
afturat, áðrenn farið verður
í feriu, sigur borgarstjórin.
Arbeiðið byrjar so aftur
aftan á ólavsøku.
Handilsmiðstøðin
ikki slept
Hóast røddir hava verið
frammi um, at ætlaða hand-
ilsmiðstøðin, sum skuldi
byggjast har, sum fylt
verður, er slept, so sigur
borgarstjórin, at tað er ikki
heilt rætt.
– Ætlanin er ikki slept
heilt. Eg kann bara siga so
mikið sum, at tað verður
arbeitt við henni enn, sigur
Steinbjørn, sum tó ikki vil
koma nærri inn á hetta
málið í løtuni.
Tað verður fylt út meira
enn ætlað vestarumegin.
Hetta kemur av, at eitt ar-
beiðsøki má verða til bygg-
ingina av handilsmiðstøð-
ini.
– Tá hon er liðug, verður
alt tað tikið uppaftur og
nýtt aðrastaðni. Men vit
mugu gera tað soleiðis, tí
eitt arbeiðsøki verður al-
neyðugt í sambandi við
miðstøðina, greiðir Stein-
bjørn frá.
Bingjupláss
Tað er ikki bara við Sandin,
at tað verður fylt út í hesum
døgum. Við Norðborg á
vestaru
bryggju
hevur
eisini dúgliga verðið fylt út
í seinastuni, og væntar
borgarstjórin, at tá tað ar-
beiðið er liðugt, verður eitt
øki upp á millum 4.- og
5.000 fermetrar til bingjur
og annað.
– Vit hava eisini givið út
tvey byggiloyvi har, men
tey koma at byggja heilt
niðan móti bakkanum, so
har verður munandi betur
pláss, tá arbeiðið er liðugt,
sigur Steinbjørn Jacobsen.
Longi hevur verið trong-
ligt á vestaru bryggju í
Klaksvík, men um ikki so
langa tíð, verður nýggja
bingjuplássið klárt at taka í
nýtslu.
Steinbjørn sigur at enda,
at við vilja verður ikki fylt
so langt út á vánna, so at
ein møguligur kaikantur
kann gerast har, um tað
verður neyðugt.
Friðarlig
vestanstevna
Løgreglan í Vágunum
hevði ikki nógv at gera
um
vestanstevnuna.
Vakthavandi sigur, at
tað var stak friðarligt
alla stevnuna, og fólk
sýndu fyrimyndarligan
atburð.
Nógv fólk vóru bæði
til kappróðurin og í
býnum um kvøldið,
men hóast tað var onki
hjá løgregluni at gera.
– Ein fullur maður
varð tikin inn á støðina
at sova rúsin av sær,
tað var í stórum tað
heila, sigur vakthav-
andi.
Løgreglan í høvuðs-
staðnum, Klaksvík og
Runavík sigur somu-
leiðis frá einum sera,
sera friðarligum viku-
skifti.
- sae -
Miðbýurin veksur
Listakvinnan Ásla
Rannvá Svensson er
farin á rannsóknar-
ferð í dulvitinum. Við
strikum, litum og
hvøssum amboðum
skavar hon seg heilt
ítøkiliga niður undir
yvirflatuna á bæði
løriftinum og menn-
iskjasinninum
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Teir 36 málningarnir hjá
listakvinnuni Ásla Rannvá
Svensson í Norðoya Kunn-
ingarstovu hava eittans
heiti:
Innaralandslag.
Skrivað í einum orði í
eintal. Ásla er farin á kann-
ingarferð í dulvitinum og
gravingaramboðini
eru
lørift, litir og eitthvørt at
skava við. Hetta er eisni tað
einasta ítøkiliga áskoðarin
hevur at halda seg til.
Restin er upp til hugflogið.
Sker inn á bein
Ásla nýtir ikki siðbundnu
tilgongdina til sína kann-
ingarferð, har ímyndir og
løgnar verur lata dyrnar
upp fyri eini endaleysari
røð av tulkingum og yvir-
tulkingum, sum av somu
orsøk missa sítt virði og
bara standa eftir og síggja
tápuligar út.
Ásla hevur kutað alt slíkt
burtur, skorið inn á bein við
næstan áleypandi harðlig-
um strikum og køldum lit-
um. Myndirnar fáa eitt-
hvørt nakið og verjuleyst
yvir seg, men samstundis
ófrávíkiligt – sum kann tað
ikki vera øðrvísi.
Lindir og leitan
Tá tú velur onki myndevni
at hava yvirhøvur, er tað
ikki heilt burturvið at lata
leitanina eftir myndevnin-
um verða myndevni sjálvt.
Eins og Ásla hevur valt at
skriva Innaralandslag í
einum orðið, sum vóru
orðini løgd omaná hvørt
annað, eru málningarnir
eisini mest at líkna við jarð-
artvørskurðir har lindirnar
skapa sítt egna mynstur.
Hetta er eitt hugskot vit
hava sæð fyrr í føroyskum.
Seinast í skaldsøguni hjá
Marjuni Kjelnæs, sum jú
eisini
hevur
undirheiti
"Leitan og lindir" í tilsip-
ingini til eina ítøkiliga og
abstrakta undirgrund.
Oyðimarkargongd
Við somu litum í ymsum
brigdum, somu strikum í
ymsum breiddum leitar
listakvinnan víðari í dulvit-
inum, sum sóknast hon eftir
meira. Tá møguleikarnir
tykjast at vera troyttir,
koma skøvur í myndirnar.
Fyrst varisliga leitandi síð-
ani agressivar næstan oyði-
leggjandi. Tað er sum lista-
kvinnan
heilt
ítøkiliga
roynir at skava seg longur
og longur niður á dulvitið. Í
skøvunum koma nýggj lit-
brigdi fram og onkustaðni
hómast smá frávik frá teim-
um beinu, vannrøttu rípun-
um, men so hendir heldur
ikki meir. Leitanin verður
ein oyðimarkargongd og
heldur sum frá líður uppat
at vera áhugaverd.
Men Ásla handfer tek-
nikkin á ein sera sannfør-
andi hátt, ikki minst í mát-
anum boðskapur, teknikkur
og tilfar verða endurspegl-
ingar av hvørjum øðrum.
Mikudagin í farnu viku byrjaði útfyllingararbeiðið við Sandin í Klaksvík. Arbeiðið fer fyrst og
fremst at halda fram hesa vikuna, men so verður feria í tríggjar vikur
Skøvur í dulvitinum
Eins og Ásla hevur valt at skriva Innaralandslag í einum orðið, sum vóru orðini løgd omaná hvørt annað, eru málningarnir
eisini mest at líkna við jarðartvørskurðir har lindirnar skapa sítt egna mynstur
C
M
Y
K
5
4