mánadagur 20. apríl 2015síða 84
‹ fyrra síða allar 88 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 17 • 20. apríl 2015
52
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Kjølur úr eik og borð úr furu
Chevrolet
Bel Air
frá 1955
við Óla Olsen
Í
hesum døgum leggur Kaj Hammer,
bátasmiður í Havn, allar seinastu
hond á stóran opnan bát – sonevnd
an teinæring – sum verður smíðaður
í ljósum og góðum hølum hjá skipa
smiðjuni MEST í Havn. Tjúgu mans
skulu rógva bátin, sum pf Egilsgarður
við Poul Hansen stjóra skal hava. Tí
líkur bátur sigst at hava verið í Mykinesi
í síni tíð.
Kaj Hammer hevur áður smíðað
teinæring. Tann báturin, sum er 12,80
metur langur, varð flotaður á ólavsøku
í 2012. Tað var ein bundin uppgáva,
sigur Kaj – hann hevði eitt modell at
halda seg til – og hann metir teir skut
arnir vera heldur stuttar. Hesin báturin
er 15,50 metrar langur og skutarnir
sostatt væl longri enn á fyrra bátinum.
– Poul Hansen bað meg smíða
bátin, soleiðis sum eg vildi hava hann
at síggja út, og gav mær fríar hendur
bæði viðvíkjandi tilfari og útsjónd, sigur
Kaj Hammer. Kjølur og reisingar eru úr
eik, og borðini úr furu. Teinæringurin
skal eisini hava segl, smalt í erva og
breitt í neðra, tað verður um 25 fer
metrar. Sum skilst, kemur masturin at
vera um átta metrar høg.
Víkingagarður skal, sum skilst,
byggjast oman fyri Kvívík, og har kemur
báturin at standa um veturin, men vera
á floti og brúkast í ferðamannahøpi um
summarið. Kaj strekti kjølin 1. oktober
2014 og væntar at verða púra liðugur
at smíða bátin nú hálvan ápríl.
Kaj Hammer er at kalla uppvaksin
við bátasmíði. Bæði pápin og abbin
smíðaðu bátar, og tá ið hann var so
frægur, fór Kaj at hjálpa til. Faðirin,
Andrias Hammer, sum setti seg niður
í Runavík, smíðaði einar 300 bátar,
og abbin, Poul Hammer í Líðini í Vági,
smíðaði 517 bátar. Sjálvur hevur Kaj
smíðað stívliga 30 bátar.
Ormurin langi
Vit kunnu hóskandi runda av við Orm
inum langa, herskipi Ólavs Tryggva
sonar, sum ikki færri enn 68 mans
róðu. Ormurin langi var smíðaður í
Niðarósa, nú Tróndheimi, veturin 999-
1000. Bakkastokkarnir lógu undir
Løðuhomrum, skipasmiðirnir nógvir, og
stavnasmiður var Tórbergur Skavhøgg,
sigur Snorri Sturluson í Heimskringlu.
Tórbergur mátti fara átroðkandi
ørindi heim til hús, og tá ið hann kom
aftur, var farið fullborðað, sum tikið
verður til. Tórbergur sær alt fyri eitt,
at skipið hevði ikki rætta sniðið, fer
út á nátt við øks í hendi, og tá ið lýsir
fyri degi, sær Ólavur kongur skip sítt
skamfarið.
Tórbergur Skavhøgg fær at vita, at
hetta kemur at kosta honum dýrt, fær
hann ikki skaðan bøttan. Søgan endar
kortini væl. Kongurin varð so fegin yvir
at síggja vakra sniðið, ið skipið nú hevði
fingið, at Tórbergur varð kosin høvðus
smiður, tað ið eftir var at smíða.
Kaj Hammer situr afturi í lyftingini á nýggja
farinum, hann hevur smíðað
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin hesa vikuna er ein Chevrolet
Bel Air árgang 1955, sum hevur rent
á ein steyra í Tróndargøtu í Havn.
Chevrolet Bel Air vóru framleiddir
av af General Motors í USA í nógvum
ymiskum modellum frá 1950 til
1981. Her í Føroyum koyrdu fleiri
Chevrolet sum hýruvognar, rutubilar
og lastbilar. Fyrsti bilur kom higar í
1922 og øll tey fyrstu árini fram til
seinna verðaldarbardaga vóru so gott
sum allir bilarnir sum komu til landið
Ford ella Chevrolet.
Tað var P/F Vilhelm Nielsen & Søn
í Jónas Broncksgøtu, sum umboðaði
Chevrolet í Føroyum.
Skipssøga
bilasøga