Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2015síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Skulu hini setast í skammikrók? Bárður Nielsen Næstformaður í Sambandsflokkinum Sambandsflokkurin kann sams­tarva við allar flokk­ ar, og vísur tí ongum sam­ starvs­felagum í skammikrók áðrenn løgtingsvalið og har­ við møguliga útihýsur seg sjálvan Eftir at flestu politisku flokkar hava hildið lands­ fundir við yms­um parta­ politiskum marker­ingum, er stundin komin til, at vit sum veljarar og fólkavald fyri­ halda okkum realistiskt til tað, ið lagt er fram. Tað ber m.a. í sær, at trekkj­ast skal frá víð­gongd­ um útmeldingum og val­ lyftum. Hetta er náttúligt at gera, tí ongin flokkur kemur ígjøgnum við øllum, sum er markerað á landsfundi ella í skáltalum. Nýggjasta er, at Javn­ aðarflokkurin á lands­fundi hevur markerað skatta­ lættar, avtøku av brúk­ aragjøldum og annað mangt. Enn hevur flokkurin ikki sagt nakað um, hvat ið hetta kostar, men at rokningin skal sendast vinnufyritøkum. Hetta er ikki haldført í praksis. Tað ber ikki til at leggja hissini ófíggjaðar rokningar á borðið og so krossa fingrar fyri, at onkur annar fer at gjalda tær. Tey, sum fyrihalda seg realistiskt til polit­iskar mar­ keringar, vita eisini, at hesar hjá Javnaðar­flokk­inum gerast ikki til praktiskan politikk bara tí, at Javn­ aðarflokkurin nú hevur mar­ kerað. Hinvegin eiga vit, sum møguliga skulu samstarva og frameftir finna semjur við t.d. Javnaðarflokkin, ikki at melda ov harðliga út. Sambandsflokkurin eigur ikki at vísa møguligum sam­ starvsfelagum í skammikrók áðrenn løgtingsvalið og har­ við útihýsa seg sjálvan og egnan politikk. Flestu vita, at okkara flokkur fær trupult við at sam­starva við Tjóðveldi eftir valið, tí flokkurin er so víðgongdur. Men harí­ frá og til at signalera, at Fólka­flokkurin og smærru flokkarnir eru einastu sam­ starvsmøguleikar frameftir, er at fara ov vítt. Tað einasta, sum hendir, um flokkar vísa hvørjum øðrum durafjórðingin, er, at samstarvsmøguleikar gerast færri. kjak Pápar taka ábyrgd - aftursvar til Rósu Hanus Samró Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin Løgtingskvinnan fyri sam­ bandsflokkin, Rósa Samuel­ sen, legði í løgtinginum pápar undir at vera ábyrgdarleysar. Hon bygdi sítt uppáhald á eitt dømi, har ein pápi átti sjey børn við sjey ymiskum kvinnum. Út frá hesum skar hon allar pápar yvir ein kamb og segði, at nú máttu pápar taka ábyrgd. Pápar taka ábyrgd Tað má metast at vera stak óheppið, tá Rósa Samuelsen tekur so dýran til. Tað kann væl hugsast, at tað finn­ ast pápar, ið renna undan ábyrgd. Tíverri. Men tað finn­ast eisini dømir, har mamm­ur ikki eru ábyrgdina vaksnar. Tíverri. Men tað merkir ikki, at allar kvinnur renna undan ábyrgd. Tvørt­ ur­ímóti. Tað merkir, at nøkur - sama hvat kyn - eru ikki egnað at taka ábyrgd. Or­søkirnar kunnu vera so nógvar. Sosialur arvur. Um­ støðurnar. Lívið. Lagnan. Sálar­liga barrlastin. Tí harm­ ar tað meg almikið, tá Rósa Samuelsen leggur soleiðis eftir pápunum. Vit arbeiða fyri øll Vit arbeiða við lógum. Okk­ ara aðalmál er ikki at seta mammurnar ímóti páp­un­ um, men at arbeiða sam­ an við mammuni og páp­ anum, har børnini eru í mið­deplinum. Vit mugu ikki brúka tingsins røðarapall at viðgera einstøk persónsmál. Tað er upp til Ríkisumboðið. Heldur mugu vit gera greitt, hvat vit vilja framyvir. Hvussu skulu vit handfara al­samt vaksandi parlags- og hjúnaskilnaðir, har børnini liggja í klemmu? Hvussu fáa vit best burturúr? Eyðsæð er, at børnini hava brúk fyri báðum foreldrunum. Tey hava hvør sína uppgávu. Tí átti tað heldur at verið okkara aðalmál at javnsett part­arnar. Undir núverandi lóg­gávu hevur mamman í flestu førum rætt til børn­ ini. Sama var galdandi í Dan­ mark. Men ikki longur. Nú hava bæði foreldrini rætt til børnini. Vit áttu at gjørt tað sama. Sosialurin Tekna teg sum haldara fyri einans kr. 380,- um ársfjórðingin haldaralepi Boks 76, FO-110 Tórshavn Ja takk! Eg ynski at tekna meg sum haldara av nýggja Sosialinum, og fái blaðið borið út tríggjar ferðir um vikuna Navn: Bústaður: Telefon: teldupost: Verður sent ópostað. Sosialurin rindar postgjaldið 64