týsdagur 13. juli 2004síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 131 - 13. juli 2004
Stórur partur av liðn-
um hjá FC Keyp-
mannahavn er mis-
nøgdur við venjingar-
leguna í Føroyum,
skrivar danska heima-
síðan Onside.dk. For-
maðurin í FCK er í
øðini og biður spæl-
ararnar halda munn
FÓTBÓLTUR
Terji Nielsen
– Tað er ikki tað besta at
venja og spæla á graslíki, og
tað er heldur ikki tað besta
at spæla ímóti liðum, sum
als ikki eru á okkara stigi.
Tað sigur liðformaðurin
hjá FCK, Bo Svensson, við
Onside.dk, eftir FC Keyp-
mannahavn er komið heim
av venjingarlegu í Føroyum.
Heimasíðan skrivar, at
tað er bert ein grasvøllur í
Føroyum, og tí mátti FCK
venja og spæla ein dyst á
graslíki.
Blaðið BT hevur eisini
spurt seg fyri hjá onkrum
spælarum, men teir hava
hug at draga í land, og mið-
vallarspælarin
Hjalte
Nørregaard vil ikki leggja
navn til atfinningarnar.
– Hatta má standa fyri
teirra rokning. Tað var eitt
sindur løgið at spæla á
graslíki mitt um summarið,
men tað var fínur túrur fyri
tað, sigur hann við BT.
Østergaard ikki blíður
Formaðurin í FC Keyp-
mannahavn,
Flemming
Østergaard, er ikki blíður
við sínar misnøgdu spæl-
arar.
– Spælarar í FCK eru
settir at gera eitt arbeiðið,
og so skulu teir bara halda
munn og gera, sum teir
verða bidnir. Vit halda, at
vit hava lagt eina sera góða
og avbjóðandi skrá fyri
fyrireikingarnar,
sigur
Flemming Østergaard við
BT.
FCK-bossurin sigur við
BT, at ferðin til Føroya or-
saka av teimum mongu
viðhaldsfólkunum, sum fel-
agið hevur í Føroyum, og tí
hetta vóru serligir dystir til
heiðurs fyri Toda Jónsson.
– Todi hevur gjørt fant-
astiska nógv fyri felagið
ígjøgnum nógv ár, og um
tað eru onkrir spælarar,
sum hava ein trupulleika av,
at vit fóru til Føroya, so
skal eg nokk fáa teir at tiga,
sigur ein illur Flemming
Østergaard.
Todi er vónbrotin
Todi Jónsson, sum á ein
ella annan hátt var høv-
uðspersónurin á ferðini í
Føroyum, er keddur av
umtaluni av ferðini.
– Eg eri vónbrotin av tos-
inum um túrin til Føroyar,
sum er í hesum døgum. Eg
var fegin um vitjanina i
Klaksvík og Havnini, og
toppurin í felagnum er eis-
ini væl nøgdur við ferðina.
Veðrið var ikki akkurat,
sum man kundi ynskt, men
tað vistu vit frammanund-
an, sigur Todi á heimasíðu
sínari.
– Vit vandu og spældu á
grasi. Tvær ferðir smávandu
vit á graslíki, og í Klaksvík
spældu vit á graslíkinum.
Toppurin í felagnum var væl
nøgdur, og føroyingar vóru
so blíðir, sum bara føroy-
ingar duga at vera. Meiri
havi eg ikki at siga um tað,
sum hevur staðið í donsku
pressuni. Men eingin ivi
skal vera um, at eg undrist á
hetta, tí alt gekk, sum tað
skuldi, sigur Todi.
Esbjerg kom víðari
Danska felagið Esbjerg kom um vikuskiftið víðari í
europeisku Intertoto Cup, eftir at felagið vann
samanlagt ímóti franska felagnum Nice. Fyrri dysturin
endaði við 1-0 til Esbjerg, og á útivølli eydnaðist
danska felagnum at fáa javnleik 1-1.
Harvið er Esbjerg, sum í fyrsta umfari av kappingini
sendi NSÍ út, farið víðari í kappingini og skal nú spæla
ímóti Vetra úr Litava.
Føst songartíð til Chelsea-
stjørnur
Stóru stjørnurnar á liðnum hjá Chelsea hava nú fingið
at vita, nær teir skulu í song, og hvussu teir annars eiga
at bera seg at.
Nýggi venjarin hjá Chelsea, Jose Mourinho, hevur
givið sínum spælarum ein bók við reglum, sum teir
skulu fylgja. Spælararnir skulu í song seinast á mid-
nátt, og teir skulu møta til felags morgunmat klokkan 9
hvønn morgun. Tá ið spælararnir hava ein frídag,
kunnu teir vera uppi til klokkan 2 náttina fyri.
Íslendski álopsspælarin hjá Chelsea, Eidur Gud-
johnssen sigur, at hann er hugtikin av, hvussu væl alt er
skipað hjá tí nýggja venjaranum, og at hetta longu hev-
ur betra um lagið í hópinum.
Morten Olsen áhugaður í
Týsklandi
Danski landsliðsvenjarin Morten Olsen vísir nú áhuga
fyri starvinum sum landsliðsvenjari í Týsklandi, og
hann noktar fyri, at hann skal hava takka nei til starvið.
– Tað hevði verið ein freistandi uppgáva fyri ein og
hvønn venjara, serliga tá ið HM verður hildið í
Týsklandi í 2006, sigur hann við týska blaðið Welt.
Sambært týskum fjølmiðlum er Morten Olsen besta
boðið, um ein útlendskur venjari skal setast í landsliðs-
starvið.
Helgi L. Petersen og NSÍ noyddust herfyri at lúta fyri
Esbjerg í Intertoto-kappingini, og um vikuskifti noyddist
franska Nice eisini at boyggja seg fyri donsku
bronsuvinnarunum
Herfyri hevði Hond-
bóltssamband Føroya
lýsing í bløðunum,
har lýst var eftir venj-
ara til føroyska mans-
landsliðsliðið. Tríggir
persónar hava søkt
starvið
HONDBÓLTSLANDS-
LIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Áhugin fyri at gerast venj-
ari hjá føroyska manslands-
liðnum í hondbólti tykist
ikki verða serliga stórur.
Hóast lýst var eftir venjara í
drúgva tíð, eru einans
tríggjar umsóknir komnar
til starvið.
Vænta avgerð fyri
ólavsøku
Rógvi Nielsen frá hond-
bóltssambandinum sigur, at
av teimum trimum umsøkj-
arunum, hevur bert tann
eini verið til samrøðu hig-
artil. Av tí at summarfrítíð
er, er trupult at savna fólk,
men væntandi verða sam-
røður við hinar báðar um-
søkjararnar í næstum, og
Rógvi Nielsen væntar, at
Hondbóltssamband Føroya
fer at taka ein avgerð um,
hvør næsti landsliðsvenjar-
in skal verða, áðrenn ólav-
søku. Rógvi Nielsen vil
ikki gera nakrar stórvegis
viðmerkingar, men hann
váttar tó, at allir tríggir um-
søkjararnir eru búsitandi í
Føroyum. Nýggi venjarin
skal taka við eftir dananum
Lars Nedergaard, sum í
samráð við HSF legði frá
sær fyrr í ár.
NSÍ ætlar sær á venj-
ingarlegu í Hvalba
nakrar dagar undan
steypafinaluni ímóti
HB á Ólavsøku.
VENJINGARLEGA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Lagt er upp til eina spenn-
andi steypafinalu á Tórs-
vølli á Ólavsøku. Liðini í
finaluni eru HB og NSÍ,
og harvið er talan um eina
endurtøku av finaluni fyri
tveimum árum síðani, sum
runavíkingar vunnu 2-1.
Venja á grasi
Til tess at verða so væl
fyrireikaðir sum gjørligt til
finaluna, ætla runavíkingar
sær á venjingarlegu í nakrar
dagar undan sjálvari final-
uni. Venjingarlegan hjá NSÍ
verður í Hvalba, og tað er
óivað tí, at hvalbingar hava
tann eina av bert trimum
grasvøllum í landinum.
Steypafinalan verður jú
sum teimum flestu kunnugt
leikt á grasinum á Tórs-
vølli, og tí er tað avgjørt ein
fyrimunur, at leikararnir
hava havt høvi til at venja
seg við at spæla á grasi í
eina tíð frammanundan.
Tríggir vilja verða landsliðsvenjari
Runavíkingar til Hvalba á
venjingarlegu
FCK-spælarar misnøgd-
ir við ferð í Føroyum
Hóast FCK fekk harða mótstøðu í venjingardystunum báðum í Føroyum, serliga í Klaksvík,
tykjast leikararnir ikki halda nógv um Føroyavitjanina hjá felagnum
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
16
Nr. 131 - 13. juli 2004
17
17