Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 70
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 70

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 38 Ókeypis lýsingarblað TEMA Suðuroy Vilmund Jacobsen Í stóru byggiverkætlanini, sum Salt­ siloin er, arbeiðir Sp/f BKE fyri TG- Verk, ið eigur arbeiðstøkuna, sum BKE tek­ur sær av. Teir, sum eiga BKE, eru Mag­nus Kristensen og Bjarni Bech. - Okkara lutur liggur undir parti­ num hjá TG-Verk. Tá mest hevur ver­ið at gera, hava vit verið uppí fimm mans í arbeiði við Saltsiloini, men onkun­tíð hevur eingin maður verið á byggi­ plássi­num - alt eftir, hvør okkara lutur hev­ur verið. Magnus Kristensen sigur, at BKE eitt nú hevur tikið sær av niðurtøku av pørt­um, sum eru bygdir av nýggjum. Ymiskar uppgávur - Vit hava eisini gjørt inntakið til sjóvar­hitan. Hetta er ein betong­ brunn­ur, sum er einar seks metrar høg­ur við einum tvørmáti á umleið 2,50 metrar. Niðasti parturin av brunni­num stendur 2,11 metrar undir miða­l­vatni. Hetta hevur verið ein rímil­ iga stór uppgáva, tá vit eisini hava lagt trý rør ella tríggjar trýstslangur ein­ar 11-12 metrar út frá brunninum. Magnus Kristensen sigur, at niðasti part­u­rin av brunninum - botnurin - sum er einar 1,5 metrar høgur, varð sett­ur niður á í einum, og síðan er brunn­ur­in bygdur upp av ringum. Hann sigur, at eitt teknikrúm, har skipan­in til grønu orkuna kemur at stan­da, eisini er bygt undir plattinum, sum er við inngongdina í niðara enda til Salt­siloina. - Hetta rúmið er 4x18 metrar stórt og er alt stoypt. Stórur septiktangi Magnus Kristensen sigur, at ein onnur rími­liga stór uppgáva, sum BKE eisini hev­ur tikið sær av, er stóri septik­tang­ in nið­an fyri Saltsiloina. Tangin er meira enn seks metrar lang­ur og er úr glastrevju. Hann ligg­ ur so mikið djúpt, at flóðin røkkur hon­um, og tí hevur verið neyðugt at ”ankra” tangan væl, og eins og hann er tyrvd­ur, og stoypt er væl omanyvir. - Tangin kundi ikki setast niður á flóð, og tá vit settu hann niður, varð neyðugt at gera skjótt av, sigur Magn­ us Kristensen. Tey, sum kundu hugsað sær at vit­ að meira um BKE, kunnu venda sær til Magnus og Bjarna á tlf. 239820 og 239822. BKE eisini partur av Saltsiloini Sp/f BKE, sum er eitt lutfalsliga nýtt entreprenørfelag við royndum fólkum á økinum, er eisini partur av Saltsilo- verkætlanini við jørð-og lendisarbeiði og niðurtøku Uppgávurnar hjá BKE-monnunum í Saltsilo- verkætlanini á Drelnesi hava verið ymiskar - og onkrar uppgávur hava verið rættiliga serstakar Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen Meðan RenoVent í Hósvík tekur sær av hita og saniteti í Saltsiloini, er tað Tangavirkið í Vági, ið skal gera ven­tila­tións­skipanina, sum kemur at ganga út frá takhúsinum ovast á bygn­ing­inum. Saltsiloin er ein stórur bygningur, sum skal kunna hýsa eini 2000 fólk­ um standandi, og tí er eisini neyðugt, at húsið hevur eina góða ven­ti­la­ tións­skipan um allan bygn­ing­in. Enn er takhúsið, sum sæst ovast á myndini, ikki liðugt, men stál­ konstruktiónin er komin upp, og skjótt verður hon klødd við ele­ment­ ur og verður innilokað. Tangavirkið í Vági er ein dygg­ur veitari á sínum øki og ventilatiónsskipanin, sum fyri­tøk­an byggir upp í Saltsiloini, verð­ur eisini sett í samband við sjóvar­hita­skipan­ ina, har avlopshitin úr luftini verður endur­vunnin. Stórt og smátt Tangavirkið er ein rættiliga fleksibul smiðja og dyggur veitari í breiðum høpi - alt frá byggivinnu um fiski-og ali­vinnu til privat viðskiftafólk sum ynskja, at ketilin verður skiftur. Hetta er eisini ein handilsfyritøka, sum eitt nú selur hvs og ymiskt, ið hevur sam­ band við hvs-arbeiði. Gjøgnum árini hevur fyritøkan loyst nógvar ymiskar uppgávur og hevur eisini - eins og í hesum føri­ num við Saltsiloini - verið part­ur av nógvum størri og smærri verk­æt­lan­ um. Ikki bara í Suðuroy, men eisini kring um landið. Aðrar framleiðslur Sum navnið sigur, framleiðir verk­ stað­ur­in eisini tangar av ymiskum slagi, og virkið er ikki minst kent fyri sína framleiðslu av eitt nú gelend­ar­ um, rekkverkum, trappum, dragarum og ymiskum øðrum úr jarni og stáli. Ventilatiónsskipanin í Saltsiloini hevur sína byrjan á takloftinum, sum enn ikki er innilokað, men verður innilokað við elementum í næstum Mynd: Vilmund Jacobsen Tað var Tangavirkið í Vági, sum vann fakenterprisuna við ventilatiónsskipanini, sum verður í Saltsiloini á Drelnesi Tangavirkið arbeiðir ovast uppi