týsdagur 21. apríl 2015síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vit gravera
nýggj nøvn
og væla um
skriftina
á gomlum
gravsteinum.
Danstein
www.danstein.fo
Runavík
Gerðisvegur 17
Tórshavn
Marknagilsvegur 86
Tel 21 75 12
Gravsteinar og blómubeð
• Prísir við litum verða eisini
sendir um alt landið
• Skjót avgreiðsla
• Bílegg í góðari tíð. Um ynsk-
ist og møguleikar eru fyri tí,
verður steinurin uppsettur.
k rea
Alt á einum stað
Vit útinna allar uppgávur í sambandi
við eina jarðarferð frá byrjan til enda
• Kistur
• Sangir, blómur og kransar
• Sangarar (í Tórshavn)
• Ervi
• Líkflutningur til og úr Føroyum
• Líkbrenning (Kremering)
• Gravsteinar
(Framsýning við Marknagilsvegin 86)
Tel. 51 17 23
www.gravarhjalp.fo
Ring og hoyr nærri á 21 86 90 - 31 16 90
www.kistur.fo
Vit levera um alt landið.
KISTUR
HANS JACOBSEN
FØROYSKAR KISTUR
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu, tá okkara kæra
mamma, vermamma, omma og langomma
Ragnhild Mortensen
f. 13. sept. 1922 – d. 15. febr. 2015
andaðist og varð jarðað.
Tøkk til prestarnir Bergur D. Joensen og
Ann D. Hansen fyri góð orð í kapellinum og í
kirkjuni.
Tøkk til berarar, sangarar og kirkjutænarar.
Tøkk til Boðanesheimið, at tit vóru góð við
Ragnhild ta tíðina, hon fekk har hjá tykkum.
Tøkk fyri alt hjálpsemi í sambandi við
jarðarferð og ervi.
Tøkk fyri blómur, kransar og peningargávur
til Javna.
Hjartans tøkk til tykkum øll, sum fylgdu
Ragnhild til hennara seinasta hvílustað.
Harrin signi tykkum øll.
Gunnvør, Óli, Sólbjørn, Leivur og Maud
við familjum
Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt
hjálptu og vístu okkum samkenslu, tá ið okkara kæri
maður, pápi, verpápi, abbi og beiggi
Jógvan Eli Weihe
Føddur 20.11.1941 – Deyður 21.03.2015
andaðist og varð jarðaður.
Takk til Hera Joensen, prest, fyri góð og troystarrík
orð í kapellinum og Vesturkirkjuni. Somuleiðis
takka vit Henry og Sólbjørg í kapellinum, og
kirkjutænarum, berarum, sangarum og gravara bæði
í Vesturkirkjuni og á grøvini.
Takk til starvsfólkið á Skúlaheiminum og eisini takk
til tykkum mongu, sum bakaðu.
Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til
Parkinsonfelagið.
Takk til øll tykkum, sum fylgdu Jógvani til hansara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Hildebjørg,
Ólavur, Ingvør, Gunnar Oluf v/ familju og Birta
NISSAN QASHQAI 4X4 TIL SØLU
NISSAN QASHQAI 4X4 1,6 DIESEL VIÐ KRÓKI. SUM NÝGGJUR, BERT EIN
EIGARI. BILURIN FYLLIR 3 ÁR Í MAI. GLASTAK. HVÍTUR INNAN.
KOYRT 100.000 KM.
PRÍSUR 250.000 KR.
Áhugað kunnu ringja 284444
www.gevidblod.fo