Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juli 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 131 - 13. juli 2004 Nr. 131 - 13. juli 2004 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 13. juli. Margreta, deyð umleið ár 300. Hon var úr Antiokia, og foreldrini vóru heiðin. Hon tók við kristnari trúgv. Av tí at hon ikki vildi lovast heidna herføraranum Olymbrias, varð hon hálshøgd. Ein margretumessa hevur verið hildin. Margreta merkir perla á grikskum máli. Til minnis um Emil Fróða Olsen 20.12.1974 19.12.2003 Hóskvøldið tann 18. desember í fjør gjørdist eitt feigd- arkvøld. Vit løgdu asfalt á úti á havnarlagnum í Runa- vík. Feðgarnir báðir Emil og Óli vóru á sama holdi hetta kvøldið, og hoyrdu til teir mest royndu. Ikki hevði gingist so væl í hond henda dagin. Amboðini vildu ikki tað, ið vit vildu, so tað varð seint, áðrenn vit fingu lagt síðstu hond á. Vit vóru nakrir eftir, ið sóu tilburðin, tá bilurin við feðgunum í, fór upp um bryggjukantin. Hóast allar kreftir vórðu settar inn og serstakliga skjótt bleiv gjørt av, so stóð lívið hjá Emili ikki til at bjarga, hann andaðist tíðliga morgunin eftir. Eftir stóðu vit tá spyrjandi, síðani syrgjandi og nú í sakni. Tað at vera menniskja. Fáa loyvi at vera ein partur av søgu mannaættarinnar. Fáa loyvi at vera fyllan í einum tíðarbili av samlaðu heildini. Tað er stórbært. Tá tíðar- bili so er av, standa vit eftir spyrjandi. Kallið hjá Emili var at vera sonur foreldra sína, at vera beiggi systranna, at vera vinur gentu sínar, at vera vinmaður vinum sínum og arbeiðsfelagi okkara. Í hansara luti at vera arbeiðsfelagi okkara, vóru vit priviligeraðir í ein serstakan mun. Emil arbeiddi á 3. sesong síni í asfaltinum. Hann var sera pliktuppfyllandi og framúr raskur. Afturat arbeiðsligu dygdunum hevði hann tað um- framt, at hann altíð var fryntligur, smílandi og í góðum lag og altíð visti hann eina góða. Undarligt kennist tað nú, arbeiðið er uppafturtikið fyri summarið, at Emil ikki er ímillum okkum meira. Góðu Thurid, Óli, Annika, Herit og Inga Maria, tit hava mist nógv. Nógv eru vit, ið sakna saman við tykk- um. Tað er bert ein, ið kann troysta og er tað Hann, ið øllum valdar. Við hesum fáum orðum vilja vit lýsa frið yvir vinmann og arbeiðsfelaga okkara, Emil Fróða Olsen. Starvsfólkið í E.M. Asfalt Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða móðir, vermóðir, omma og langomma okkara Simona Mohr andaðist á Suðuroyar sjúkrahúsi fríggjadagin 9. juli 2004, 81 ára gomul. Kistan fer úr kapellinum á Suðuroyar sjúkrahúsi týskvøldið klokkan 18. Jarðarferðin verður úr Vágs kirkju mikudagin klokkan 12.30. Vegna tey avvarðandi Jákup, Jóannes og Leivur Tey,ið vilja minnast Simonu,kunnu lata Eldrasambýlinum í Vági eina peningagávu.Konto í Suðuroyar Sparikassa. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu okkum samkenslu, tá kæra systir, svigarinna, mostir, fastir, ommu- og abbasystir okkara Kathrina Johansen inni í Gerði andaðist og varð jarðað. Tøkk fyri blómur og kransar, og fyri gávu til Sjóvar kirkju. Somuleiðis takka vit ykkum, sum hjálptu til í sambandi við jarðarferðina. Tøkk til prestar, sangarar og berarar og øllum tykkum, sum fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Fyri tey avvarðandi Systkini Tøkk Eina stóra tøkk senda vit til øll, ið sýndu samkenslu, tá ið kona, mamma, vermamma, omma og langomma okkara Jóhanna Mathea Olsen doyði og varð jarðað. Eina stóra tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar og øllum, ið hjálptu til við ervið. Ein serstøk tøkk til heimasjúkrasystrarnar og heimahjálpararnar, ið vóru so hjálpsom um hana seinastu tíðina. Tøkk fyri sýnda samkensku Familjunnar vegna Hjalmar, Eskilda, Sámal Petur og Vónbjørt v/familjum Hendan myndin er tikin á Kondittarínum í Havn í 1979. Vinmenninir Jens Christian Christiansen, vanliga nevndur Kissa, sáli, Johannes C. Michelsen, vanliga nevndur Lill, Sofus Sivertsen, sáli, og Petur F. Christiansen, hittust van- liga á Kondittarínum til ein kaffimunn og eitt prát. Kelda: Myndablaðið Nú 1979 Fyri 25 árum síðan: Vinmenn á Kondittarínum í 1979 Jens Christian Christiansen (Kissa), Johannes C. Michelsen (Lill), Sofus Sivertsen og Petur F. Christiansen á Kondittarínum í 1979 C M Y K 13 12