Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2015síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Á Christiansborg: Mortan Østerø Høvuðsendamálið varð frá byrjan at økja um áhugan fyri Føroyum sum ferðamáli umvegis marknaðar­førslu, og avbjóðingin var at fáa fígging til marknaðar­førsl­ una. Í 2011 settu tey seg fyri, at føroyski ferða­vinnu­ umsetningurin skuldi vera tví­fald­aður í 2020, og longu í 2014 vóru tey eitt ár framan­ fyri tíðarætlanina. Stórur partur av ábyrgdini liggur í væl­eydnaða »UN-« lýsinga­ átak­inum, sambært Guðrið. Framvegis er eitt sind­ur á mál, men gróðrar­lík­ind­ ini innan føroysku ferða­ vinnuna eru góð, sam­bært for­kvinnuni á Visit Faroe Islands. Stórar íløgur eru longu gjørdar innan infra­ struk­turin, soleiðis, at ferða­ fólka­talið kann vaksa uttan at víðkað um infrastruktur – høvuðsavbjóðingin er at tryggja Føroyum ferða­fólk­ ini, ið leggja mest pening eftir sær, framum at økja um sjálvt ferðafólkatalið. Har­ afturat verður arbeitt við at fáa ferðafólk til Føroyar á øllum árstíðin at tryggja hald­føri í ferðavinnuni. Grønland størri avbjóðingar Sambært Anders Stenbakken, stjóra á grøn­ lendska ferða­ráð­num, eru stóru avbjóð­ingarnar hjá ein­um og hvørjum lítlum landi við avmarkaðari fíggjar- og starvsorku, at av­ gerð­irnar verða nógv meira følin fyri mistøkum enn aðra­staðni. Tískil er neyð­ ugt við neyvari greining av ferða­fólka­mynstrinum og bak­grundunum hjá teimum Grøn­lands­áhugaðu ferða­ fólk­unum, til tess at markn­ aðar­føra beinleiðis til røttu fólkini. Hóast hesin part­urin er komin á glið og ferða­ vinnan stendur í vøkstri, so hevur Grønland tann trupul­ leikan, at tað er neyðugt at gera stórar íløgur í infra­ struk­turin, um tey skulu vera betur ílatin at taka móti ferða­fólki. Millum størru ætlan­irnar, er Arctic Winter Games (AWG), ein vetrar ítróttar­stevna fyri ung upp­ runa­fólk í arktis. Fyrrverandi fíggjar­ mála­ráð­harri og almanna­ mála­ráð­harri í Grønlandi, Maliina Abelsen er farin til verka at fyrireika AWG til 2016 í tøttum samstarvi við Visit Greenland, har dentur skal leggjast á tað serstaka, sum Grøn­land eigur at bjóða. Við at samansjóða við ríkar og serligar mentanar­ upplivingar, metir hon, at Grøn­land verður betri ført at geva eina jaliga heildar­uppliving óansæð ringt veður ella keðilig ítróttaravrik. Hóast hon var bjartskygd, vísti hon á, at sam­halds­festi mill­um grøn­ lendingar fór at vera lykilin til eina væl­eydnaða AWG, tí logist­isku avbjóð­ingar at veita sovi­pláss og mat til tey vitj­andi verða sera stórar. Í sínari framløgu tók Guðrið Højgaard, stjóri á føroysku ferðaskrivstovuni, samanum tær avbjóðingarnar, sum føroyska ferðavinnan hevði í 2011, tá ið miðvísa ætlanin hjá Visit Faroe Islands varð stungin í korti Ferðavinna í menning FAKTA: • Arktiskt millumtjóðasamstarv fyri burðardyggari menning. • Stovnað: 1996 í Ottawa, Kanada. • Aðalendamálið er at verja og menna náttúru- og mentanararvin í arktiska økinum á burðardyggum grundarlag. Átta lond við: Danska Kongaríkið (íroknað Grønland og Føroyar) Ísland Finnland Kanada Noreg Russland Svøríki USA Harafturat eru seks fastir luttakarar, umboðandi upprunafólk í arktiska økinum. Skipan • Limalondini skiftast um formansskapin í tvey ára skeið. • Danska Kongaríkið átti formansskapin í 2009-2011 seinast. • Verandi formansskapur liggur hjá Kanada, sum letur hann til USA í ár. FAKTA um arbeiðsbólkin: • Arktiska ráðið hevur arbeiðsbólk á Fólkatingi. • Sjúrður Skaale er formaður í arbeiðsbólkinum. • Bólkurin umrøður viðkomandi arktisk viður­ skifti fyri at styrkja um samráðingar og vitanargrundarlagi í Fólkatinginum og til arktiska ráðið. • Danmark er einans við í Arktis, av landa­ frøðiligu staðsetingini hjá serliga Grønlandi, umframt Føroyum. Artisk Ráðstevna Arktiski bólkurin á Fólkatingi Mynd: Mortan Østerø