týsdagur 21. apríl 2015síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Sum næmingur í Eik verður tú partur av einum væl
samanspældum toymi, har hvør ger sítt til, at kundar
okkara fáa framúr góða tænastu, soleiðis at Eik
verður fremsta val føroyinga.
Næmingatíðin
Í Eik fært tú eina fjølbroytta og avbjóðandi útbúgving
innan nútíðar peningastovnsvirksemi. Tú fært
kunnleika til búskap, løgfrøði og fíggjarviðurskifti.
Tú lærir at veita kundum okkara ráðgeving og
tænastur í einum professionellum og kundavendum
umhvørvi.
Næmingatíðin er 2 ár, men tú fert rættuliga tíðliga at
fáa uppgávur, har tú ert í beinleiðis sambandi við
kundar okkara.
Tí er umráðandi, at tær dámar at hava við fólk at
gera, og at tú trívist við og hevur evni at seta teg
inn í støðuna hjá øðrum.
Útbúgving
Tú gongur í peningastovnsskúla og ert við í
próvgevandi lærugreinum. Í skúlatíðini hittir tú aðrar
næmingar og fært høvi at sparra og fáa íblástur frá
teimum.
Krøv
Umsøkjarar skulu hava lokið miðnámsútbúgving ella
líknandi prógv. Næmingar, ið taka prógv í summar,
eru eisini vælkomnir at søkja.
Fleiri upplýsingar um næmingastørvini fáast við
at venda sær til Margrethu Rustin Heinesen,
tel: 348514, teldupostur: mrh@eik.fo
Les meira á www.eik.fo
Send umsókn við avriti av próvskjølum umvegis
heimasíðuna, ella til adressuna nevnda niðanfyri,
so hon er okkum í hendi í seinasta lagi 7. mai 2015.
Eik Banki P/F
‘Starv’
Postboks 34
110 Tórshavn
Teldupostur: starv@eik.fo
Næmingur í Eik
www.eik.fo tel. 348000
Tímir tú tænastu, toymi og tøl? Vit sóknast eftir ágrýtnum og ábyrgdarfullum næmingum,
sum brenna fyri at læra nýtt og at taka sær væl av kundum okkara
Selatraðarnevnd
in skipar fyri
»Selatraðardegi«
27. juni 2015
Byrjað verður við góðum
morgunmati kl. 11.00. Eftir
morgunmatin verður gongu
túrur við staðkendum fólki.
Hús og hentleikar hjá
Skótadeplinum verða brúktir
henda dagin, og somuleiðis
fara skótar at skipa fyri akti
vitetum, ið tú kanst melda
seg til (kostar eyka).
Kl. 17.00 verður gudstæn
asta við Símun P. Jacobsen,
presti.
Kl. 18.00 fara vit at fara
grilla pylsur og búffar.
Kl. 20.00 verður kvøldseta,
sangur og gaman.
Vit enda við suppu og
túnadansi.
Kostnaður
Vaksin 200 kr.
Ung 6-12 ár 100 kr.
Børn 0-5 ár ókeypis.
Tú kanst tekna teg við at
flyta pening á kontonr. 6460
- 540.339.3. Viðmerk navn/
nøvn. Seinasta freist at tekna
seg verður kunngjørd seinni.
– Vónandi møta tit øll fjøl
ment upp, sigur Selatraðar
nevndin í tíðindaskrivi.
Í
Selatraðarnevndini
í
Sjóvar kommunu sita Lis
Weihe, Sanna Andreasen og
Rúni Poulsen.
Selatraðardagur 27. juni
Mynd: Jens Kristian Vang