týsdagur 13. juli 2004síða 6
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 131 - 13. juli 2004
Nr. 131 - 13. juli 2004
11
Formaðurin í Fiskimannafelagnum, ið er tikin
úr leikum sum samfelagsrevsari, finst í blað-
samrøðu at okkara undómi, tí hann ikki tekur
lut í eitt nú arbeiðinum hjá Amnesty Internati-
onal í Føroyum. Formaðurin fyri Reyðakrossi
var í útvarpinum í gjár og bar uppundir tað
sama. Báðir felagsskapir gera eitt stórt og
dygdargott arbeiði hvør á sínum øki. At hjálpa
samvitskufangum og at hjálpa, har krígg og
neyð valda, skuldi kunnað engagerað føroyskan
ungdóm. Men so er ikki, og tað tykist, sum at
tað fer at ganga afturá við hesum báðum felag-
skapum.
Tað má vera upplagt at spyrja, hví støðan er
vorðin so, sum nevndu formenn lýsa hana. Eru
tað foreldur og skúli, sum svíkja? Er tað tann
ráðandi ungdómsmentanin? Er tað samfelags-
gongdin sum heild? Vit liva, sum tey flestu vita,
í eini tíð, har individualisman og egoisman eru
høgt í metum. Hetta er tann ráðandi vestur-
lendska mentanin í løtuni. Tað kollektiva er out.
Tað individuella er in. Her finna vit ivaleyst eina
av orsøkunum til tann ringa standin. Kapping
fram um samstarv og netverk fram um felags-
skapir og stættarmedvit. Soleiðis er heildarmynd
í dag, men hon er sjálvsagt ikki galdandi fyri alt
og øll og hendan myndin varir ikki í ævir. Áðr-
enn vit vita av, er einhvør onnur ungdómsmentan
komin í hásæti og onnur rák seta ungdómsins
dagsskrá.
Við hesum bakstøði skuldi tað verið greitt, at
eisini felagskapirnir sjálvir hava eina stóra
ábyrgd og eiga at taka í egnan barm. Hvat gera
teir fyri at fáa ungdómin við? Hvat gera teir fyri
at røkka teimum mongu ungu, sum kundu verið
eitt ómetaligt tilfeingi hjá báðum felagsskap-
um? Hvussu nýta teir sínar heimasíður, ið eru
ungdómsins miðil? Duga teir at tala tað mál,
sum tey ungu skilja? Politikkarar duga ikki
hetta kynstur og tað knípur hjá lærarum og
pedagogum – fyri ikki um at tala foreldrum!
Hinvegin kann einki samfelag klára seg uttan
ein engageraðan ungdóm. Tískil mugu for-
eldur, skúli og slíkir vælgerandi og sera týdn-
ingarmiklir felagskapir sum Amensty og Reyði
Krossur taka í egnan barm og fara undir eitt
miðvíst arbeiði fyri at røkka teimum ungu, sum
jú einaferð skulu føra hetta týdningarmikla ar-
beiðið víðari.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
At taka í egnan barm
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad
finnbjorg@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Solby Eliasen solby@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo
Heini í Skorini heini@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Hans Kárason Mikkelsen
hans@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 220727
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Eysturoy:
Postsmoga 143, Saltangará
tel. 447820 fax 449520
tel. 228909
e-post: vilmund@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Hestprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Hitastig við kulda og annað møsn
Heri Mohr
Góði Tórður Jóansson,
skyldmaðurin.
Í Dimmalætting (Skáan-
um) hevur tú í nøkur ár átt
áhugaverda teigin "Mál-
hornið", har tú viðgert mál
og vandamál - serstakliga
føroyska málinum viðvíkj-
andi. Hóast tað, tú skrivar,
yvirhøvur er á akademisk-
um,
"professionellum"
støði, skilja vit vanligu á
gólvinum, - sum Nyrop
Rasmussen tók til á sinni,
óivað tað nógva av tí.
Í Málhorninum nr. 125
fáa vit at vita, at Skáin fer í
summarferiu. Tú brúkar
orðið summarfrí, men eg
haldi, at summarferia er tað
betra orðið, tí at hava frí
nakrar dagar av eini og
hvørjari orsøk, hevur einki
við feriu at gera. Frí og feria
eru hvør sítt og hava lítið
við hvørt annað at gera.
Eins og hetta "man vera
sætta ella sjeynda árið", tú
hevur havt viðgerð um mál
í skrift og talu, so eru onn-
ur, sum í sama tíðarskeiði
hava skrivað stórt tal av
brøvum um ágangin móti
okkara mentan (kultur) og
sosialu korum, t.v.s. okk-
ara dagligu tilveru her í
Føroyum. Okkara 1000 ára
gamla
mannatilvera
er
álvarsliga hótt innanífrá.
Og orsøkin er, segði ein
maður nú ein dagin, degen-
ererað, nostalgisk national-
isma við hættisligum egin-
leikum. Hann fór smáflenn-
andi í neystið eftir snøris-
súluni og skríninum, ætlaði
sær eitt rend í fjørðin at
lofta kyrrindunum.
- Der bode en underlig
gråsprængt en…..
Nokk um tað.
Tú sigur, at tú hevur
fonglast við at lesa gud-
frøði. Ja, soleiðis kann tað
eisini sigast. Tillukku við
próvnum.
Tak tað ikki illa upp, at
eg seti tær nakrar spurn-
ingar:
Hvat
heldur
tú
um
avgerðina at broyta navnið
á tí almenna stovninum
Landsverkfrøðingurin til
Landsverk? Ber hetta navn-
ið ikki brá av einum látur-
ligum torso við ongari
meining ella innihaldi,
kundi tað ikki eins væl itið
Sjóverk ella Luftverk. Tað
næsta verður ætlandi, at
býráðið, sum pr. traditión
eltir landsstýrið, fer at
broyta Býarverkfrøðingin
til Býarverk? Hevði tað
ikki verið nærliggjandi at
broytt navnið til Føroya
Verkfrøðingsstova, vit hava
jú fleiri almennar stovur:
Føroya Gjaldstova, Matrik-
ulstovan, Almannastovan
o.a. Hvar er hugflogið og
máloyrað?
Føroya
Verkfrøðings-
stova við einum stjóra v.m.
hevði óivað verið skilagott.
Og hvat heldur tú um hetta
at
broyta
starvsheitið
sjúkrasystir til sjúkrarøkt-
arfrøðing? Á einum sjúkra-
húsi virka sum kunnugt
nógv fólk innan røktar-
frøði: Læknar, sjúkrasystr-
ar, røktarar, psykiatarar,
patologar, fysioterapeutar,
ergoterapeutar, portørar og
onnur. Hesi eru øll hvør á
sínum øki sjúkrarøktarfrøð-
ingar. Florence Nightingale
var sjúkrasystir, Edith Cav-
ell, sum varð skotin av
týskarunum í 1915, var
sjúkrasystir,
og
mundi
Móðir Teresa ikki útinna
sjúkrasystraarbeiði?
Ikki tær at siga, í Ong-
landi skilja tey ímillum
nurse
og
male
nurse.
Sjúkrarøktarfrøðingur sum
starvsheiti sigur okkum
einki um starvið; er hann
lækni ella sjúkrasystir ella
terapeutur o.s.fr.?
Sjúkrarøktarfrøðingur! -
tungan ballar sum í eini
spiritusroynd.
So eru tað veðurtíðindi. Tá
ið eg fái at vita, at baro-
metrið fer niður eftir í stað-
in fyri at fella, og gongur
upp eftir í staðin fyri at
reisa, og hitin er eitt kulda-
stig, verður barometurfall í
mínari stovu. Hvat heldur
tú um hetta, og ræðist eisini
tú orðini varma og termo-
metur, sum sigur okkum,
hvussu temperatururin er?
Tað er ikki ov nógv sagt, at
termometur er í hvørjum
heimi.
Tá eg var smádrongur,
fóru havnarmenn í Geil fyri
at vita, hvussu barometur-
standurin var, og um kuldi
ella varmi var í luftini. Har,
skorin inn í ein vegg vard
við glasi, vóru barometur
og termometur.
Politikarar og fjølmiðlar
eru farin at brúka orðið
einskilja, tá ið talan er um
at selja almennar ognir.
Kennir tú orðið, og hvaðani
kemur tað ?
Fyri at siga sum er: Orsøkin
til at eg skrivi tær hesi fáu
orð, er yvirskriftin til Mál-
hornið nr. 125: Afturhvarv.
Eg havi ongantíð hoyrt ella
sæð hatta orðið. Hvussu
skal tað skiljast?
Og so tað seinasta orðið í
greinini: Avgust. Hví stavar
tú august mánaðin við v,
hevur orðið nakað við
avgust (kaskelot), heimsins
stórsta tannhval, at gera?
Grannalondini sunnan fyri
og eystan fyri okkum skriva
eins og vit ársins áttanda
mánað við u (august).
Tað hevði verið hugaligt
at fingið svar upp á tað,
sum eg spyrji teg um,
kanska í Dimmalætting, nú
Skáin er farin í summar-
feriu.
Ungdómurin - mítt álit
Erhard Jacobsen
Eg má siga, at tað er langt
síðan, at vit í her í landin-
um hava hoyrt so viðkom-
andi samrøðu sum hana,
sum Sosialurin hevði við
Óla Jacobsen, formann í
Føroya Fiskimannafelag,
seinasta leygardag. Og
ongin kann siga annað enn,
at Óli hevur grein í sínum
máli. Orsøkin til, at eg fekk
hug at gera nakrar viðmerk-
ingar til hesa samrøðuna er,
at eg haldi, at adressan er
skeiv. Tað er skeivt at ákæra
ungdómin fyri líkasælu og
fyri ikki at vísa solidaritet,
tí ungdómurin er - tað eg
haldi meg vita - helst væl
meira
at
sær
komin
moralskt enn vit tilkomnu.
Óli Jacobsen gloymir
kanska tað týdningarmesta
í hesum sambandi: okkara
samfelag er ikki eitt solid-
ariskt samfelag! Tíbetur
hava vit ein hóp av einstak-
lingum, sum eru solidar-
iskir (eisini um vit síggja
burtur frá upplopunum, tá
ið vit eina lítla løtu eru
heimsmeistarar í hjálp-
semi).
Eitt samfelag, sum ikki er
solidariskt, kann ikki rokna
við, at ibúgvarnir gerast
solidariskir. Eru teir tað, so
er tað antin tí at teir eru góð
fólk, ella tí at tað gevur
teimum onkrar fyrimunir at
vera solidariskir.
Okkara samfelag
eggjar ikki til
solidaritet
Eg kundi nevnt ein hóp av
dømum um, at okkara sam-
felag ikki eggjar til solidar-
itet, men skal bara nevna
nøkur heilt fá.
Vit hava seinastu dagar-
nar hoyrt um, at vinnufólk
bara kunnu lata vera við at
lata inn mvg-uppgerð. Úr-
slitið er, at einar 40 mió. kr.
eru ikki goldnar i mvg, og
tað løgna er, at hetta óskilið
óátalað sleppur at halda
fram. Onkur annar skal so
gjalda hesar 40 mió. kr.
sum mangla. Hetta er tískil
eitt slag av tvungnum sol-
idariteti, sum í hesum føri
tíverri vendir skeivan veg.
Eitt
annað
dømi
er
skattalógin, sum herfyri við
vilja varð løgd soleiðis til
rættis, at múgvandi skuldu
kunna taka stórar peninga-
upphæddir úr virkjum til
privata nýtslu, uttan at
gjalda skatt. Fólk vistu um
hetta skattaholið, men mill-
um politikarar var krav um,
at holið skuldi ikki tettast!
Burtursæð frá, at slík lóg-
gáva oyðileggur samfelags-
liga moralin og ger, at onn-
ur mugu rinda tað, sum
manglar í almenna kassan-
um, so førir hon við sær
økta privatnýtslu, sum hev-
ur skaðiliga ávirkan á prís-
leguna í landinum. Tvs. tví-
falt skaðiligt. Eg kann
eisini nevna fiskimannafrá-
dráttin, sum møguliga er
skilagóður í eygunum á
teimum, sum standa saman
um júst hendan ágóðan,
hvat veit eg, men solidar-
iskur er hann ikki.
Og so kann eg í sama
viðfangi nevna, at ting-
maður og formaður fyri
tingnevnd
herfyri
fyri
opnari mikrofon viðgekk,
at tingmenn hava ikki gjørt
sítt arbeiði til lítar, ja,
høvdu forsømt sínar em-
bætisskyldur, nú tað er av-
dúkað, at ein stórur partur
av søluni á fiskamarknað-
inum eru proformasølur.
Vóru tað ikki júst ting-
menn, sum í ringastu
krepputíð játtaðu sær sjálv-
um stóra lønarhækkan og
eftirløn, tí at hetta skuldi
gera teirra arbeiði meira
professionelt?
Onnur dømi kundu verið
nepotisma í tí almenna
starvssetanarpolitikkinum.
Ella at ung, sum hava áræði
og hug at gera avrik, ofta
uppliva, at tað almenna
hevur ikki brúk fyri teimum
ella teirra førleikum, tí at
krøvini til avrik í almenna
sektorinum ofta eru smá,
ógreið ella slettis ongi. Úr-
slitið er, at hesi einaferð
ágrýtnu, sum høvdu visi-
ónir, sum frá líður gerast
kynisk, og kynisma er ikki
fremjandi fyri hugin at vísa
solidaritet. (Eg tosi her um
tað almenna, tí eg kenni ov
lítið til viðurskiftini í priv-
atari vinnu).
Afturat hesum kundi eg
nevnt tann miðvísa ágang,
sum ávísir bólkar í okkara
samfelag uppliva: t.d. hjún,
sum liva saman ógift, sam-
kynd ella fólk, sum vóru
ímóti
apartheid.
Uttan
nakra sum helst eftirkannan
vórðu og verða hesi løgd
undir at vera syndarar,
svínsk, nassarar, tápulingar,
ella tað, sum verri er. Slíkt
fremur heldur ikki solid-
aritetin!
Solidaritetskenslan á
fjølmiðlaøkinum
Annað dømi, sum eisini
lýsir solidaritetskensluna,
er á fjølmiðlaøkinum. Um
vilji var til tess, so høvdu
allir føringar í dag havt at-
gongd til eitt úrval av teim-
um bestu sjónvarps- og út-
varpsrásunum
í
øllum
heiminum, og uttan at skula
gjalda nakra stórvegis upp-
hædd fyri tað. Ein skipan
sum SVF t.d. kundi um-
sitið. Men so skuldi ikki
verða. Tað (almenna) priv-
ata skuldi sleppa framat, og
úrslitið er hareftir. Í okkara
húsi rinda vit í løtuni einar
10.000 kr. um árið fyri
loftbornar fjølmiðlar, og eg
rokni við, at fleiri onnur eru
í somu ólukkuligu støðu.
Heldur ikki her eydnaðist at
gera eina solidariska loysn,
og mær kunnugt var ein slík
loysn enntá ongantíð upp á
tal. Nú fer so SVF at senda
DR1. Tú kanst ikki annað
enn rista við høvdinum og
siga: Apríl! Apríl!
Vit hava tað gott
Men hví grenja. Í okkara
samfelag nýtist okkum ikki
at vera solidarisk, tí vit
hava tað øll gott, í hvussu er
materielt. Ja, vit liva sum
greivar (ikki minst um vit
samanbera
okkum
við
onnur lond).
Land
og
kommunur
kappast um at nøkta okkara
tørv, ja, enntá tørvin hjá
teimum, sum ikki hava
nakran tørv. At duga at orða
sín tørv og seta fram krøv
og síðan fáa pressuna at
bakka hesi krøv upp er ein
tann týdningarmesti før-
leikin í okkara nútímans
samfelag. Ja, at krevja er
sjálvur dynamikkurin í
okkara samfelag. Og hjá
okkum, sum hava fingið
væl av okkara krøvum
nøktað, er tá bara eftir at
spyrja: hvat meira kunnu
vit so krevja? Tí vit eru so í
dag, at fáa vit tað ikki frá
tær, ja, so fara vit bara til
onkran annan. Men um
hetta er tað besta ella tað
rætta, tað kunnu vit sjálv-
andi seta spurnartekin við.
Men at lasta ungdómin.
Nei, tað sum eg kenni til
tey ungu, so fáast tey við
skilagóð ítriv (skúla, ítrótt,
tónleik, list, kristiligt virk-
semi o.a.) Tey flestu eru
sera seriøs, so seriøs, at tað
verður lagt merki til tey í
útlondum. Og í einum landi
sum okkara, har undirluta-
kenslan alla tíðina liggur og
lúrir í vatnskorpuni, er tað
gott at hava stjørnur (bæði
heilar og hálvar føringar),
sum kunnu stíva sjálv-
kensluna av.
At tey ungu ikki tíma at
fáast við politikk, fari eg
ikki at siga tey ring fyri.
So Óli, eg eri líka harmur
sum tú um ikki at vera nóg
solidariskur. Men lat okk-
um ikki krevja tað ómøgu-
liga. Sum samfelagið er, so
verða íbúgvar tess. Sum
stríðsmaður
veitst
tú,
hvussu trupult tað er. Eg
sigi fyri meg, at eg eri langt
síðan givin at royna at
broyta heimin og tær offisi-
ellu Føroyar, tí mín ávirkan
er lítil og ongin, men eg má
kortini siga, at eg tryggur
seti mítt álit á ungdómin.
Pedagogútbúgvingin
VIÐMERKINGAR
Hvør útbúgvingar-
stovnur kann tryggja
sær bert at senda
"egnaði" fólk út í
samfelagið ?
Ása Hátún
Vit hoyrdu nú her út-
varpinum, at tvey fólk
høvdu
úttalað
seg
so
negativt um pedagogút-
búgvingina í Føroyum, eitt
nú at hon er vánalig, fólk
koma út við prógvi, sum ikki
áttu
at
verið
sloppin
ígjøgnum, og ein persónur,
sum hevur lisið í Danmark
og er komin heim at gera
sína útbúgving lidna, held-
ur, at krøvini eru lægri her,
men at tað tó "er blivið
betri", sum hon visti at
siga.
Hesar útsagnir vóru nóg
mikið til, at ein ágrýtin
journalistur heldur seg hava
eina søk og fer í hernað.
Sjálvandi er tað upp-
gávan hjá fjølmiðlunum at
hava eitt vakið eyga við øll-
um málum av týdningi í
okkara samfelag, og eisini
skúlaverkið má tola at
verða lagt undir luppin.
Men tá eitt álvarsmál sum
pedagogútbúgvingin, hetta
grundstøðið í okkara undir-
vísingarskipan, verður tikið
upp til almenna viðgerð,
má tað vera eitt krav, at
journalisturin hevur eitt
kvalifiserað innlit í viður-
skiftini, og at hon/hann í
slíkum uppleggi til eitt
møguligt kjak fer bæði í
djúpd og breidd í staðin fyri
á so smølum grundarlagi
bert at gera ein kortlutan og
aggresivan vørr, sum so er
tað, ið fólk sita eftir við.
Sjálvur mentamálaráð-
harrin var eisini í andglett-
inum. Tað var ikki nógv,
hann fekk orðið fyri seg;
men eins og Pauli Nielsen,
rektari, í fyrru samrøðu
greiddi frá, váttaði Jógvan
á Lakjuni, at lærara- og
pedagogútbúgvingin í hes-
um døgum verða endurskoð-
að, og at arbeiðið skal vera
liðugt til heystar.
Í áratíggir hevur tað
regluliga verið frammi, at
føroyskur skúlaskapur alt
ov lítið byggir á heimliga
grund, men meira bert er
ein
endurspegling
av
donskum
viðurskiftum.
Pedagogútbúgvingin er ein
ungur táttur í føroyskum
skúlaskapi, har námsføði-
liga og listarliga væl skikk-
að fólk nú í eitt áramál við
støðugum atliti eisini til
tíðarrákið uttan um okkum
hava lagt sál og orku í at
menna eina skipan, hvørs
fyrsta endamál er kunna
veita børnum og ungum á
øllum førleikastigi best
møguligt
andaligt
og
handaligt støði til at kunna
liva væl í hesum landi.
Skúlin er enn í sínari roynd-
artíð, sum allur skúlaskapur
eigur at vera tað. Framhald-
andi hava tey, sum hava
hetta uppalingarvirksemi
um hendur, regluligar eftir-
metingar um gongdina, og
hugaligt er tað hjá teimum,
at pedagogiskir próvdómar-
ar uttanífrá hava givið hes-
um føroysku skúlaroyndum
síni allarbestu skoðsmál.
Fjølmiðlaheimurin eigur
tí at vera varin og ansa sær,
at hann ikki spennir bein
fyri heldur enn at stuðla. At
fokusera upp á eina útsøgn
sum hana, at pedagogút-
búgvingin sendir fólk út á
marknaðin, sum als ikki
áttu at verið sloppin ígjøgn-
um nálareygað, má vera
sera ørkymlandi fyri peda-
gogiskar stovnar og teirra
avvarandi, tí hvør veit, um
ikki júst teirra stovnur nú
kann hava "trekt ein nitt-
ara". Vit kunnu her seta
spurningin: Hvussu stendur
til við øðrum fólki, eitt nú
miðnámslærarum, prestum,
løgreglufólki, journalistum
etc., sum at kalla øll hava
sína útbúgving úr Dan-
mark, kunnu teirra prógv
altíð veita trygd fyri dugna-
skapi í verki?
Tað er nú at vóna, at
fjølmiðlarnir fara at taka
hetta týdningamikla evnið
upp til viðgerðar aftur til
heystar, tá endurskoðanin
av lærara- og pedagogút-
búgvingin liggur á borð-
inum, har skúlaverkið sum
heild og umboð fyri allar
brúkarar sleppa til orða.
C
M
Y
K
11
10