Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2015síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fullveldi fyri NATO-pengar Helgi Abrahamsen Tað er ótrúligt at síggja, hvussu ein lítil viðmerking kann kynda undir stóran eld, tá tú rakar eina eyma tá. Mánadagin hevði løg­ting­ ið aðalorðaskifti um uttan­ ríkismál, og tað sum stendur eftir, er ein lítil viðmerking hjá mær um kostnaðin av at vera limur í NATO. Á Portalinum fær Høgni Hoydal nógv rúm, har hann roynir at stilla meg út sum lygnara, nú eg dittaði mær at endurgeva nakað, sum Høgni sjálvur hevur sagt fyri nøkrum árum síðani, og eis­ ini hevur hann skrivað eitt lesarabræv um sama evni. Søgan er í stuttum hendan: Danski ríkiskassin skuldi gjalda loysingina Tá fullveldislandsstýrið fyri 15 árum síðani ætlaði at loysa Føroyar úr danska rík­ in­um, vórðu nógvar kann­ ingar gjørdar, sum skuldu prógva, at hetta bar til. Ætl­ anin var at gera eina avtalu við donsku stjórnina, um at danir skuldu senda nakrar milliardir krónur til Føroya í heili 15 ár eftir at Føroyar høvdu loyst. Okkurt bendir tó á fulveldisfólkini inn­ ast inni ikki trúðu uppá ”pro­jektið”, tí tá sátt­mála­ upp­skotið var orðað, stóð ikki í uppskotnum, at tey skuldu hava pengar í 15 ár. Nei har stóð: ”Kongeriget Dan­marks bloktilskud til Færø­erne bliver herudover yder­ligere reduceret til DKK 650 millioner årligt.” og síðani stóð: ”Kongeriget Dan­marks bloktilskud til Færøerne forbliver her­eft­ er på dette niveau realt, indtil bloktilskuddet ud­gør tre procent af Fær­øerner brutto­national­pro­dukt.” Hetta merkir, at full­veldis­ lands­stýrið ætl­aði at fáa blokk­stuðul úr Danmark, líka til føroyska brutto­ tjóðar­úrtøkan nærkaðist 22 milli­ardum krónum. Í løtuni liggur bruttotjóðarúrtøkan um 14 mia. Tað vil siga, at full­veldisríkið Føroyar skuldi sam­bært hesum framvegis – og nógv ár afturat - fingið 650 mió. krónur í blokkstuðli. – Nei bíða nú... Har stóð ”på dette niveau REALT”! - Blokk­stuðuin skuldi altso prís­talsregulerast, so vit tosa helst um einar 850 mió. krónur, sum danski stats­ kassin skuldi lívga fullveldið Føroyar við í 2015 og eini 40 ár framyvir. Máttu prógva síni ”rættindi” Tá tú fert til eitt samráð­ ingarborð og biður um so nógv­ar pengar, so mást tú hava eitt ella annað sum rætt­vísger kravið. Tí var tað at landsstýrið, dagin fyri sum samráðingarnar skuldu byrja, sendi eitt skriv út til donsku fjølmiðlarnar, har tey vístu á, at Danmark hevði spart nógvar milliardir í limagjaldi til NATO orsaka av Føroyum og Grønlandi. Í skrivinum varð sagt, at Dan­mark átti at gjalda 3% av bruttotjóðarúrtøkuni í lima­gjaldi, men var slopp­ið bíligari orsaka av før­oysku og grønlendsku her­støð­un­ um. Tað var altso sambært Høgna Hoydal ein føroyskur rættur at biðja um pengar úr Danmark. Vit áttu peng­ arnar, og tí skuldu Nyrup og hansara fólk gera so væl at ganga við til føroyska kravið. Eg síggi nú, at Høgni hevur ikki broytt støðu, tí hann endurtekur kravið í einum lesarabrævi í dag Og tað var hetta skrivið frá landsstýrinum, sum eg vísti á undir orðaskiftinum um uttanríkismál. Fólk høvdu hug at siga, at lima­ skap­ur í altjóða felags­ skap­um kann geva nógvar møguleikar. Har eri eg ikki ósamd­ur, men so segði eg, at tað kostar eisini at vera sjálv­støðugur limur í altjóða felags­skapum. Eg vísti á sum dømi, at um vit sum sjálv­støðugur limur í NATO skuldu goldið 3 % av brutto­ tjóðar­úrtøkuni í limagjaldi, so merkir tað, at vit skuldu goldið eina hálva milliard um árið. Vendir málinum á høvdið Jógvan Hugo Gardar, jour­ nalistur á Portal.fo, tók málið upp, og tað havi eg alla virðing fyri. Hann vildi hava meg at svara, hvaðani eg hevði talið 3% frá, og eg greiddi honum frá, at tað var úr einum tíðindaskrivi frá full­veldislandsstýrinum. Eftir tað hevði Portal. fo tvær greinar við Høgna Hoy­dal um sama málið. Men har má eg undrast yvir fleiri úttalilsi, og ikki minst, at hann at síggja til fær ”fría mikrofon”. Tað eydn­ ast honum at koppa mál­ in­um somikið á høvdið, at tað verður mín ábyrgd at skula prógva pástandin hjá fullveldislandsstýrinum, með­an leiklurturin hjá Høgna sjálvum er at aftur­ vísa tað, sum nú er blivið ”mín pástandur.” - Hetta er altso Høgni, tá hann er uppá tað allar besta. Tað undrar meg, at Portal. fo ikki spyr einfalda spurn­ ingin, um tað nakrantíð varð prógvað, at ”avslátturin” sum Danmark fekk í lima­gjald­ inum var fyri her­støð­irnar í Føroyum og Grøn­landi. Tað virkar sum, at tá Høgni sigur tað, so er tað prógv í sær sjálvum. Men eg havi so ikki sæð tað prógvið enn. Tølini sum fullveldis­ lands­stýrið fann fram til vísa, at tað er ymiskt, hvussu nógv limalondini í NATO rinda fyri limaskapin, men ójavnin fylgir ikki fólkatalinum í teimum ymisku londunum. Tað er rætt, at Noreg rindar meira enn Danmark, men Noreg rindar eisini nógv meira enn Canada, hóast tað búgva næstan 7 ferðir fleir fólk í Canada, enn tað búgva í Noreg. Roynir at skifta evni Í staðin fyri at viðgera spurn­ingin um limagjaldið, so vísir Høgni á, at Føroyar vóru bumbumál undir kalda krígnum. – Jú jú. Vit kunnu vera samdir um, at kalda kríggið var vandamikið, men hvat hevur tað við rokningina at gera? Vit tosa altso um gjald fyri limaskap í altjóða felagsskapum, har NATO varð nevnt sum eitt dømi. Bumbur eru eitt heilt annað evni. Ræðumynd og trygd samstundis Høgni ”endurgevur” eisini meg fyri at siga, at Danmark verjir Føroyar hernaðarliga. - Eg má spyrja: Hvar havi eg sagt tað? Mítt úttalilsi var ikki um hermegi, men um gjald til altjóða felags­ skap­ir. At NATO, sum varð brúkt sum dømi, er ein hern­ aðarligur felagsskapur, er heilt ein onnur søga. Men tað løgna er, at sam­ tíðis sum Høgni Hoydal finst at Danmark, sum gjøgnum ríkisfelagsskapin og NATO- limaskapin skal hava gjørt okkum til bumbumál, so sigur hann, at tað er Bret­ land sum verjir Føroyar hern­aðarliga. Hví sigur hann so ikki, at grundin til at Bret­ land verjir okkum, hevur eisini nakað við danska lima­skapin í NATO at gera? Tað er ótrúligt, at ein og sami maður kann brúka somu søgu bæði sum ræðumynd og sum trygd í somu grein. Hví sendi hann peng­ arnar avstað aftur? Samanumtikið má sigast, at tað kann ikki vera mín skyld, at fullveldislandsstýrið ikki tordi at loysa, tá tey høvdu møguleikan til tað. Og stóri spurningurin sum stendur eftir er: Um tað er so, at Dan­mark hevur fingið so nógvar milliardir í avsláttri fyri Føroyar, hví í verðini hevur Høgni so sent seks at teimum milliardunum aftur til Danmarkar? lýsingartorgið Arbeiði Málaraarbeiði Vit átaka okkum alt uttandura málaraarbeiði. Ring ella skriva til malarin.fo@hotmail.com og bið um tilboð. 273766 Betongsaging tlf. 560056 Vit saga betong út fyri, vindeygu, hurðar.o.a. 560056 MÁLARAARBEIÐI Skal húsið, takið ella annað málast? Kontakta okkum, so geva vit eitt tilboð. Vit mála í Tórshavn. Kontakt: Tel 274331 T-post: pauli@imail.fo 274331 B.H.C smíð Timbur og snikkaratænasta Treingja hús tykkara til ábøtur? Vit átaka okkum alt timburarbeiði, vit garantera dygdarsmíð, skjótt og til ein rímiligan kostnað. Royn okkum! B.H.C smíð tlf. 218991 Barnaútgerð Et år i huset i København Familie fra København med tre børn (11,8,3) søger ung pige m/k i huset fra august 2015. kontakt: mettehjortmadsen@ gmail.com for mere info. +45 22803004 Býli í Føroyum Íbýð søkist Eg eri ein friðaligur maður, sum leiti eftir einari lítlari íbúð í Tórshavn, frá ca. juni. Ella stórt kamar við atgongd til køk og bað, hevur áhuga. Royki og drekki ikki. Fari væl um og gjaldi til tíðina. Vinaliga ring 271959, ella send sms. Hús/íbúð ynskist til leigu Tilkomið par sóknast eftir húsum/íbúð í Havn ella nærhendis at leiga uml. frá 1. juli, helst við 3 kømrum. Talan kann verða um langtíðarleigu. 504166 íbud ynskist til leigu í Tórshavn vit eru eitt ung gift par sum søkja eftir eini íbud í Tórshavn,sum passar væl til tvey.skjøtast gjørligt.vit eru frigalig og gjalda til tídna. 235324 ella 273154 Flagtekja Vegna umbygging so skal flagi av okkara einplanshúsum í Tórshavn. Manglar tú flag so ring og vit gera eina avtalu tlf 285455 Fundir Aðalfundur í Erbylgjufelagnum Aðalfundurin verður  hóskvøldið 30. apríl kl. 19.30 í Loftsstovuni í KFUM, Hoydalsvegur 6. Skrá sambært viðtøkum felagsins. Møti fjølment. 313158 Aðalfundur Stuðlafelagið Í.S.B hevur aðalfund í B36 húsinum týsdagin 5. mai kl 18 Nevndin AÐALFUNDUR AÐALFUNDUR verður í ÍSF- húsinum mikudagin 29. apríl kl. 19:00. Skrá sambært lógini. Skjótisamband Føroya (+298) 79 22 25 Aðalfundur Aðalfundur hjá KFUM í Havn verður mikudagin 6. mai 2015 kl 19. Skrá sambart lógum felagsins KFUM Hoydalsvegur Eykaaðalfundur í Føroyskt Bretskt Felag Eykaaðalfundur verður 18. may kl. 1900, hjá Knút Gray, Mouritsargøtu 9. Skrá: Avtøka av felagnum. Er fundurin ikki viðtøkuførur verður eykafundur. 513784 Timbur- & snikkaraarbeiði v/Jens Kristian Hansen, Bygningssnikkari • Tel. 56 30 30 • dygdarverk@gmail.com Vit átaka okkum alt arbeiði innan fyri bygging, umbygging og umvæling. kjak