týsdagur 13. juli 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 131 - 13. juli 2004
Nr. 131 - 13. juli 2004
9
eru fús at endurtaka nøvn-
ini á teimum ymisku ljóð-
førunum, tá tey verða biðin
um tað.
Fleiri teirra síggja rætti-
liga bergtikin út, at ein
trumma kann koma heilt úr
Congo í Afrika og heilt til
inn í teirra barnagarðsstovu
í Havn, og gittarar bæði
kunnu hava tólv og seks
streingir
Bróta mynstrið
Seinastu árini hevur Dánjal
Dam á Neystabø nomið sær
útbúgvin á tónleikaskúla í
Malmø, har hann millum
annað hevur gjørt verkætl-
an, ið hevði undirheitið,
tónleikur
við
børnum.
Hugskotið til leikin, sum
Dánjal, Beinta og Búi hava
sýnt seinastu vikurnar,
stavar úr Svøríki
– Ein stórur trupulleiki
hjá børnum í dag er, at tey
sleppa í alt ov stóran mun
undan at nýta sítt hugflog.
Bløð og sjónvarpsrásir seta
í dag mørkini fyri børnini
við at fortelja teimum, hvat
eitt nú Batman kann og ikki
kann, og hetta er ikki
mennandi fyri hugflogið
hjá børnunum. Tað er eing-
in avbjóðing hjá børnunum
bara at kopiera. Tað minkar
um íblásturin og hugflogi
hjá børnunum, og eitt barn
við avmarkaðum hugflogi
og íblástri fær kanska ikki
somu lívsgleði sum tey, ið
nýta sítt hugflog, tá tey
spæla. Hesar fyritreytir
hava vit nýtt sum útgangs-
støðið í okkara arbeiði. Vit
hava ein spælimann, klovn
og gandakall, og mørkini
hjá teimum verða sett av
hugflogum hjá børnunum,
og ikki nøkrum handriti,
sigur
Dánjal
Dam
á
Neystabø.
Hann leggur afturat, at
ein onnur grundhugsan aft-
an fyri leikin er at kveikja
áhugan hjá børnunum fyri
tónleiki, og læra heitini á
teimum ymisku ljóðførun-
um.
G! og Ólavsøka
Leikurin hjá Búa, Beintu
og Dánjali hevur verið væl
umtóktur kring alt landið.
Tey trý eru ómetaliga fegin
um
góðu
undirtøkuna.
Hóast ferðin í barnagørð-
unum kring landið er av á
hesum sinni, er framvegis
gravgangur eftir leikinum.
Komandi
vikuskiftið
verður leikurin sýndur á G!
Festivalinum, og í døgun-
um 26.-29 juli á Meiarínum
í Havn. Sýningarnar í Havn
verða klokkan 18.
Barnasjónleikurin,
sum Búi Dam, Beinta
Clothier og Dánjal
Dam á Neystabø hava
ferðast við kring
landið, setur krøv til
børnini. Børnini
virka sum fjórði leik-
arin í samspælinum
við tey trý á teirra
ævintýraferð, og tey
smæðast ikki við at
geva góð ráð
SJÓNLEIKUR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Knalla bara gittaran í
høvdið á honum. Nei, slá
hann í reyvuna. Kitla hann
undir armarnar.
Børnini í salinum kapp-
ast um at geva gandakall-
inum og klovninum góð
ráð. Samspælið millum
sjónleikararnar og børnini
er í hæddini. Seinastu løt-
una hava børnini í Santa
Josef Barnagarðinum í
Havn av øllum alvi roynt at
fáa frysta spælimannin Búa
at vakna.
Tað er fríggjamorgun , og
vit eru til sjónleik í stovuni,
Reiðrið, á Santa Josef
Barnagarðinum í Havn.
Hetta er ein leikur, sum
setir krøv til hugflogið hjá
ungu áhoyrarunum.
Tað sæst týðuliga aftur á
andlitsbrøgdunum
hjá
børnunum,
at
teimum
dámar væl, at tey nærum
sleppa at luttaka á jøvnum
føti við sjónleikarunum,
heldur enn bert at sita
óvirkin og hyggja at sjón-
leikinum.
Gamaní kenna nøkur seg
ótrygg av øllum larminum,
men flestu teirra halda seg
fram at allan leikin. Tey
syngja, rópa, flenna, og eru
fús at koma við ráðum, tá
teir tríggir sjónleikararnir
koma í trongar støður.
Frálík eind
Seinastu vikurnar hava Búi
Dam, Beinta Clothier og
Dánjal Dam á Neystabø
ferðast kring landið við
einum leiki. Tey hava verið
í alt 25 barnagørðum í
Suðuroy,
Norðoyggjum,
Vágum, Eysturoynni og
Streymoynni.
Búi og Dánjal eru báðir
evnaríkir tónleikarar, með-
an Beinta hevur drúgvar
royndir innan sjónleik.
Leikurin, tey framføra, er
eisini ein samantvinning av
tónleiki og sjónleiki. Í stutt-
um fevnir leikurin um eitt
sirkus, har høvuðspersón-
arnir eru ein gandakallur,
spælimaður og ein klovnur.
Teir tríggir leikararnir
fara gjøgnum líkt og ólíkt á
teirra
ævintýraferð,
og
børnini hava ein avgerandi
leiklut at hjálpa leikarunum
úr trongu støðunum. Leik-
urin setir tí krøv til hug-
flogið hjá børnunum, og at
tey eru virkin gjøgnum
allan leikin.
Búi, Beinta og Dánjal eru
ein frálík eind, og tey trý
stuðla væl hvørjum øðrum.
Á børnunum sæst aftur, at
tey trý hava rakt seymin á
høvdið við samantvinna
sjónleik og tónleik.
Læra ljóðførini
Tað krevur nógv av leikar-
unum, at tey tora at spyrja
børnini um ráð, tí børn eru
bráðhugsin og ikki bangin
fyri at siga hugsan bart út.
Búi, Beinta og Dánjal duga
væl at lofta teimum ofta av-
bjóðandi ráðunum úr salin-
um, og hóast ófyrireikað til
júst tey ráðini, megna leik-
ararnir væl spæla seg úr
trongu støðunum.
Í leikinum læra børnini
eisini, hvussu tey ymisku
ljóðførini,
leikararnir
spæla, eita, og hvaðani tey
hava sín uppruna. Børnini
– Knalla gittaran í høvdið á honum
Henda fitta gentan er við at gera seg til reiðar at geva sjónleikarunum nøkur ráð
Børnini í Sankta Josef barnagarðinum í Havn lurta hugsunarsom eftir klovninum
Áðrenn leikurin byrjar
savnar gandakallurin øll
børnini í teimum ymisku
stovununum í Sankta Josef
barnagarði
Teir tríggir leikararnir. Frá vinstru: Gandakallurin, Dánjal Dam á Neystabø, klovnurin, Beinta
Clothier og spælimaðurin, Búi Dam
C
M
Y
K
9
8