týsdagur 21. apríl 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
heilsuverkið
Jákup Mørk
– Mín áhugi er einvíst, at
giktaøkið í Føroyum fæst
at virka, og at sjúklingar
við giktasjúku, sum er ein
tann størsti sjúklingabólkur
í Føroyum, fáa tað bestu
viðgerð sum fáast kann. Eg
havi gjørt alt, sum stóð í
mínari makt fyri at byggja
eitt serøki innan gikt upp
í Føroyum, men tað tykist,
sum verður giktaøkið nú
miðvíst niðurbrotið aftur.
Tað sigur Pero Sore, sum ikki
longur er í starvinum sum
sum giktalækni.
Serliga heldur hann, at
tað er ein vantandi virðing
av fakkunnleikanum, sum
ger um seg, og at hetta er ein
stór avbjóðing hjá heilsu
verkinum.
– Skal heilsuverkið í Før
oyum fungera forsvarligt
og í tráð við krøvini frá
danska Sundhedsstyrelsen,
er neyðugt, at fakkunnleikin
verður tikin upp á ráð og
hevur ein avgerðandi leik
lut, tá raðfestingar verða
gjørdar, og avgerðir verða
tiknar í samband við kann
ing, viðgerð og røkt av sjúk
lingum.
–
Politiska
veðurlagið
tykist – í løtuni – ikki at hava
nakran áhuga í, at nakrar
varandi og fakliga grund
aðar loysnir verða funnar,
men vil heldur hella til, tað
sum er »populert«. Eg haldi,
at royndirnar innan gikta
viðgerðina undirbyggja, at
so er.
Politisk ábyrgd
Sum støðan er í løtuni, so
heldur Pero, at trygdin í før
oyska heilsuverkinum kann
koma í vanda.
– Tað er ein stór politisk
avbjóðing at fáa føroyska
heilsuverkið at fungera, og
eg ivist ikki í, at Karsten
Hansen hevur sum endamál,
at føroyska heilsuverkið fun
gerar optimalt og við størst
møguligari nyttu fyri hvørja
krónu. Um tað er landsstýris
maðurin sum ikki maktar
hetta, ella at ráðgevarar
hansara, hava skuldina,
kunnu vit sjálvandi altíð
keglast um, men ráðharrin
hevur endaligu ábyrgdina.
– Eg eri sannførdur um, at
skulu trupulleikarnir loysast,
krevst,
at
fakkunnleikin
verður tikin upp á ráð. Hóast
tað einki hevur við sjúkra
húsverkið at gera, so er málið
um bilverjuna í Kollafirði í
nógvar mátar púra meinlíkt.
Her
hevur
fakkunleikin
púrasta greitt sagt, hvussu
hendan verður gjørd best.
Kortini hevur ein politisk
avgerð dikterað, at verjan
skal gerast øðrvísi. Úrslitið
er, at 818 kollfirðingar í dag
hava eina verri ferðslutrygd,
enn tey kundu havt. Við
sjúkrahúsverkinum
hevur
fakkunnleikin upp í saman
sagt, at tingini mugu gerast
øðrvísi, men politiskt vil
mann nakað annað, og tað
ger, at 49.000 føroyingar
hava eitt verri heilsuverk,
enn vit kundu havt.
– Tað var eisini júst tað,
sum Shahin Gaini, yvirlækni
á medisinsku deild, førdi
fram fyri tveimum vikum
síðani, og vit mugu bara
vóna, at hetta fer at broytast
í framtíðini, sigur Pero Sore.
Rekrutteringin í vanda
Tað verður ein vanlukka fyri
føroyska
sjúkrahúsverkið,
um
læknafrøðin
støðugt
verður skúgvað til viks. Ikki
minst verður trupult at hava
eina nøktandi rekruttering
av nýggjum læknum, heldur
Pero Sore.
Hann ávarar ímóti eini
gongd, sum eftir hansara
bestu sannføring er beinleið
is oyðileggjandi fyri føroyska
heilsuverkið. Ikki minst, tí
føroysku læknarnir hava
førleikar, sum eru skrædd
araseymaðir
til
føroyska
heilsuverkið.
– Hjá flestu føroysku læk
num er tað so, at eftir lokna
Fakliga
støðið
verður
máað
burtur
Fakkunnleikin verður ikki tikin upp á ráð. Men í løtuni tykist
eingin áhugi vera í at finna varandi og fakliga grundaðar loysnir,
so føroyska sjúkrahúsverkið og eisini giktaøkið kann fást í
rættlag, heldur Pero Sore, serlækni innan giktasjúkur