Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-20, síða 81
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. apríl 2015síða 81

‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 17 • 20. apríl 2015 49 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað H úsið í Lucas Debesargøtu kann av røttum kallast ein heilsu­ mið­støð. Tey sum húsast har eru bailine við Elinborg Johannesen, afturat sær hevur hon Fótarøktin v/ Ingunn Poulsen statsautoriseraður fót­terapeutur. Tannrøktarin v/Mai- Britt Kjærbo, autoriseraður tann­røkt­ ari, KE-body works v/Kenneth Ellef­ sen body-sds, Martina og Janus í Dali sum reka viðgerðarstovuna Tilvita. Bailine í Tórshavn hevur rættiliga spílað seg út við at geva kundunum nakrar nýggjar møguleikar, millum annað anlitsviðgerð og møguleiki er eisini at verða meira aktivur, meðan elektrodurnar gera sítt vøddaarbeiði. Kundin stendur á crossara og hetta krevur og gevur rættiliga nógv. Bailine bjóðar eisini viðgerð í infrareyðari sauna. Bailine er ein effektiv hjálp til at loysa trupulleikar sum yvirvekt, ov­ erving og strongd. bailine er trening við elektrodum, ið geva teir vanligu heilsufyrimunirnar sum sunnari koleste­rol, sterkeri hjarta, betri vødda­funktin, sterkari rygg, liðir og knotur, betri minni og meiri psykisk kraft uttan skeiva overving og baks. Har eru nógvir møguleikar sum t.d. lætta styrkivenjing, at koma í form eftir barnsburð, figurforming, kost­ veg­leiðing, at stramma appelsinhúð, pínulinna eins og at lætna og klænka. Bailine er einans fyri kvinnur, men vit hava fingið loyvi til at royndarkoyra við monnum og tað gera vit í løtuni, sigur, Elinborg Johannesen. Ingunn Poulsen statsaut. fóttera­ peutur. sigur, at ein fótaviðgerð byrjar við fótabað, kanning av fótinum, er hørð húð, líktorn ella hælrivur, verður tað skorið burtur, neglirnar verða klipt­ar, reinsaðar og pussaðar. Tú fært vegleiðing í, hvussu tú á bestan hátt skánar føturnar, og hvør skógvur hóskar til tín fót. Innlegg verða gjørd bæði til arbeiðs-, frítíðar- og ítróttarskógvar. Hetta kann hjálpa upp á pínu í fóti, knøum og ryggi. Sunn­ar føtur alt lívið hava tørv á við­líkahaldi, sigur Ingun Poulsen frá Fóta­røkt. Mai-Britt Kjærbo er autoriseraður tannrøktari, sum hevur drúgvar roynd­ ir úr Danmark og Føroyum í tannrøkt, viðgerð og fyribyrging hjá vaksnum fólki. – Eg gevi mær stundir at gera eina gjølla kanning og tannreinsing, soleiðis at vit saman fáa yvirlit yvir tann­heilsuna. Kundin fær innlit í all­ ar viðgerðir og hevur ávirkan á úr­ slitið. Mær dámar tað best tá eitt álitis­forhold skapast millum meg og kundan, so kundin kennir seg tryggan við at tenninar eru í góðum hondum og fáa bestu viðgerð. Tannrøkt er eisini undir heilsutrygd. Øll kunnu frítt velja at ganga hjá tannrøktara til van­ ligt við­líkahald og røkt, uttan mun til hvønn tannlækna tey hava, sigur Mai- Britt Kjærbo. Kenneth Ellefsen er body-sds, sum stendur fyri Body Self Development’s System. Body-sds og er eitt av heim­ sins mest effektivu viðgerðar- og venj­ingarsystemum, sum er designað til tað modernaða menniskja við fokus á krops­terapi, sjálvmenning, heilsu og vælveru. Funktionell kropsviðgerð eigur at vera fundamentið í tínari trening. Tú eigur ikki at trena ov nógv um tú hevur skeivan kropp, læstar øklar og stívan rygg. Viðgerðin hjálpir til við at rætta upp á læst og skeiv lið, so tín nátúrligi rennistílur kemur fram. Hon hjálpir eisini væl upp á andadráttin, sum hevur stóran týdning í hesum ítrótti.  Hesin viðgerðarháttur hevur ver­ið nýttur í 15 ár í t.d. Tour de France av Kenneth Ellefsen, sum hevur verið knýttur at fimm heimsmeistarum sein­astu árini. Kenneth Ellefsen hevur hálpt mongum ítrottafólki í Føroyum mill­um annað hóndólt-, fótbólt-, flog­ bóltspælara, rennarum, súkklarum og mong­um øðrum. Janus og Martina í Dali reka við­ gerðarstovuna Tilvita. Vit vilja bjóða tykkum eina ferð inn í ein tilvitaðan heim. Vit ynskja at hjálpa og vísa á møgu­leikan til eitt tilvitað lív við teim­ um viðgerðum, ið vit kunna bjóða. Okkara virðisgrundarlag er human­istiskt og eksistentielt. Vit bjóða sam­røðu­viðgerð, venjingar við anda­dráttinum, bio­energetik venj­ ingar, skelk og trauma viðgerð, Reiki healing, supervisión og mekling. Tú kanst fáa einstaklingaviðgerð, par­ við­gerð, luttaka í bólkaviðgerð ella familju­viðgerð. Ein velur sjálvur sína leið – hetta er bert ein møguleiki til eitt tilvitað lív, siga Martina og Janus. Heilsumiðstøð í miðbýnum Í Lucas Debesargøta 8 í Havn er ein heilsumiðstøð, sum hevur nógv at bjóða. Umframt allar viðgerðirnar hjá bailine bjóða vit fótarøkt, tannrøkt, Body-sds, samrøðuviðgerð og mangt annað, sigur Elinborg Johannesen frá bailine Starvsfólk f.v.: Elinborg Johannesen, Ingunn Poulsen, Kenneth Ellefsen, Mai-Britt Kjærbo og og Janus í Dali