týsdagur 21. apríl 2015síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
BØRN Í FÁTÆKRAVÁÐA
Hóskvøldið klokkan 20.00 verður
politiskt orðaskifti í Miðlahúsi
num, har umboð fyri politisku
flokkarnir kjakast um fátækra
dømi í Føroyum. Øssur Winthereig
er orðstýrari. Seinastu vikurnar
hava Miðlahúsið og aðrir miðlar
við varpa ljós á trupulleikan við
fátækradømi í Føroyum. Sending
in í Kringvarpinum "Við hjálp frá
góðum fólki" setti hol á enn eitt
alment kjak um hesi børn, sum
liva í fátækraváða. Hóskvøldið
fáa politisku formenninir høvið
at seta orð á trupulleikan, og
loysnir fyri framman. Til ber
at koma í Miðlahúsið og fylgja
kjakinum, ella at lurta á Rás2,
har kjakfundurin verður sendur
beinleiðis.
Livar Nysted:
Hví fert tú at savna pening inn?
Tá eg fekk í boðið at fara í gongd við hetta, so
varð eg beinan vegin sannførdur. Sjálvandi
vil eg hjálpa til, við at geva børnum, sum liva
í fátækraváða, betri kor. Tað er umráðandi,
at vit øll hava tað gott, men tíverri síggja vit,
at gjáin millum rík og fátøk veksur í hvørj
um, og tá er vandi fyri, at nógv detta niður
ímillum. Um einki verður gjørt skjótt, so eri
eg bangin fyri, at tað verður trupult at fáa
bilbugt við trupulleikan seinni. Við hesum
átakinum kunnu vit vónandi gera ein mun
hjá onkrum.
Hvussu fert tú at savna pening inn?
Eg ætli mær fyrst av øllum at ringja runt til
nakrar fyritøkur, har eg havi onkrar kontakt
ir. Annars vil eg gera vart við átakið og við
trupulleikan við fátækradømi. Eingin kann
hjálpa øllum, men vit kunnu øll somul gera
mun.
Tróndur Vatnhamar:
Hví fert tú at savna pening inn?
Nú tá vit síggja, at politiska skipanin ikki
hevur megnað at lyft tey børn, sum eru fátøk
her í Føroyum, úr fátækraváða, so mugu onn
ur traðka til. Og eg vil fegin vera við til at
hjálpa teimum. Men eg haldi, vit skulu síggja
hetta sum eina felags verkætlan. Allir føroy
ingar kunnu stuðla hesum, og geva sítt íkast
til tey børn, sum ikki hava ráð til tað, sum vit
onnur meta sum eina sjálvfylgju. Hetta er
eitt einastandandi høvið hjá fólki, at gera ein
veruligan mun.
Hvussu fert tú at savna pening inn?
Eg fari fyrst og fremst at heita á øll, sum eg
kenni, um at stuðla. Um mínir 3000 Facebook
vinir stuðla, so ger tað alvorliga mun. Tað skal
vera kul at geva. Men eg fari eisini at skipa
fyri nøkrum stuttligum tiltøkum, sum varpa
ljós á átakið.
Hjørdis Háberg Petersen:
Hví fert tú at savna pening inn?
Tí tað liggur okkum ógvuliga nær. Vit í
Evangeliihúsinum ynskja at birta vón hjá
øllum í hesum landi. Vit plaga at siga, at tað
mest umráðandi er, at vón er fyri framman.
Og við hesum kunnu vit kanska birta eina
vón hjá teimum børnum, sum eru so fíggjar
liga sperd, at tey kenna tað vónleyst til tíðir.
Tí eru vit í leiðsluni í Evangeliihúsinum so
sera samd um, at hetta er eitt gott átak.
Hvussu fert tú at savna pening inn?
Fyrst og fremst ætli eg mær at brúka tær
kontaktir, sum eg havi. Eg havi trý børn, sum
búgva í Føroyum, og bara tað sambandi, sum
vit hava ígjøgnum tey, er stórt. Eg vil heita
á tey eg kenni um at stuðla, og annars havi
eg ætlanir um at skipa fyri onkrum tiltøkum,
sum varpa ljós á átakið.
Maud Wang Hansen:
Hví fert tú at savna pening inn?
Tí tað er so sera týdningarmikið, at børn í
Føroyum hava góð kor. Tá politiska skipanin
ikki tekur ábyrgd, so er tað gott, at onkur
annar ger tað, meðan vit bíða. Og eg haldi
tað er so sera umráðandi, at vit føroyingar
taka hendan trupulleikan í álvara, og royna
at gera nakað við trupulleikan.
Hvussu fert tú at savna pening inn?
Eg fari fyrst og fremst at heita á tey, sum eg
kenni, um at stuðla átakinum. Og so haldi
eg vit øll skulu varpa ljós á, at tey, sum hava
nóg mikið, kanska kunnu hugsa um at lata,
og stuðla børnunum.
Katrin Kallsberg:
Hví fert tú at savna pening inn?
Eg haldi hetta er eitt sera gott átak, og vit
mugu varpa ljós á børn, sum liva í fátækra
váða. Eg haldi eisini tað er gott, at vit varpa
ljós á tær lagnur, sum Í Menniskjum Góður
Tokki sær hvønn dag - eisini uttanfyri jóltíðir.
Eg havi eisini tosað við míni børn um hetta
átakið, og tey stuðla tí, tí tey eru so sera kedd
av at síggja í sjónvarpinum, at tað eru fátøk
børn í Føroyum.
Hvussu fert tú at savna pening inn?
Eg ætli mær at varpa ljós á átakið so nógv,
sum yvirhøvur møguligt. Og síðani ætli eg
mær at taka tað upp tey ymsu støðini, sum
eg vanliga ferðist. Annars fari eg nú at leggja
høvdið í blot fyri at finna uppá okkurt krea
tivt tiltak, sum hevði gagnað tiltakinum.
Magni Arge:
Hví fert tú at savna pening inn?
Eg má siga, at sendingin í Kringvarpinum
herfyri um fátækradømi var sjáldsama
hjartanemandi, tí hon vísti ikki eina mynd av
neyð og elendigheit, men meira eina mynd av
sterkum kvinnum og spentum børnum, sum
royna sum frægast. Tey royna alt tað tey
kunnu, men noyðast kortini at velja ymiskt
frá, sum vit onnur meta sum gerandisvørur.
Sendingin gav eitt ekkó í sálini hjá hvørjum
føroyingi, sum hevur sæð sendingina. Og tí
vil eg fegin vera við til at varpa ljós á hendan
trupulleikan.
Hvussu fert tú at savna pening inn?
Eg ætli mær at nýta tær kontaktir eg havi, til
at gera vart við tað. Eg ætli mær at appelera
til øll fólk, og ikki einans stórar fyritøkur, tí
her kunnu vit øll gera mun. Vit hava øll her
ein serstakan møguleika at vísa solidaritet,
og stuðla teimum, sum veruliga tørva.
Ragnhild Ellingsgaard:
Hví fert tú at savna pening inn?
Tí eg haldi, at hetta er ein støða, sum við
kemur einum stórum bólki av føroyingum.
Vit hava helst øll upplivað, at onkur í okkara
nærumhvørvið er merktur av fátækraváða,
tí rakar hetta okkum øll. Eg haldi tað er gott,
at vit peika eftir politisku skipanini, sum ikki
hevur megnað at lyft sína uppgávu á hesum
økið. Og nú er tíðin komin til, at vit øll taka
eitt felags tak fyri hesum samfelagsbólki.
Bæði fyri at betra um korini hjá hesum børn
um, men eisini fyri at vísa á, at hvørt einstakt
menniskja í Føroyum kann gera mun.
Hvussu fert tú at savna pening inn?
Beint nú hugsi eg um at brúka tað netverk, eg
havi. Eg ætli mær eisini at skipa fyri onkrum
tiltøkum hesar 10 dagarnar, og at royna at
siga frá hesum í miðlunum.
Í Miðlahúsinum
hóskvøldið:
Politiskt
orðaskifti
um fátøk