týsdagur 21. apríl 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
nøvn
Eyðbrith vaks upp í Leirvík.
Foreldrini vóru Palma og
Regin Høgnesen.
Palma og Regin fingu
fimm børn, fýra dreingir og
Eyðbrith, sum var elst av
børnunum.
Eyðbrith
møtti
mann
inum Janus, sum er fugl
firðingur, tá tey gingu í
framhaldsdeild í Fuglafirði,
og skjótt vistu tey, at tað
skuldi verða tey bæði. Jan
us og Eyðbritt giftust á
sumri í 1989 og settu búgv í
nýggjum húsum í Leirvík.
Vit minnast við gleði silvur
brúdleypsdagin, sum teim
um eydnaðist at halda í juli
2014. Eyðbrith og Janus fingu
fýra børn, Rógvi f. 1988, Ester
f. 1990 og Palma f. 1993 og
Jógvan, sum bleiv f. 2002,
sum teimum bert untist at
eiga í stutta tíð.
Tað kenda orðatakið –
eingin veit á morgni at siga,
hvar ein á kvøldið gistir –
blivu vit enn einaferð mint
á, tá Eyðbrith brádliga doyði
júst komin til Danmarkar at
vitja familju. Hon hevði glett
seg nógv til hesa heystfrítíð,
sum Janus og ommudótturin
Ronja skuldu gera saman við
henni. Men hendan ferðin
fekk ein bráan enda, tá hon
brádliga gjørdist sjúk og
doyði.
Eyðbrith var sera góð við
børn, og sum yngri var hon
ein góð hjálp í barnaheim
inum at passa yngru systk
ini. Vit kendu hana eisini
sum eina sera góða mammu,
sum elskaði síni børn og nú
ikki minni síni ommubørn,
Ronju og Lukas.
Hon hevur verið virkin
í øllum, sum hennara børn
hava tikið lut í. At hjálpa til
og stuðla vóru avgjørt henn
ara natúrligu styrkir.
Tá dagrøktin í Leirvík
varð sett á stovn 1. september
í 1996 byrjaði Eyðbrith sum
dagrøktarmamma. Tað eru
nógv børn, sum hava havt
ein góðan og tryggan dag í
heiminum hjá Eyðbrith og
Janus. Tíðirnar broytast, og
tá so dagstovnurin Brúsi
bleiv latin upp í Leirvík á
sumri í 2009, fór Eyðbrith at
arbeiða í barnagarðstovu.
Børnini flokkaðust rund
an um hana. Hon møtti altíð
barninum í barnahædd. Var
altíð lívsglað og lívgevandi
fyri teimum, hon møtti. Eyð
brith var bæði herlig og ker
lig, hoyrdu vit foreldur siga
um hana. Var eitt stórt tiltak
í barnagarðinum, lá Eyð
brithsa arbeiði ikki eftir, tað
er sum vit enn hoyra hana
siga »einki problem«, hatta
skulu vit nokk klára. Tey
starvsfólk, sum komu nýggj
í barnagarðin fekk hon altíð
til at føla seg vælkomnan,
hon var eitt fantastiska um
sorganarfult menniskja.
Saknurin er stórur, og
vit eru noydd at góðtaka, at
hon kemur ikki aftur. Børn
eru so einføld, og tað var
eisini sagt so gott av ein
um barni, sum spurdi eitt
av
starvsfólkunum
nak
rar dagar eftir, at Eyðbrith
var farin: »Veitst tú av, at
Eyðbrith er deyð«? »jú«, svar
ar viðkomandi starvsfólk,
»tað veit eg, og tí eru vit øll
so kedd.«
Barnið helt, at vit skuldu
ikki vera so kedd, tí hon er
inni í Smærulund. Barnið
sipaði til tað vøkru myndina
av Eyðbrith, sum tey hava
standandi á hillini. Jú, víst
hava vit minnini um Eyð
brith í okkara hjørtum.
Tað er við sorg, at vit
minnast okkara kæra starvs
felaga, og tankarnir leita ofta
til hennara nærmastu, sum
hava mist eina høgt elskaða
dóttur, systur, konu, mammu
og ommu.
Friður veri við minn
inum um Eyðbrith Jacobu
Ryggshamar
Starvsfelagarnir í Brúsa
Minningarorð um
Eyðbrith Jacobu Ryggshamar
Fødd 21. apríl 1966 – Deyð 5. oktober 2014
Fríggjadagin 24. apríl letur
Ásla Rannvá Svensson upp
málninga- og grafiska fram
sýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Ásla Rannvá hevur havt
fleiri framsýningar í Smiðj
uni, bæði saman við øðrum
og stakframsýningar. Sein
astu framsýningar hennara
hava
verið
sera
litlíkar.
Somuleiðis er hesaferð og
allir málningarnir eru nýggir.
Til hesa framsýning hev
ur hon málað fleiri smærri
málningar sum myndarøð.
Ásla Rannvá hevur í fleiri
ár arbeitt á grafiska verk
staðum við Jónu Rasmussen
sum lærara.
Tað eru trý og eitt hálvt ár
síðan Ásla Rannvá og mað
urin futtu inn í nýggj hús á
Velbastað. Velbastaður er
eitt fantastiskt stað at búgva
í og hevur tað givið mær
nógvan listarligan íblástur,
sigur Ásla Rannvá Svensson.
Ásla
Rannvá
dámar
væl at hava framsýning í
Smiðjuni, sum hon heldur
er eitt fantastiskt høli at
sýna fram í eftir at hava
sýnt fram har nakrar ferð
ir. Tað eru 2 ár síðani hon
seinasta sýndi fram í Smiðj
uni. Framsýningin er opin
soleiðis:
Fríggjadagin
fernisering 16 – 19, leygar
dagin 11 – 18 og sunnudagin:
14 – 19. Øll eru hjartaliga væl
komin til ein drekkamunn og
eitt listarligt prát.
Ásla Rannvá er útlærd
blómudekoratørur,
men
arbeiðir í dag hjá Maria
Poulsen búnýti í miðbýnum.
Hon og pápin Kári Svensson
skulu hava framsýning síðst
í oktober í Assens. Tað verður
fyrstu ferð, at Ásla Rannvá
sýnir fram uttanlands.
Ásla Rannvá í Smiðjuni