týsdagur 13. juli 2004síða 10
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 131 - 13. juli 2004
Størsta rennitiltakið í
Føroyum nakrantíð,
Atlantic Airways
Tórshavn Marathon,
verður leygardagin,
og fyrireikararnir
rokna við ikki færri
enn 250 luttakarum
RENNING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bilførarar í høvuðsstaðnum
noyðast at hava eitt vakið
eyga við rennarum leygar-
dagin, tí tá verður árliga
marathon renningin í Havn.
Sjálvt rennitiltakið er býtt
upp í ymiskar kappingar-
greinar, og luttakaratalið
fer helst upp um tey 250,
siga fyrireikararnir.
Føroyskir favorittar
Í mun til undanfarna ár er
talið av útlendskum rennar-
um í kappingini vaksið
munandi. Millum teirra er
týskarin, Horst Preisler,
sum í Føroyum fer at renna
sítt
marathon
nummar
1275. Preisler er 69 ára
gamal, og hann er einasti
rennarin í heiminum, sum
hevur runnið fleiri enn
1000 marathon kappingar.
Hjá kvinnunum er eisini
forkunnug útlendsk vitjan,
tí her verður danska Britta
Houmann Sørensen við.
Hon rann herfyri sítt mar-
athon nummar 100, og
hóast hon nærkast teimum
60, er væntandi, at hon
kann geva teimum føroysku
kvinnuligu
rennarunum
skarpan gang. Britta Sør-
ensen hevur ikki færri enn
23 ferðir verið niðan fyri
tríggjar tímar, tá ið hon
hevur runnið marathon.
Favorittarnir
í
renni-
kappingini leygardagin eru
annars føroyingar. Ein av
fyrireikarunum av stóra
rennitiltakinum,
Robert
Vilhelmsen, sum sjálvur
hevur luttikið í fleiri slíkum
kappingum, og sum eisini
verður við leygardagin,
sigur, at eftir hansara tykki
er Cecil Weihe favorittur til
at vinna hjá monnunum,
meðan Rigmor N. Arge er
favorittur hjá kvinnum. Tó
sigur Robert, at bæði Hjalti
Gunnarstein og møguliga
Sigurð Justinussen kunnu
hótta Cecil, meðan danski
veteranurin,
Britta
H.
Sørensen, møguligani kann
skaka Rigmor, sum leingi
hevur verið at kalla eina-
ráðandi hjá kvinnuligu
føroysku rennarunum.
Stórt fyrireikingar-
arbeiði
At skipa fyri einum slíkum
tiltaki sum Atlantic Air-
ways Tórshavn Marathon
krevur nógva fyrireiking.
Robert Vilhelmsen sigur, at
nógv tíð er farin til fyri-
reiking av kappingini, og
ein rúgva av fólki eru við í
tiltakinum. Hann sigur, at
meðan runnið verður leyg-
ardagin, verða ikki færri
enn 70 hjálparfólk, sum á
ein ella annan hátt fara at
hjálpa til. Harafturat koma
øll tey fólk, ið eitt nú Reyði
Krossur, løgreglan og onn-
ur stilla upp við.
At so nógvir rennarar
verða úti á vegnum leygar-
dagin, hevur sjálvsagt eis-
ini sína ávirkan á ferðsluna,
og fyri at geva rennarunum
best møguligu trygdina
verður kollafjarðartunnilin
stongdur
nakrar
tímar
leygardagin, meðan runnið
verður. - Tað er óðamanna-
verk at lata fólk renna í
tunnlinum, meðan bilar
koyra framvið, og tí er av-
gerð tikin um at stongja
tunnilin, sigur Robert Vil-
helmsen.
Alt fyrireikingararbeiði í
sambandi við sjálvt renni-
øki er gjørt í neyvum sam-
starvi við bæði løgreglu,
landsverk og kommununa í
Havn, soleiðis at trygdin er
í hásæti, uttan at hetta
darvar ferðsluna ov nógv.
Av tí at runnið verður á ein-
um rættuliga stórum geo-
grafiskum øki, krevur tað
eyka nógv av fyrireikarun-
um, og samstundis krevur
tað eisin fleiri hjálparfólk.
Vaksandi útlendskur
áhugi
Sum áðurnevnt tykist áhug-
in millum útlendingar fyri
marathon renningini í Havn
verða vaksandi. Útlendska
luttakaratalið er vaksið, og
Robert Vilhelmsen sigur, at
tey, ið varða av kappingini í
Havn, støðugt fáa fyri-
spurningar frá útlendskum
liðum, ið ætla sær at luttaka
í kappingini eitt av næstu
árunum. Hann sigur, vænt-
andi fara útlendingar um
ikki so langa tíð at eiga
bróðurpartin av luttakarun-
um í føroysku marathon
kappingini.
Eisini føroyameistara-
kapping
Atlantic Airways Tórshavn
Marathon er ikki bert ein
vanlig marathon kapping, tí
talan er samstundis um før-
oyameistarakapping
í
marathon. Her tykist lítil ivi
verða um, at Rigmor N.
Arge fer at vinna heiðurin
hjá kvinnunum, meðan
spenningurin hjá monnun-
um er eitt sindur størri.
Vinnarin av føroysku mar-
athon kappingini hjá bæði
kvinnum og monnum fær
ein gávukekk frá Atlantic
Airways upp á ein ferða-
seðil á rutunetinum hjá At-
lantsflog. Megnar vinnarin
samstundis at seta nýtt met
á rutuni, fær hann ella hon
ein gávukekk frá Føroya
Sparikassa áljóðandi 2500
krónur.
Seinasta freist
fríggjadagin
Sum áðurnevnt verður ikki
einans runnið marathon.
Runnið verður eisini hálvt
marathon, umframt tvær
stuttleika kappingar, har
runnið verður ávíkavist 3
og 5,8 kilometrar. Í sam-
bandi við stóra tiltakið
verður eisini skipað fyri
ymiskum tiltøkum í gongu-
gøtuni, meðan kappingin
fer fram.
Higartil hava okkurt um
40 fólk boða frá, at tey ætla
sær at luttaka í marathon
renningini, meðan eini 20
fólk ætla sær at renna hálvt
marathon. Um nakar hevur
hug at luttaka í rennikapp-
ingini, skulu tey siga frá í
seinasta lagi fríggjakvøldið
í ítróttarhøllini á Hálsi.
250 fólk renna í havnargøtum leygardagin
Rigmor N. Arge er favorittur
at vinna kappingina hjá
kvinnum, tá ið marathon
verður runnið í Havn
leygardagin
Nógvir rennarar verða at
síggja í havnargøtum
leygardagin, tá ið árliga
marathon-kappingin verður
C
M
Y
K
18
Nr. 131 - 13. juli 2004
19
Sandoyartingmaðurin
Gerhard Lognberg er
sera vónbrotin av, at
Strandfaraskip Land-
sins ikki hava fingið
ein túr um Skopunar-
fjørð seint á kvøldið
SAMFERÐSLA
Edvard Joensen
edvard@sosialurin.fo
Sandoyingar eru sera vón-
brotnir av, at Teistin ikki er
farin at sigla um Skopunar-
fjørð seint á kvøldi.
– Hóast Løgtingið hevur
játtað eina millión eyka til
hesa rutuna, við teirri ætl-
an, at byrjast skuldi tann 1.
juni, er einki hent enn, nú
vit nærkast álvarsliga aug-
ust mánaða, sigur Gerhard
Lognberg, borgarstjóri í
Skopun og løgtingsmaður
fyri Sandoynna.
Hann ætlar ikki lata heta
fara uttan viðari, sigur
hann, og hevur saman við
hinum tingmanninum úr
oynni, Pálli á Reynatúgvu,
fingið í lag fund við
Strandfaraskip
Landsins
um málið. Hesin fuundurin
skuldi vera, eftir at Sosial-
urin var farin til prentingar
seinnapartin mánadagin.
Gerhard Lognberg sigur,
at tá peningurin varð játtað-
ur Strandferðsluni til ein
eykatúr um Skopunarfjørð,
varð roknað sum givið, at
talan skuldi vera um ein túr
av Gomlurætt seint á
kvøldi.
Men nú frættist, at hoyr-
ingarskriv verður sent út,
har ymsir møguleikar verða
nevndir.
Ein er, at siglast skal
klokkan 20.15 alt árið, ella
í øðrum lagi at gera ein túr
eftir
tilkalling
klokkan
22.00.
– Men hetta er ikki tað,
vit vilja hava her suðuri,
sigur Gerhard Lognberg.
Vit vilja hava ein túr klokk-
an 23.15 hvørt kvøld. Tað
er tað einasta, sum munar
nakað, sigur hann.
Hann vísir á, at ynski er
at fá ein túr, sum ger tað
møguligt hjá Sandoyarfólki
at brúka tey tilboð, sum eru
á »meginlandinum«.
Hesi liggja ofta seint á
kvøldi. Og siglir Teistin so
seinastu
ferð
klokkan
20.15, kann hetta ikki nýt-
ast til nakað, tí tá eru eingi
tiltøk liðug, sigur hann.
Tað verið seg mentnartiltøk
av ymsum slagi, kvøldskúl-
ar ella hvat fólk nú kann
ganga til, um tey hava
møguleikan at ferðast aftur
og fram.
So eru tað fólk, sum eitt
nú arbeiða í vaktarskipan-
um. Vaktirnar skifta ofta
klokkan 23.00, og hevði
Teistin siglt klokkan 23.15,
bar væl til hjá einum, sum
fer av vakt klokkan 23.00,
at nátt hesum seinasta túr-
inum, vísir Gerhard Logn-
berg á.
Hann sigur, at ein grund-
geving í móti at leggja ein
túr so seint á kvøldi, hevur
verið veðurlíkindini um
veturin. Tað skal vera so
torført at sigla í myrkrinum.
Men hesum tekur hann
ikki undir við. Tí um vetur-
in er líka myrkt klokkan
20.15, sum tað er klokkan
23.15. Og manningin á
Teistanum veit sera væl,
nær líkindi eru at fara um
fjørðin. Eisini í myrkri.
– So handan grundgev-
ingin er heilt burturvið, sig-
ur Gerhard Lognberg, borg-
arstjóri í Skopun og Sand-
oyartingmaður.
Misnøgd við Strandferðsluna
Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun og
Sandoyartingmaður, er ikki nøgdur við, at
Strandferðslan arbeiðir við fleiri alternativum til
sigling um Skopunarfjørð. Hann vil hava ta játtaðu
milliónina til ein túr av Gomlurætt hvørt kvøld
klokkan 23.15
Savnsmynd
MARKNAÐARRÁK
Aðru viku á rað, fullu láns-
brævarenturnar og virðið á
partabrøvunum. Hóast smá-
ligt hevur verið við búskap-
arligum lyklatølum úr USA
í farnu viku, verða markn-
aðirnir ávirkaðir av rokn-
skaparkunngerðum og yms-
um hendingum.
Av hendingum í farnu
viku, sum fingu lánsbræva-
rentur og partabrøv at
lækka, vóru millum annað
tíðindir frá fregnarkeldum
um, at yvirgangskroppar
fyrireika eina stóra yvir-
gangsatsókn undan ameri-
kanska forsetavalinum í
novembur. Hetta fekk olju-
prísirnar at hækka aftur og
tosað varð aftur um, at
OPEC fer at hækkað prís-
bandið úr núverandi 22-28$
fyri tunnuna. Eisini útlit
fyri eini meiri hóvligari
gongd í amerikanska prís-
vøkstrinum, fekk dollarin
at vikna mótvegis evruni,
pundinum og yenninum.
Hóast talið av teimum, ið
søktu arbeiði var tað lægsta
í 4 ár, góvu marknaðirnir
sær ikki stórvegis far um
hesi tíðindi.
Fleiri roknskaparkunn-
gerðir vóru í farnu viku.
Yvirskotið hjá General
Electric fyri annan árs-
fjórðing gjørdist hægri enn
væntað, meðan fleiri rokn-
skapir hjá millum annað
Yahoo, Veritas Software og
Talbots vístu verri úrslit
enn væntað. Hettar fekk
partabrævamarknaðir
at
falla.
Hóast partabrævamarkn-
aðirnir og lánsbrævarentur-
nar seinastu tvær vikurnar
hava verið undir einum
ávísum trýsti, ávirkar hettar
ikki forsøgnirnar hjá Kaup-
thing um, at lánsbræva- og
innlánsrenturnar fara at
hækka í longra tíðarbil-
inum nú ein skipað til-
gongd við rentuhækkingum
er byrjað í USA. Tó vilja
roknskaparkunngerðir og
lyklatøl framvegis kunna
framskunda ella tøla kom-
andi rentuhækkingum hjá
amerikanski
tjóðbank-
anum.
Umsetningurin á markn-
aðunum hevur seinastu vik-
una verið lítil orsakað av
summarsteðgi. Tí kann
væntast, at hendan vikan
eisini verður friðarlig. Hesa
vikuna verða kunngjørd, úr
USA og Evropa, prísvakstr-
artøl ið møguliga ávirka
marknaðirnar. Eisini kunn-
gerða millum annað Intel
og Citygroup sínar rokn-
skapir fyri annan ársfjórð-
ing.
Friðarligt á lánsbrævamarknaðinum
Vika 29, 2004
www.kaupthing.fo
Greiningin er grundað á keldur, sum Kaupthing metir vera álítandi, men Kaupthing hevur ikki
ábyrgd av, at tilfarið altíð er neyvt og nágreiniligt. Kaupthing kann heldur ikki ábyrgdast tap
ella líknandi, sum stendst av gerðum, ið hava støði í greiningunum í hesum tilfari.
19