týsdagur 13. juli 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 131 - 13. juli 2004
15
Føroyski landsliðs-
leikarin í fótbólti Jón
Rói Jacobsen er kom-
in í gongd í nýggja
felagi sínum Frem,
sum í næstum fer
undir at stríðast fyri
uppflyting til super-
liguna
ÚTISETAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ævintýrið hjá Jón Róa
Jacobsen í danska stór-
felagnum Brøndby gjørdist
ongantíð tað, ið hann hevði
vónað. Tað gekk striltið hjá
unga havnarmanninum at
vinna sær pláss á liðnum,
og tí fekk Jón Rói fyri tað
mesta roynt seg á eykalið-
num hjá siðvanda Keyp-
mannahavnarfelagnum.
Drúgvur skaði
Tá ið so Jón Rói Jacobsen
bleiv raktur av álvarsligum
krossbandsskaða í knæ-
num, var lítið at ivast í, at
dagarnir hjá Jòn Róa í
Brøndby mundu verða tald-
ir. Hóast Jón Rói ikki hevði
fingið høvi til at gera so
nógv vart við seg í donsk-
um fótbólti, so vóru tað tó
fleiri , ið høvdu lagt merki
til unga havnarmannin. Ein
teirra var venjarin hjá
Frem, Ebbe Skovdahl, ið er
mammubeiggi venjaran hjá
Brøndby, Michael Laudrup,
og Skovdahl var áhugaður í
at fáa Jón Róa á sítt lið.
Herfyri var Ebbe Skov-
dahl í Føroyum á vitjan, og
stutt eftir hetta bleiv avtala
gjørd millum HB, sum Jón
Rói var sáttmálabundin við,
og Frem um unga verjuleik-
aran. Jón Rói skrivaði síð-
ani undir sáttmála við
niðurflytararnar úr super-
liguni, og venjingin hjá
teimum er eisini farin í
gongd.
Stóð seg væl í
venjingardysti
Í farnu viku leikti Frem
venjingardyst ímóti super-
ligafelagnum FC Nordsjæl-
land, og tá taldist Jón Rói
Jacobsen millum teir fyrstu
ellivu hjá Frem. Jón Rói
leikti í miðverjuni, og sam-
bært heimasíðuni hjá Frem,
www.bkfrem.dk, stóð før-
oyski landsliðsleikarin seg
væl, hóast hann noyddist at
verða skiftur út aftaná ein
góðan tíma.
Nú Jón Rói Jacobsen tyk-
ist verða komin fyri seg
aftur, hevur landsliðsvenj-
arin, Henrik Larsen, aftur
fleiri møguleikar at blanda
kortini, tá ið hann skal
manna verjuna á føroyska
landsliðnum, og tað er bara
at fegnast um, nú føroyska
landsliðið skal út í truplar
HM-undandystir ímóti so
mætum tjóðum sum Frak-
landi, Sveis og Írlandi.
Sunnudagin leiktu
donsku meistararnir
úr FC Keypmanna-
havn venjingardyst
ímóti týska liðnum
Hamburger SV, men
Todi Jónsson var ikki
í hópinum hjá FCK til
dystin
ÚTISETAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fyrsti
venjingardysturin
hjá donsku greipuvinnar-
unum úr FC Keypmanna-
havn aftaná vitjanina í Før-
oyum var leiktur sunnudag-
in ímóti týska Hamburger
SV. Danska liðið tapti dyst-
in 0-1, men tað var uttan
Toda Jónsson á liðnum, tí
Todi bleiv ikki úttikin til
dystin.
Misnøgdir við
Føroyavitjanina
Sum tey flestu óivað vita,
hevur liðskiparin hjá FC
Keypmannahavn,
Bo
Svensson, alment borið
fram, at leikararnir hjá
FCK vóru ónøgdir við
vitjanina í Føroyum. Bo
Svensson
hevur
við
danskar fjølmiðlar sagt, at
tað ikki er optimalt at venja
og spæla á graslíki stutt
undan, at kappingin í
superliguni fer í gongd.
Eisini verður funnist at, at
tað er so kalt í Føroyum, og
at tað ávirkaði innsastsin
hjá donsku leikarunum á
vitjanini í Føroyum.
Formaðurin
í
danska
felagnum,
Flemming
Østergaard ella Don Ø,
sum hann eisini verður
róptur, sigur, at spælararnir
hava einki at grenja um, tí
teir skulu bara tiga og gera
tað, sum teir fáa løn fyri, og
tað er at spæla fótbólt.
Todi Jónsson skrivar á
heimasíðu síni, at hann ikki
skilur atfinningarnar frá
spælarunum, tí teir vandu
bert tvær ferðir á graslíki í
Føroyum, umframt at teir
leiktu í Klaksvík ímóti KÍ á
graslíki. Somuleiðis sigur
Todi Jónsson, at leiðslan í
felagnum var stak væl nøgd
við ferðina her á landi. At
veðrið ikki var til vildar, er
sum so einki at gera við,
skrivar Todi Jónsson á
heimasíðuni hjá sær.
Føroyski landsliðsleikarin, Jón Rói Jacobsen, er nú komin í gongd í nýggja felagi sínum, Frem, har ungi føroyski málverjin,
Gunnar Nielsen, eisini telist millum leikararnar
Savnsmynd
Todi Jónsson var ikki úttikin til venjingardystin hjá FCK ímóti
týska Hamburger SV í vikuskiftinum
Savnsmynd
Jón Rói komin í gongd
Todi ikki í
hópinum
hjá FCK
Í farnu viku skriv-
aði Fremad Amager
sáttmála við Kenny
Thorup, og harvið
fingu teir tríggir
føroyingarnir Jann
Ingi Petersen, An-
drew av Fløtum og
Hjalgrím Elttør ein
nýggjan kappingar-
neyta
ÚTISETAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Kenny Thorup er royndur
spælari, ið kann leika
bæði á miðvøllinum og í
álopinum, og tað er júst á
hesum plássum, at teir
tríggir føroyingarnir royna
seg. Hóast Kenny Thorup
einans er 26 ára gamal,
so er hann ein ógvuliga
royndur leikari, ið hevur
verið í nógvum feløgum.
Aftur til
barndómsfelagið
Kenny Thorup er upp-
vaksin í Fremad Amager,
men í heilt ungum aldri
gekk leiðin til FC Keyp-
mannahavn. Her fekk
Thorup ongantíð av álv-
ara gjørt vart við seg, og
leiðin gekk tí víðari til
Næstved og Hvidovre.
Her gekk betur, og tí fekk
superligafelagið
AGF
eyguni upp fyri Thorup,
sum flutti til Århus, har
hann hevði nøkur góð ár.
Síðani gekk leiðin aftur
til
Keypmannahavnar,
har Thorup leikti í AB,
saman við eitt nú HB-
venjaranum Heina Fer-
nandez, og tað er úr hes-
um felag, at Kenny Tho-
rup nú vendir aftur til
barndómsfelag sítt Frem-
ad Amager.
Leikararnir í Fremad
Amager eru farnir undir
venjingina
aftur,
og
mikukvøldið leika teir
fyrsta venjingardystin,
sum verður ímóti gamla
felagnum hjá Henrik
Larsen, landsliðsvenjara,
Ølstykke á útivølli.
Kappingarneyti
til føroyingarnir
í Fremad Amager
15
Nr. 131 • týsdagur • 13. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
Vita einki um mótstøðuliðið
Mikudagin skal HB
leika fyrsta Champion
League undandystin
ímóti georgiska FC
Wit á útivølli.Venjar-
in hjá føroyameistar-
unum, Heine Fernan-
dez, sigur, at teir vita
einki um georgiska
liðið
CHAMPIONS LEAGUE
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er uttan iva ein trupul
uppgáva, ið stendur fyri
framman hjá HB, nú teir í
annaðkvøld skulu spæla
Champions League dyst á
útivølli í Georgia. Havnar-
felagið hevur áður roynt seg
í júst Georgia, og tað er ikki
nakað, ið teir minnast gleði-
liga aftur á. Tá var leikt í 35
hitastigum, og HB tapti heili
0-6 fyri Dinamo Batumi,
sum mótstøðuliðið tá kall-
aðist.
Heimadystin
á
Svangaskarði vann Batumi
3-0, so lítið man verða at iv-
ast í, at georgisku liðini eru
sterk. Í hópinum hjá HB í
Georgia eru bert tveir leik-
arar, sum eisini vóru við, tá
ið felagið kappaðist við
Dinamo Batumi í 1997. Tað
eru teir báðir, liðskiparin
Rúni Nolsøe og veteranurin
Hallur Danielsen. Harum-
framt vóru Bárður Johanne-
sen og Hans á Lag eisini við
í teimum báðum dystunum,
men teir eru ikki við á HB-
liðnum í løtuni vegna
drúgvan skaðar.
FC Wit bert nummar
fýra
Sambært teimum upplýs-
ingum, ið HB hevur fingið
fatur á, endaði mótstøðulið-
ið í ár, FC Wit, bert á fjórða
pláss í heimligu kappingini í
Georgia. Venjarin hjá HB,
Heine Fernandez, sigur, at
teir hava frætt, at FC Wit er
sloppið at umboða Georgia í
Champions League, hóast
liðið bert gjørdist nummar
fýra í georgisku kappingini.
Orsøkin til tess er, at so
nógv feløg í Georgia hava
verið blandað upp í ymiskar
muturgølur, og harafturat
hava nógv feløg ógvuliga
ivasom fíggjarlig viður-
skiftir. Tískil avgjørdi ge-
orgiska fótbóltssambandið,
at FC Wit, ið ikki hevur
verið í slíkum gølum, sum
hevur skil á sínum fíggjar-
ligu viðurskiftum, skuldi
sleppa at royna seg í Cham-
pions League undandysti.
Verjukend
útgangsstøða
Hópurin hjá HB fór til Dan-
markar hósdagin, og hesar
seinastu dagarnar hevur
liðið verið á venjingarlegu
nærheindis
Keypmanna-
havn. Í telefonini úr Keyp-
mannahavn sigur Heine
Fernandez, at liðið hevur
vant fimm ferðir í Danmark
á vøllunum hjá gamla fel-
agnum hjá Fernandez, AB,
norðan fyri Keypmanna-
havn. Allir spælararnir tykj-
ast verða væl fyri, hóast
miðvallarin Kári Nielsen,
sum veruliga hevur fingið
sítt gjøgnumbrot í ár, hevur
havt trupulleikar við øðrum
fótinum. HB noyðist eisini
at verða landsliðsleikaran,
Rógva Jacobsen, fyriuttan
til dystirnar ímóti georgiska
liðnum, tí at hann í seinna
Europa Cup dystin ímóti FC
Kaunas úr Litava fekk reyða
kortið, og seinni var dømdur
tríggja dagar leikbann av
UEFA.
Leikandi venjarin hjá HB
sigur, at tað uttan iva verður
ein ógvuliga trupul dystur í
Georgia, og tað er ein trup-
ulleiki, at man als einki veit
um sjálvt liðið hjá FC Wit.
– Vit vita ikki, hvørja leik-
skipan FC Wit nýtir, og tað
er ein bági, tá ið vit nú skulu
leggja okkara taktikk til
dystin, sigur Heine Fernan-
dez. Hann dylur tó ikki fyri,
at HB fer at hava ein rættu-
liga verjukenda útgangs-
støðu í dystinum miku-
kvøldið, sum vónandi kann
geva eitt gott úrslit, soleiðis
at alt framvegis er opið und-
an dystinum í Føroyum.
Sjálvur hevur Heine Fernan-
dez áður spælt Champions
League undandystir ímóti
georgiskum lið, tá ið hann
leikti saman við Toda Jóns-
son í FC Keypmannahavn.
Hetta var í 2001, og Heine
Fernandez minnist frá teim-
um dystunum, at georgiska
liðið var tekniskt gott og
sterkt á heimavølli. Dysturin
mikukvøldið í Georgia verð-
ur leiktur kl. 18 lokala tíð, og
er tað kl. 15 føroyska tíð.
Danski miðvallarin
hjá HB, Martin
Christensen, sum í
fjør taldist millum
teir stinnastu hjá
gullvinnarunum, er
nú uppsagdur í havn-
arfelagnum
UPPSØGN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
HB hevur sagt sáttmálan
við danska miðvallaran hjá
sær, Martin Christensen,
upp. Stjórin í Havnar Fót-
bóltur, Steinfinn Mittel-
stein, sigur, at avtalan mill-
um HB og Martin Christen-
sen er uppsøgd, tí at felagið
ikki metur, at danin hevur
gjøgnumført sáttmálan.
Kom skaddur til
Føroya
Steinfinn Mittelstein hevur
ikki tær stóru viðmerking-
arnar til málið, men hann
viðgongur tó, at høvuðsor-
søkin til at Martin er upp-
sagdur, er tann, at danin
ikki var frískur, tá ið hann
kom aftur til Føroya í vetur.
– Støðan er tann, at av-
talan hjá Martin er upp-
søgd, og løgfrøðingurin hjá
okkum tekur sær av málin-
um víðari, sigur Steinfinn
Mittelstein.
Martin Christensen hevur
ikki verið nógv at sæð á
besta liðnum hjá HB í
hesum kappingarárinum,
millum annað tí at hann
hevur verið nógv darvaður
av skaða. Í fjør taldist danin
millum grundstuðlarnar á
HB-liðnum, sum vann før-
oyameistaraheitið, og sum
skilst trívast Martin og
unnustan Sabine stak væl í
Føroyum, so ikki er óhugs-
andi, at danski miðvallarin
verður at síggja á onkrum
øðrum føroyskum liði í
næstum. Sjálvur vil Martin
Christensen ikki gera nakr-
ar viðmerkingar til málið
enn.
Martin Christensen
uppsagdur í HB
Danski miðvallarin hjá HB,
Martin Christensen, sum her
er avmyndaður í dysti ímóti
B36 í fjør, er nú uppsagdur
av føroyameistarunum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Leikandi venjarin hjá HB, Heine Fernandez, veit einki um mótstøðuliðið í Champions League
undandystinum, georgiska FC Wit, sum verður í Georgia í annaðkvøld.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
14