týsdagur 21. apríl 2015síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
meldurin
hildið mær aftur, nú eg
hevði møguleikan at søkja
embætið har. Nú fáa vit so
at síggja, hvussu galið tað er,
flennir Jóannes, ið hinvegin
heftir seg við, at prestar so
sanniliga eisini trívast væl á
Viðareiði.
– Eg las hjá einum fróðar
manni á Facebook nú um
dagarnar, at eg verði prestur
nummar 45 á Viðareiði, síð
ani tann fyrsti presturin
kom í Ónagerði heilt afturi í
1541. So tað man ikki vera so
galið, og eg gleði meg í øllum
førum til at koma í gongd.
Norðoya eystara presta
gjald fevnir um bygdirnar
Viðareiði,
Hvannasund,
Norðdepil, Depil, Norðtoftir,
Svínoy, Hattarvík og Kirkju,
og tí er greitt, at arbeiðið
eisini fer at fevna um eitt
sindur av ferðing, so sum at
fara til Svínoyar og Fugloyar.
– At skula samstarva við
fólkini í øllum hesum bygd
um og plássum er nakað, sum
eg gleði meg sera nógv til, og
ikki minst eru útoyggjarnar
nakað serligt. Tað merkir jú,
at eg kanska skal á sjógvin
onkran vetrardag í ringum
veðri, men tað mugu vit bara
taka við, tí tað hoyrir til,
sigur hann.
– Hetta er tað minsta
prestagjaldið í landinum,
so her er møguleiki fyri at
koma at kenna fólk á ein
øðrvísi hátt, enn tað vildi
verið í onkrum av teimum
størru prestagjøldunum í
landinum.
Gleðir seg nógv
Millum teirra, ið hava givið
Jóannes
Purkhús
góðan
íblástur í lestrartíðini, hevur
verið Meinhard Bjartalíð, og
saman við Hanusi á Gørðum
hevur hann verið ein prestur,
ið hevur verið við til at hildið
Jóannesi til.
– Ígjøgnum mína lestrar
tíð havi eg prædikað nakrar
ferðir í føroyskum kirkjum,
og har hava tað serliga verið
teir báðir, ið hava verið
fúsir at bjóðað mær upp á
prædikustólin í onkrum av
sínum kirkjum nakrar ferðir.
Upp á tann mátan havi eg
havt møguleikan at búnast,
tí eg eri sloppin at skriva
prædikur, sum eg havi fingið
brúkt í praksis, sigur kom
andi viðareiðisprestur.
– Og ta allarfyrstu ferðina
bleiv eg veruliga tveittur
fyri leyvurnar, tí Meinhard
Bjartalíð læt meg prædika í
Glyvra kirkju sjálvan jóladag
í 2012. Tá var eg nervøsur,
men kann aftaná frøast um,
at nú havi eg so roynt tað, og
tí kann eg kanska hugsa sum
so, at tá er alt tað, ið kemur
aftaná, til at yvirskoða.
Men so skal eisini sigast, at
Meinhard hevur nú ikki bara
tveitt meg fyri leyvurnar,
men hevur yvirhøvur verið
ein góður sparringspartnari
ígjøgnum lestrartíðina, tí eg
havi altíð kunnað spurt hann
til ráðs, um okkurt ivamál
var.
Umframt alt hetta við
gudfrøði, so er Jóannes
Purkhús ein ungur maður
við áhugamálum og øðrum,
sum eisini aðrir ungir menn
hava.
– Ja, eitt nú havi eg havt
áhuga fyri fótbólti, so langt
aftur sum eg kann minnast,
og sum yngri spældi eg eis
ini við KÍ, hóast eg nokk so
tíðliga sá, at tað helst ikki
var har, eg hevði ta stóru
yrkisleiðina. Men eg havi
altíð hildið við tveimum lið
um, sum sjálvandi er tað
bláa í Klaksvík og so tað
reyða í Onglandi, Liverpool.
Eg havi fylgt við øll árini, og
nú ber tað so uppaftur betri
til, við bæði interneti og
fylgisveinasjónvarpi, sigur
Jóannes, ið eisini dámar væl
at ganga túrar og so helst
allarmest kennir seg væl, tá
hann situr fordjúpaður í eini
bók.
– Ja, mær hevur altíð
dámt øgiliga væl at lisið, og
tað hevur verið bæði fakbók
mentir, men annars góðar
skaldsøgur og yrkingar, so
tað fevnir nokk so breitt.
Eg havi lisið allar teir før
oysku
klassikararnar,
og
so eri eg eisini ein rættiliga
stórur fjeppari av Christian
Matras, sum jú var ættaður
av Viðareiði, so tað verður
eitt upplivilsi at koma hagar
at búgva og virka, og tað
gevur helst tí heila eina eyka
dimensjón. Men Viðareiði
hevur yvirhøvur so nógv
gott, og nú eg skal byrja í
kallinum har, er tað júst hesa
góðu tíðina, nú tað grønkast
og byrjar at vára, so eg úr
Ónagerði kann síggja yvir á
Múla og Kunoyarnakk, sam
stundis sum eg kann frøast
um smálombini. Jú, eg má
viðganga, at eg gleði meg
øgiliga nógv.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eg havi lisið allar teir
føroysku klassikararnar,
og so eri eg eisini ein
rættiliga stórur fjeppari
av Christian Matras
– Viðareiði hevur eisini verið fyrsta kallið hjá
fleiri prestum, so tað kennist sum eitt gott
stað at byrja, sigur Jóannes Purkhús
Mynd: Hilmar Jan Hansen