Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 64
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 64

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 32 Ókeypis lýsingarblað TEMA Hús&Heim Terji Nielsen T að er ikki bara í miðstaðar­øki­ num, at tað gongur væl við sethúsasøluni. Eisini kring land­ið er vaksandi áhugi fyri at handla ognir, og ein av høvuðsorsøkunum er laga­liga rentan, sum ger fíggingina bíliga. – Vit merkja ein vøkstur í sethúsa­ søl­uni her suðuri. Rentan er lagalig, og tað hevur við sær, at tað er ein góður ak­ tivi­tetur á sethúsamarknaðinum í oynni, og prísurin er eisini góður, sig­ur Sør­en Bruhn, stjóri í Suðuroyar Spari­kassa. Óvanligir prísir Sum dømi um góðu gongdina á set­ húsamarknaðinum í Suðuroynni vísir Søren Bruhn á, at bara tað seinasta árið eru tvey dømir um sethús í oynni, sum eru seld fyri oman fyri tvær milliónir krónur. – Tað eru prísir, sum vit ikki hava sæð her í oynni í fleiri ár. Men tað er ikki dýrt at lána í dag, og tað er høv­ uðs­orsøkin til tann positivitet, ið vit síggja í løtuni, sigur hann. Sjálvur heldur Søren Bruhn eisini, at ein onnur avleiðing av lagaligu fígg­ ingarmøguleikunum í løtuni er, at man fær eina hart tiltrongda endurnýggjan á bústaðarøkinum í Suðuroynni. – Gamaní eru tað ikki nógv nýggj hús, sum verða bygd í oynni í løtuni. Men meðan vit fyrr sóu nógv heilt gomu hús blíva seld, og síðani blivu tey renoverað, so síggja vit í dag, at húsini, ið verða handlað, eru væl nýggj­ari, sigur hann. Bara vanlig bankalán Hjá Suðuroyar Sparikassa veita tey bara vanlig bankalán. Tey hava onga avtalu um veiting av realkredittlánum. – Vit halda okkum til tey vanligu banka­lánini, og har eru treytirnar eisini sera lagaligar í løtuni. Um vit taka eitt dømi um eina familju, ið keyp­ir eini hús fyri eina millión her í oynni, og vit veita fígging við lægstu rentu, sum í løtuni er 3,59 prosent, so kostar lánið bara eini 4.000 krónur netto um mánaðin fyrsta árið, um tað verður afturgoldið yvir 25 ár. Tað er íroknað avdrátt av láninum, greiðir Søren Bruhn frá. Hann heldur, at tað ber illa til at leiga sær eina íbúð fyri minni enn tað, sum tað kostar at lána eina millión. – Fyri eina millión fært tú nógv her suðuri í dag. Við verandi rentu er ein millión heldur ikki nógv í dag. Men man skal sjálvandi hava í huga, at rentan fer at hækka aftur, so tú mást leggja upp fyri tí í sambandi við fígging av sethúsum. Men framvegis eiga tey flestu at klára at hava eini hús í oynni í dag, sigur hann. Søren Bruhn sigur, at tað er heilt týðiligt, at tað ongantíð áður hevur verið so attraktivt at keypa hús í Suður­oynni, sum tað er í dag. – Vit merkja heilt sikkurt eina øgi­liga optimismu í oynni, og tað er ótrúliga gleðiligt, sigur hann. Fíggingin er søguliga lagalig Tað hevur ongantíð fyrr verið so lokkandi at keypa hús í Suðuroynni, sum tað er í løtuni. Tað sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa Sethúsaprísurin í Suðuroynni hevur verið góður seinastu tíðina, og til dømis eru tvey hús seinasta árið seld fyri oman fyri tvær milliónir krónur Savnsmynd Tað hevur ongantíð fyrr verið so lokkandi at keypa hús í Suðuroynni, sum tað er í løtuni. Tað sigur Søren Bruhn, stjóri í Suðuroyar Sparikassa Savnsmynd