Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2015síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsuverkið útbúgving gongur leiðin heim at taka turnus. Nøk­ur velja tá at útbúgva seg víð­ ari sum kommunulæknar, með­an onnur fara aftur til Dan­markar at nema sær ser­ útbúgving. Nógvir velja tá serøki – ikki bert eftir egn­ um áhuga – men tí teir velja Føroyar. Teir velja øki, sum tørvur er á her heima, og tá verður útbúgvingin eis­ ini tillagað, soleiðis at hon í størst møguligan mun hósk­ ar til føroysk viður­skifti. – Føroysku læknarnir hava aloftast gott umdømi, tí teir fáa sera góða venjing, tá turnus verður tikin í Før­ oyum. Teir kunnu brúkast á nógv breiðari økjum, og tað er ikki vanligt millum ungar danskar læknar. Teir sleppa tí eisini skjótari í út­ búgvingarstarvið. Tað sama var galdandi fyri meg – tí eg rokni meg sum føroying í hesum sambandi – og tey fimm árini í Danmark hevði eg alla tíðina fyri eygað, at eg skuldi aftur til Føroya at virka sum lækni. – Soleiðis er støðan hjá flestu okkara, og hvør sum ein noyðast vit at siga við danska arbeiðsgevaran, at vit takka nei til læknastarv í Danmark, tí vit vilja heim til Føroyar at arbeiða. Tað er tí heilt absurd, at man nøkur ár seinni finnur seg sjálvan í eini støðu, har arbeiðstíðin og – ábyrgdin er tríggjar ferð­ir størri, enn hon vildi ver­ið í einum líknandi starvi í Danmark. Samstundis verða vit fakliga ignoreraðir, og loyvir man sær at siga okk­urt, verður man av sjálv­ um landsins leiðara Kaj Leo Johannesen skírdur at vera ein hart rópandi anar­ kistur. Av sonnum ein góð fyrimynd hjá ungu føroysku læknunum, sum í løtuni út­ búgva seg í Danmark, heldur Pero heldur speiskliga. – Við hesum vil eg siga, at allir føroyskir serlæknar uttan nakrar sum helst trupul­leikar kunnu fáa starv uttan­lands. Enntá uttan at vit yvirhøvur senda umsókn avstað. Prógv fyri hetta seinasta finnast á skrivaraborðinum hjá Pero, har hópin av skjøl­ um eru, sum vísa tilgongdina í málinum, sum at enda fekk hann at siga frá. Millum skjøl­ini er eisini tilboð um starvs­setan sum yvirlækni á donskum sjúkrahúsið, nú tað frættist, at hann ikki longur er í starvi í Føroyum. – Enn er fakliga støðið á Landssjúkrahúsinum nøkt­ andi, men spurningurin er, hvussu leingi hetta heldur. Um serfrøðin og fakligheitin ikki verður hoyrd meira enn tað sama, kann talan verða um sera stórar avleiðingar. Vit hava longu sæð, at fleiri læknar eru farnir uttanlads, og mált í arbeiðsbyrðu, so vantar okkum triggjar lækn­ ar afturat, hvørja ferð ein sigur upp. – Eg vil enntá fara so langt, sum at kalla hetta eitt slag av pseudodemokrati. Ein totalirisma, har landsins leið­ arar fullkomuliga skúgva tað til viks, sum fak­kunn­leikin á økinum sigur. Ein løgmaður, sum kallar neyðarrópini frá læknum fyri anarkismu, ein landsstýris­mað­ur, sum í besta føri fær skeiva ráð­gev­ ing, og ein sam­gongu­ting­ lim­ur, sum uttan at blunka heldur fast um, at sjúkra­ hús­verk­ið hevur nóg mikið av peng­um, hóast leiðslan í fleiri ár hevur sagt tað øvuta, og hóast sama leiðslu nú hev­ur tveitt hand­klæðið í ringin. Pero Sore, serlækni innan giktasjúkur