mánadagur 20. apríl 2015síða 72
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
40
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Suðuroy
Vilmund Jacobsen
Birgir Haraldsen er samskipari hjá TG
Verk í byggingini av Saltsiloini á Drel
nesi. Tá Vikublaðið vitjaði á Tvøroyri í
síðstu viku, skiftu vit orð við hann um
verkætlanina.
Tað er TG Verk, ið er størsti einstaki
arbeiðstakarin í verkætlanini. Sum
undirveitarar hevur TG Verk eitt nú
entreprenørfyritøkuna BKE, ið hevur
tikið sær av jørð-og lendisarbeiði og
niðurtøku - og fyritøkuna Suðursmíð,
sum hevur tikið sær av betongarbeiði.
Uppgávurnar hjá Birgiri eru eitt nú
at samskipa arbeiði og at bíleggja tilfar.
- Vit eru væl á veg við innilokingini.
Veðrið hevur spælt nógv inn við bæði
regni og vindi. Tornið á takhúsinum er
einar 23 metrar høgt, og á takinum
kann vera nógvur vindur.
Birgir sigur, at fyritøkurnar, sum
arbeiða á Drelnesi, eru í góðum sam
starvi, og umframt TG Verk, BKE og
Suðursmíð, eru eisini aðrar fyritøkur
við hvør sínar fakinterprisu, sum tað
verður rópt.
- Tá takhúsið er klætt við ele
mentum, og tjørupapp er lagt niður
yvir takið á Saltsiloini annars, verður
rættilig ferð sett á innan í stóra bygn
inginum. Tað mesta av tilfarinum, sum
vit skulu brúka innandura, er bílagt, og
soleiðis eisini loftið.
Gott samstarv
Birgir Haraldsen sigur, at hæddin úr
gólvinum og uppundir tróðurið er
einar 15 metrar.
- Gólvvíddin í Saltsiloini er 1130
fermetrar, og loftið er einar 1300
fermetrar. Bara listarnir, sum eru eftir
øllum loftinum, eru einar 18-19 kilo
metrar til longdar.
Hann sigur, at teir tíggju stóru
stáldragararnir, sum í dag bera alla
yvirtromina, eru úr Hálandi.
- Gamla betongið røkkur umleið
5,40 metrar upp, og báðir endarnir eru
bygdir upp við serstøkum gassbetongi.
Samskiparin heldur, at samstarvið
kring verkætlanina á Drelnesi er ógvu
liga gott og um alt gongur, sum vænt
andi er, stendur Saltsiloin innilokað
um stutta tíð.
- Hetta er ein sera spennandi verk
ætlan, sum nú rættiliga hevur fingið
sítt skap, bæði uttan og innan.
Alt verður gjørt fyri, at Saltsiloin
verður so væl ljóðbjálvað sum til ber,
soleiðis at eitt nú tung ferðsla, sum
koyrir eftir vegnum oman fyri, ikki skal
hoyrast, tá konserttiltøk og annað
verður í stóru høllini.
- Okkara stórarbeiðstøka fevnir
um jørð, betong, stál og timbur. Aðrir
veitarar eru RenoVent við hita, Tanga
virkið við ventilatión, Svend Roest
við múraraarbeiði, El-Service við el
og Martin í Nesi, sum hevur málara
arbeiði, sigur Birgir Haraldsen, sum
Vikublaðið skifti orð við.
Gott samstarv
um byggingina
- Tá takhúsið er klætt við elementum, og tjørupapp er lagt niður yvir takið á Saltsiloini, verður
rættilig ferð sett á innan í stóra bygninginum. Tað mesta av tilfarinum, sum vit skulu brúka
innandura, er bílagt, og soleiðis eisini loftið, sigur samskiparin hjá TG Verk, Birgir Haraldsen
Birgir Haraldsen er samskipari fyri TG Verk, ið hevur
stórarbeiðstøku í byggingini av Saltsiloini á Drelnesi
Mynd: Vilmund Jacobsen
RenoVent
syrgir
fyri grønu
orkuni í
Saltsiloini
Tað er RenoVent í Hósvík, sum syrgir fyri, at Saltsiloin á Drelnesi verður rikin við grønari orku - sjóvarorku,
sum tað í hesum førinum verður rópt. Skipanin á Drelnesi verður á leið hin sama, sum Boðanesheimið hevur
Vilmund Jacobsen
Stjórar í RenoVent í Hósvík eru Hans
jákup Olsen og Dan Olsen, og Viku
blaðið hevur skift orð við Hans Jákup
um, hvussu Saltsiloin verður hitað.
- Okkara partur av verkætlanini
er hiti og sanitet. Orkuskipanin er
soleiðis bygd upp, at sjógvur verður
pumpaður gjøgnum ein vekslara í
sonevnda teknikrúminum, sum liggur
beint undir platinum við niðaru inn
gongd í Saltsiloini.
Hans Jákup sigur, at ein brunnur
eisini er stoyptur niðari í lendinum,
og har fer RenoVent í næstum at
seta tvær dykkpumpur upp, sum
skulu pumpa sjógvin gjøgnum veksl
aran.
- Haraftrat verða tvær hitapump
ur í teknikrúminum, og skipanin verð
ur síðan knýtt saman við útsúgving
ini - ella ventilatiónini - sum verður í
takhúsinum. Hetta merkir, at avlops
orkan, sum er í luftini, eisini verður
endurvunnin.
Gólvhitaslangur
- Okkara partur av verkætlanini hevur
eisini verið at leggja gólvhitaslangur
í gólvini í øllum bygninginum. Hesar
slangur, sum allar skulu liggja í
betongi, eru tilsamans umleið tríggj
ar kilometrar langar.
Hans Jákup Olsen sigur, at teir eru
lidnir at leggja hesar slangur, men
enn vantar, at seinasti triðingurin av
gólvinum í stóru høllini verður stóptur.
- Eg havi skilt, at seinasti triðing
urin verður stóptur fyrsta dagin.
Stjórin sigur, at grøna orku
skipanin í Saltsiloini er ein rímiliga
stór uppgáva hjá RenoVent, men
tekniskt er uppgávan ikki trupul at
loysa.
- Vit vita, at hetta er ein skipan
sum virkar, sigur Hans Jákup Olsen.
Fremst í tí reina
Fyritøkan RenoVent í Hósvík byrj
aði sítt virksemi í 1996 við at
viðlíkahalda ventilatiónsverk. Fyri
tøkan legði skjótt á annan bógv og
víðkaði sítt virksemi til eisini at fevna
um alt vanligt hvs-arbeiði, ventila
tiónsarbeiði, bygningskanningar, og
eisini fór fyritøkan at veita byggi
tekniska ráðgeving.
RenoVent hevur sum fyritøka
lagt seg eftir at vera fremst í at
menna reinar orkuskipanir, sum eru
optimalar til júst føroyska veður
lagið.
RenoVent hevur lagt umleið tríggjar kilometrar av gólvhitaslangum í Saltsiloina
Mynd: Birgir W. Høgnesen