týsdagur 21. apríl 2015síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
Arktiski bólkurin á Fólkatingi
Á Christiansborg:
Mortan Østerø
Ikki færri enn tríggjar stór
ætlanir fyri at økja um
atløguviðurskifti hjá stór
skipum vóru millum fram
løgurnar.
Eli Lassen úr Atlantic
Supply nýtti høvi at vísa
á offshore møguleikar hjá
Føroyum við at bunkra olju
uttanfyri økini við herdum
útlátseftirliti (ECA), men
til tess, at tað skuldi verða
gjørligt, er neyðugt at seta
stovn eina betri oljutil
búgving. Sambært Eli, varð
ein slík tilbúgving best
skipað undir privatiserað
um umstøðum.
Undan Eli Lassen, hevði
Jóannes
Petersen
lagt
fram um ta nítjandu før
oysku oyggina – Airport 19.
Hugsaða oyggin skal liggja
millum Streym- og Eystur
oynna, har hon kann taka
móti bæði flogførum og
skipum, umframt at hýsa
vørum á goymsluplássi.
Eisini Eli Lassen hevði eina
verkætlan í huganum um
at bøta um føroysku atløgu
viðurskifti, har hann skeyt
upp,
at
Skálafjørðurin
varð nýttur til slíkt virk
semi. Skálafjørðurin hevur
framúr útbyggingarmøgu
leikar, sambært honum, ið
fevnir um stórt atløguøki,
umframt, at ógvuliga fá
fólk verða órógva av bygg
ingini. At enda legði Heðin
Mortensen,
borgarstjóri
í Tórshavnar Kommunu,
fram stórætlanina um út
byggingina av havnini við
Skansan. Sambært honum
er ætlanin lívsneyðug fyri
Tórshavn, skulu tey nøkta
tørvin hjá vinnuligu aktør
unum og halda kósini um
ein
sterkan
vinnuligan
høvuðsstað. Teir vóru allir
tríggir samdir um stóru
møguleikarnar hjá Føroy
um, sum eitt slag av einum
landafrøðiligum pit-stoppi
á arktiska motorvegnum,
men tyktust vera av yms
um hugsanum um hvussu
hetta var best framt í verki.
Úr
áhoyrarasalinum
komu sostatt eisini spurn
ingar, sum vildu vita, um
tað yvirhøvur bar til at
fíggja allar verkætlanirnar
og hvørt tørvurin var so
mikið stórur, at tað loysti
seg at fremja allar tríggjar
verkætlanirnar. Eisini vildi
onkur vita, um tað ikki
var harmiligt, um ein av
verkætlanunum varð bygt
áðrenn hinar, og sostatt
gjørdi hinar óneyðugar.
Í viðmerkingunum, helt
Eli Lassen, at Føroyar áttu
at hugsa í langtíðarætlan
um, og sostatt kann tað væl
loysa seg fyri tey komandi
50 árini at hava størri
havnir í bæði Havnini og
á Skálafjørðinum. Heðin
Mortensen
førdi
fram,
at alt tað ítøkiliga ar
beiði longu varð klárt við
Skansaútbyggingini,
og
hon fór sostatt at vera
veruleiki, meðan Jóannes
Petersen vísti á, at teimum
framvegis tørvar politiska
undirtøku og fleiri íleggj
arar, áðrenn ein nítjanda
oyggj kann gerast veruleiki.
Við góðu sømdunum hjá Føroyum
í vinnuliga áhuganum og øktu
ferðsluni í arktiska økinum, kunnu
Føroyar vænta sær størri virksemi,
og tað sást eisini væl aftur, at
føroysku pallborðsluttakararnir
vóru vitandi møguleikarnar
Marita Rasmussen, stjóri hjá Arbeiðsgevarafelagnum í Vinnuhúsinum,
vísti á týdningin á øktum samstarvi millum londini í Arktis
Atløgu
kapping
Vinnumøguleikar
Myndir: Mortan Østerø
Fjølbroytta føroyska arbeiðs
fjøldin er sera sterk í arktisk
um millumtjóðahøpi, har
málførleikarnir eru stórir
og dygdirnar hjá hvørjum
einstøkum eru fjøltáttaðir.
Hon vísti á, at skulu Arktisku
londini, og Føroyar við, fáa
fyrimun av tí alsamt vaks
andi virkseminum og ferðsl
uni í Arktiska økinum, er
neyðugt at økja sum sam
starvi, soleiðis at royndir
og málførleikar hjá øllum
tjóðunum kunnu koma hvør
øðrum til hjálpar – á hesum
økinum verður flytføri og
fleksibilitetur lykilin til at
fáa sum mest burtur úr
gongdini.
Grønland fær ikki eins
stórar fyrimunir við shipp
ing tænastum sum Føroy
ar, vegna strangari reglur
og eftirliti við virksemi,
oljunýtslu og dálking, vísti
Jens Boye, frá Royal Arctic
Line, á. Formaðurin í grøn
lendska
arbeiðsgevara
felagnum,
Brian
Buus
Pedersen, vísti eisini á, at
ein trupulleiki við millum
tjóðafelagsskapum
er,
at
nógv góð hugskot koma á
samráðingarborðið, men tá
avtornar verða hugskotini
ov sjáldan veruleiki. Tá tað
varð sagt, vísti hann tó á,
at Grønland hevði aðrar
vakstrarmøguleikar
innan
vinnuligt
virksemi.
Ser
liga metti hann at natúr
ligu
rávøruúrdrættirnir
kundu vinda upp á seg, og
fáa áhugaverdar aktørar í
grønlendska búskapin – tó
krevja drúgvu verkætlanir
nar drúgva kapitalinnspræn
ing, og sostatt er neyðugt, at
samstarvi millum norður
londini verður styrkt og
ítøkiliga ført í verk.