týsdagur 21. apríl 2015síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Hilmar Jan Hansen
Um eina góða viku, Dýrabiði
dag 1. mai, verður prestvígsla
í Christianskirkjuni og seinni
um dagin innsetan í Viða
reiðis kirkju. Hetta er í sam
bandi við, at nýggjur prest
ur tekur við kallinum sum
sóknarprestur Eystan Múla,
í Norðoya eystara presta
gjaldi.
Nýggi presturin er 27 ára
gamli
Jóannes
Purkhús,
sum er føddur og uppvaksin
undir Hálsi í Klaksvík, har
hann búði øll síni barnaár,
til hann á sumri 2008 fór
niður til Danmarkar at lesa
gudfrøði.
–
Foreldur
míni
eru
Sigrid, fødd Dam og ættað úr
Kollafirði, og Jón Purkhús,
sum er klaksvíkingur. Eg eri
elstur av trimum systkjum,
og hini eru Marjun, sum er
24 ára gomul, og Fríði, sum er
20 ára gaml, greiðir fryntligi
Jóannes Purkhús frá, tá
hann verður spurdur tann
nógv brúkta og fleirtýdda
serføroyska
spurningin:
Hvør ert tú?
– At eg nú verði prestur,
er ikki nakað, sum beinleiðis
hevur verið ein dreymur
afturi
frá
barnaárunum,
hóast eg komi úr einum
heimi, har tað er náttúrligt
at fara í sunnudagsskúla og
ganga í kirkju, umframt at
fara til frítíðararbeiði og alt
tað, sum børn og ung kunnu
fara til í einum andligum um
hvørvi.
Sín barnaskúla fekk kom
andi viðareiðisprestur í skúl
anum við Ósánna í Klaksvík
frá 1994 til 2004, tá hann fór
á Kambsdal, har hann bleiv
málsligur studentur í 2007.
Síðani var hann í eitt ár vik
arur við Gøtu skúla, áðrenn
leiðin lá av landinum at lesa
gudfrøði.
– Mær hevur altíð dámt
væl at lisi og studerað, og eg
havt eitt nokk so náttúrligt
forvitni, so hjá mær hevur
áhugin verið fyri ymiskum
fakum, og tí kundi eg eisini
havt lisið so nógv annað.
Men onkunstaðni er gud
frøðin blivin tað, sum eg
ynskti at fara í holt við, sigur
Jóannes.
– Helst er tankin um tað
komin nakað seint í fram
haldsdeildini, og tað ávirkaði
eisini, at eg valdi at taka
málsligt studentsprógv, tí
málið og alt tað fellur mær
lættari enn tað matematiska
og alt tað. Skaldskapur og
sovorðið var meira nær
liggjandi hjá mær, tí eg jú
visti, hvønn veg tað bar, tá
vit tosa um yrkisleið. Og so
kann eg leggja aftrat, at eg
gjørdi av at lesa gudfrøði við
tí fyri eyga, at eg skuldi blíva
prestur í Føroyum.
Gott stað at byrja
Í august 2008 fór Jóannes
Purkhús
niður
til
Dan
markar, har hann á uni
versitetinum í Århus fór
at lesa gudfrøði, og fýra
ár seinni hevði hann tikið
sína bachelor-grad. Síðani
helt hann fram við at taka
kandidat-gradina, og í tí
sambandi var hann eitt
semestur í býnum Halle í
gamla Eysturtýsklandi, har
hann las á Martin Luther
Universität, frá august 2013
til februar 2014.
Síðani fór hann víðari
til pastoral-seminarii, sum
er tann praktiska presta
útbúgving, og hana gjørdi
hann seg so lidnan við nakað
fyri jól í fjør, tá hann so eisini
gjørdi av at flyta úr Århus og
heimaftur til Klaksvíkar.
– Tað eru tvey øki innan
gudfrøðilesturin, sum hug
taka meg kanska meira enn
annað, og har er tað fyrra
Nýggja Testamentið, sum er
ein hugtakandi partur, tí tú
lærir at arbeiða við tekstum,
tulka teir og arbeiða við
søguliga
samanhanginum,
tekstirnir eru í. Og hitt
seinna er so trúarlæran, sum
millum annað snýr seg um
tað, sum er hent upp ígjøgn
um
kirkjusøguna,
sigur
Jóannes.
Hann dylur ikki fyri, at
ynskið var sjálvandi at fáa
eitt embæti, so hann kundi
sleppa til arbeiðis sum prest
ur, men at tað hinvegin er
nokk so ringt at forútsiga, tí
tað velst um, hvørji størv eru
leys at søkja.
– Men eg gjørdi av at søkja
tað, sum var at søkja, og tí
søkti eg bæði í Klaksvík og
Kvívík, sum hava verið lýst
leys, síðani eg var liðugur. Tá
so Maria Jørðdal Niclasen
fekk starvið í Kvívík, bleiv
Viðareiði ein møguleiki, og
har var eg so einasti umsøkj
arin, og eg var so heppin at
fáa tað, sigur hann.
– Viðareiði hevur eisini
verið fyrsta kallið hjá fleiri
prestum, so tað kennist
sum eitt gott stað at byrja.
Eg kann í tí sambandi
nevna, at prestar sum Maria
Jørðdal Niclasen, Meinhard
Bjartalíð, Jógvan Fríðriksson
og Niels Pauli Danielsen eru
byrjað sum sóknarprestar í
Ónagerði.
Ikki púra ókendur
Nú Jóannes Purkhús skal
skifta adressu og búleikast
í Ónagerði, er hetta ein bú
staður, ið ikki er púra fremm
andur fyri honum, tí sum
smádrongur var hann eitt
sindur í prestagarðinum á
Viðareiði.
– Sum eg nevndi, var
mamma mín úr Kollafirði, og
ein mostur mín er Maria, sum
er gift við sóknarprestinum
á Glyvrum, Meinhard Bjarta
líð. Tí kom eg sum barn eitt
sindur norður til teirra, so
umhvørvi í Ónagerði er
mær slett ikki ókent, sigur
Jóannes, ið eisini vísir á, at
hann jú er norðoyingur og
bæði hevur arbeitt og gingið
í skúla saman við viðingum.
– Hartil er tað eisini stak
hugaligt at koma til eina
bygd, sum eg meini er tann
í Føroyum við lægsta miðal
aldrinum, og har tað eru
nógv ungfólk og nógvar
barnafamiljur.
Av øðrum, sum eisini sigst
trívast væl í Ónagerði, skal
vera okkurt minni hugaligt,
ið fær hurðar at bresta upp
í prestagarðinum, umframt
at ljóð av ymsum slagi sigast
hoyrast har.
– Sjálvandi havi eg hoyrt
onkrar søgur um, at tað skal
spøkja í Ónagerði, men eg
dugi ikki at úttala meg um
tað endiliga. Og tað er so ikki
nakað, sum eg havi hugsað
um ella nakað, sum hevur
– Mostur mín hevur verið prestafrúa í Ónagerði, so tí er tað ikki heilt ókent fyri mær at
koma til Viðareiðis, sigur 27 ára gamli Jóannes Purkhús, sum um góða viku verður nýggjur
viðareiðisprestur. Hann gleðir seg til at koma til bygdina við lægsta miðalaldri í Føroyum
Ikki
ókendur
í Ónagerði
Sjálvandi havi eg hoyrt onkrar søgur
um, at tað skal spøkja í Ónagerði