týsdagur 13. juli 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 131 - 13. juli 2004
Nr. 131 - 13. juli 2004
7
Silberbauer koyrdi ávirkaður
Hóast einki er váttað,
bendir alt á, at 22 ára
gamli stjørnuleikarin
úr FC Keypmanna-
havn, Michael Silber-
bauer, varð tikin fyri
rúsdrekkakoyring í
Tórshavn undir uppi-
haldinum hjá danska
meistaraliðnum í
Føroyum í farnu
viku. Løgreglan vátt-
ar, at ein dani varð
tikin og skuldsettur
fyri rúsdrekkakoyr-
ing mikukvøldið
klokkan 04.25, og
FCK váttar, at Silber-
bauer varð steðgaður
av løgregluni. Men
ítróttarstjórin í FCK,
Niels Christian
Holmstrøm, sigur
mótvegis løgregluni,
at Silberbauer stóð
blóðroyndina
RÚSDREKKA
Heini í Skorini
heini@sosialurin.fo
Sekur ella ikki. Hetta er
framvegis spurningurin um
Michael Silberbauer og
hansara ferð í Føroyum í
seinastu viku saman við
felagi sínum FC Keyp-
mannahavn. Enn hevur
eingin váttað nakað, men
alt bendir á, at 22 ára gamli
danski
stjørnuleikarin,
Michael
Silberbauer,
í
farnu viku varð tikin og
skuldsettur fyri rúsdrekka-
koyring undir uppihaldin-
um hjá FC Keypmanna-
havn í Føroyum. Um hetta
er sannleikin, verður talan
allarhelst um avleiðingar
fyri unga og evnaríka leik-
aran.
Stóð blóðroyndina
Mánamorgunin var Sosial-
urin í sambandi við bæði
føroysku løgregluna og
FCK-bossarnar
Niels
Christian Holmstrøm og
Flemming Østergaard, og
verða báðar útgávurnar
lagdar saman, bendir alt á,
at FCK-talentið í framtíðini
skal standa skúlarætt.
FCK-eigarin Flemming
Østergaard gjørdist ikki
sørt sintur, tá fyrispurning-
ur varð settur honum um
atburðin hjá Silberbauer í
Føroyum, og hann lovaði,
at hann beinanvegin skuldi
kanna tíðindini, sum hann
frammanundan einki hevði
hoyrt um, og sum enn ikki
hava verið í tí annars agr-
essivu donsku pressuni.
– Hvis det passer, skal
jeg love dig for, at du hører
fra mig igen, sigur ein ber-
søgin og spontanur Øster-
gaard, júst sum vit kenna
hann. Løtu seinni ringir
ítróttarstjórin
í
mæta
danska felagnum, Niels
Christian Holmstrøm, og
hann hevur júst tosað við
høvuðspersónin
sjálvan,
Michael Silberbauer.
– Silberbauer hevur júst
sagt mær, at hann varð
steðgaður mikunáttina eftir
seinna dystin móti HB, men
hann tvíheldur um, at hann
stóð blóðroyndina og varð
ikki handtikin av løgregl-
uni. Sostatt vísa vit fyribils
tíðindunum aftur, sigur
Niels Christian Holmstrøm
við Sosialin.
Sostatt sigur leiðslan í
FC Keypmannahavn, at Sil-
berbauer ikki koyrdi rús-
drekkaávirkaður,
hóast
hann varð steðgaður, men
vert er at leggja til merkis,
at hetta svarið bert er bygt á
útsøgnirnar hjá Silberbauer
sjálvum.
Dani á støðini
Eftir hetta varð á øðrum
sinni ringt á løgreglustøð-
ina í Havn, og hóast vakt-
havandi ikki upplýsir per-
sónsupplýsingar við støði í
lógini, bendir alt á, at talan
var um Michael Silber-
bauer.
Mikukvøldið eftir seinna
FCK-dystin á føroyaferðini
var FCK-hópurin nevniliga
á diskotekinum í mið-
býnum í Havn, Eclipse, og
løgreglan váttar, at miku-
kvøldið klokkan 04.25 varð
ein dani tikin fyri rús-
drekkakoyring. Blóðroynd
varð tikin av manninum,
sum hevði ov høga pro-
millu og er sostatt ákærdur
fyri rúsdrekkakoyring. Við-
komandi varð leyslatin aft-
ur av støðini klokkan
05.00, og í hesum tíðar-
skeiði hevði blóðroyndin
sambært løgregluni av-
dúkað, at lógin varð brotin.
Løgreglan upplýsir ikki
navn og aldur á viðkomandi
dana, men biður okkum
venda okkum til FC Keyp-
mannahavn at fáa tíðindini
um Silberbauer váttað. So-
statt kann talan í prin-
sippinum vera um onkran
annan enn 22 ára gamla
evnaríka Silberbauer, men
við støði í frágreiðingini
hjá FCK-leiðsluni kunnu
tvey og tvey leggjast sam-
an: Silberbauer varð steðg-
aður av løgregluni í Tórs-
havn mikukvøldið, og ein
dani varð sama kvøld
skuldsettur fyri rúsdrekka-
koyring. Talan var eisini um
sama kvøld, FCK-leikarar-
nir
stuttleikaðu
sær
í
býnum í Havnini.
Um hetta er so, fær til-
burðurin allarhelst avleið-
ingar fyri Silberbauer, sum
fyrr um kvøldið skeyt tvey
mál móti føroyameistarun-
um úr HB á Tórsvølli.
Kanska varð Silberbauer í
so glaður fyri málini...
Løgreglan váttar, at ein dani
mikunáttina varð tikin fyri
rúsdrekkakoyring, og FCK-
leiðslan váttar, at Silberbauer
varð steðgaður. - Men hann
hevur sagt okkum, at hann
stóð blóðroyndina og ikki
varð handtikin, sigur Niels
Christian Holmstrøm,
ítróttarstjóri í FC
Keypmannahavn. Her sæst
Michael Silberbauer
mikukvøldið á Tórsvølli, har
hann skeyt tvey mál móti
føroysku meistarunum HB
Mynd: Álvur Haraldsen
Heimsins
størsta enn
størri
Amerikanska felagið
General Electric fekk
stak gott úrslit í øðrum
ársfjórðingi í ár. Felag-
ið økti bæði um umset-
ing og vinning. Hetta
skrivar heimasíðan hjá
Business-Line. Netto-
úrslitið
vaks
23,5
milliardir
krónur.
Sama tíðarskeið í fjør
var
vøksturin
22,7
milliardir krónur.
Business-Line skriv-
ar, at góða úrslitið
kemst av øktum eftir-
spurningi eftir motor-
um til flogfør. General
Electric hevur góðar
fíggingarmøguleikar
til síni viðskiftafólk,
og hetta hevur helst
eisini økt um søluna.
– Støðan í felagnum
er tann besta í áravís,
sigur Jeff Immelts, for-
stjóri hjá General Elec-
tric, heimsins størsta
felag.
-hkm
Umfatar alt
Danska alivinnan hev-
ur nú valt at skipa seg í
eitt felag, sum skal
styrkja um vinnuna.
Felagið umfatar øll
liðini í framleiðsluni.
Bæði alarar, fóður-
framleiðarar, góðsk-
ingarvirki og útflytarar
eru í nýggja felagnum,
sum kallar seg Dansk
Akvakultur.
Umleið
300 limir eru í felag-
num, og limirnir fram-
leiða
okkurt
um
50.000 tons av fiski.
Útflutningsvirðið
er
ein milliard krónur um
árið. Formaður í Dansk
Akvakultur er alarin
Jacob Bregnballe frá
Asnæs
Fiskeopdræt.
Nýggja felagið heldur
til á HC Andersens
Boulevard í Keyp-
mannahavn.
-hkm
Tann 33 ára gamla føroysk-
danska
sjúkrasysturin
Laura Thomsen er júst
heimkomin aftaná tríggjar
mánaðir í Sudan. Hon
hevur gjørt hjálpararbeiði í
Darfur-økinum fyri Læknar
uttan Mørk (MSF).
Laura Thomsen hevur
staðið fyri stovnsetanini av
matstøðum til børn, ið fáa
ov lítið at eta. Talan er um
børn í flóttalegu uttanfyri
býin Garsila. Hvørja viku
fáa 700 børn í Garsila ikki
nøktandi føði, meðan 280
børn eru sera illa fyri or-
sakað at hungri.
Hetta er ikki fyrstu ferð,
at føroysktfødda Laura
Thomsen hevur verið úti í
stóru verð og hjálpt fólki. Í
2001 var hon í Afghanistan
í sjey mánaðir, og árið eftir
gjørdi hon hjálpararbeiði í
Sierra Leone.
Læknar uttan Mørk hava
veitt hjálp í Darfur síðan
desember 2003. Felags-
skapurin hevur í dag 100
altjóða hjálpararbeiðarar í
Darfur. Harumframt hava
Læknar uttan Mørk 2.000
sudanar í arbeiði fyri at
berta um umstøðurnar í
Darfur-økinum.
Fleiri enn 600.000 flótta-
fólk eru í økinum.
-hkm, úr tíðindaskrivi fra MSF
Heim úr Sudan
Laura Thomsen hevur
staðið fyri stovnsetanini
av matstøðum til børn,
ið fáa ov lítið at eta.
Talan er um børn í
flóttalegu uttanfyri býin
Garsila. Hvørja viku fáa
700 børn í Garsila ikki
nøktandi føði, meðan
280 børn eru sera illa
fyri orsakað at hungri.
Mynd: Reuters
Góðveður í Fugloy
Tyrlan er lend
Ferðafólk drekka
sodavatn
Fara við tráðu
Myndir: Hans Kárason Mikkelsen
C
M
Y
K
7
6