týsdagur 21. apríl 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Avbjóðandi starv
sum KT-leiðari
Atlantic Airways søkir hervið eftir KT-leiðara til
felagið.
Virksemi felagsins fevnir um ferðaseðlasølu,
avgreiðslu av flogførum, inntøku- og útreiðslu-
stýring, planlegging av flogførum og flogfólki,
viðlíkahaldi av flogførum og tyrlum, umsiting
og aðrar uppgávur. Hetta krevur eitt margfeldi
av serskipanum og altjóða skipanum, sum vit
nýta í dagliga arbeiðinum. Felagið eru sera
frammarlaga innan KT-økið.
KT er ein týðandi partur fyri at tryggja
kappingarføri og sum KT-leiðari hevur tú
ábyrgd av, at KT stuðlar undir at effektivisera
felagið. Atlantic Airways hevur 200 KT-brúkarar,
sum skulu hava atgongd til teirra KT-skipanir
døgnið runt, allar dagar í árinum.
Á KT-deildini starvast 3 fólk, og hevur
KT-leiðarin tilvísing til fíggjarstjóran.
Arbeiðsstaðurin er á flogvøllinum í Vágum.
Arbeiðsøkið
• At samskipa og menna KT-umhvørvið
í allari fyritøkuni
• At dagføra og viðlíkahalda KT-skipanirnar
• At hava ábyrgd av KT-trygdini
• At gera langtíðarætlanir
og seta mál fyri KT-deildina
• At leiða og leggja til rættis KT-verkætlanir
í tøttum samstarvi við deildarleiðarar
• At røkja samstarvið við uttanhýsis KT-veitarar
• At taka lut í vaktarskipanini á KT-deildini
Førleikar og eginleikar
• Viðkomandi útbúgving og/ella
hóskandi royndir
• Góð samstarvsevnir
• Dugir væl at motivera starvsfólk
og at arbeiða í toymi
• Dugir væl at skipa arbeiðið, hevur fokus
á loysnir og megnar at taka avgerðir
Setanarviðurskifti
Vit kunnu bjóða eitt spennandi og fjølbroytt
starv í tøttum samstarvi við leiðsluna í Atlantic
Airways. Møguleiki er fyri fakligari og persón-
ligari menning í einum framfýsnum og
óformligum umhvørvi, har dentur verður
lagdur á samstarv og álit.
Setanarviðurskifti og løn verða ásett eftir
avtalu. Vit miðja eftir at seta starvið sum
skjótast.
Umsóknir og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda
sær til Marius Davidsen, fíggjarstjóra á
tel. 213703 ella teldupost marius@atlantic.fo.
Umsókn saman við avriti av prógvum, CV
og møguligum ummælum skal vera okkum
í hendi í seinasta lagi tann 11. mai 2015
og skal sendast við telduposti til Georg
Suðurgarð, starvsfólkaleiðara, teldupost
georg@atlantic.fo.
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og úrslit.
Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014. Atlantic
Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi, Íslandi,
Noregi og Spania. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt leitingar- og bjargingartænastu.
Avbjóðandi starv sum
sølu- og marknaðarleiðari
Sum leiðari fyri sølu- og marknaðarføringar-
toyminum hjá Atlantic Airways fært tú
ábyrgdina av at leggja til rættis og útinna
sølu- og marknaðarføringina á øllum økjum,
miðlum og marknaðum, soleiðis at sølu- og
marknaðarføringarætlanin, sum er sett út í
kortið, verður rokkin.
Arbeiðsuppgávurnar og ábyrgdin fevna um øll
marknaðarátøk – herundir at mynda Atlantic
Airways úteftir og fremja sølu- og marknaðar-
føring hjá felagnum bæði í Føroyum og
uttanlands.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. eisini um
samstarv við ferðaskrivstovur, søluumboð og
Visit Faroe Islands. Sølu og marknaðarleiðarin
hevur ábyrgdina av innihaldinum á atlantic.fo
og øðrum netmiðlum hjá felagnum, eins og
hann hevur um hendi at samskipa og seta í
verk átøk, umsiting av okkara fyrimunarskipan,
viðgerð og røkt av stuðulsavtalum o.a.,
umframt samstarv við aðrar samstarvsfelagar
og veitarar.
Sølu- og marknaðarleiðarin vísir til stjóran í
Commercial, sum eisini er stjóri í felagnum.
Sølu- og marknaðarleiðarin er partur av
handilsliga leiðslubólkinum hjá Atlantic
Airways, har tær tríggjar deildirnar Customer
Service, Network Management og Revenue
Management, Reporting & Distribution eisini
eru við.
Rætti umsøkjarin hevur útbúgving, royndir og
innlit í sølu- og marknaðarføring og kann vísa
á góð úrslit, tá tað ræður um at leggja til
rættis og útinna B2C sølu og samskifti, brand
building, loyalitets- og samstarvsuppgávur
umframt starvsfólkaleiðslu.
Vit vænta, at tú ert opin, skapandi, greinandi
og væl skipaður. Somuleiðis vænta vit, at tú
sum leiðari ert umboðandi, ágrýtin og kunda-
og úrslitssøkin.
Sum leiðari megnar og skilur tú týdningin av at
samstarva breitt innanhýsis fyri at røkka egnum
og felags málum. Somuleiðis hevur tú góð evni
at skapa og røkja sambond við kundar og
samstarvsfelagar.
Tað er umráðandi, at tú hevur góð evni at
samskifta á føroyskum og enskum bæði í skrift
og talu.
Fyri tann rætta er hetta eitt krevjandi, men
samstundis eitt spennandi og mennandi starv.
Neyðugt er at hava hug og umstøður til
lutfalsliga nógva ferðing uttanlands og
møguleikan at arbeiða skiftandi tíðir, tá á
stendur. Arbeiðsstaðurin er á høvuðs-
skrivstovuni hjá Atlantic Airways í Vága
Floghavn.
Fleiri upplýsingar um starvið fáast hjá
Jørgen Holme, stjóra, á telefon 213720 ella
hjá Georg Suðurgarð, HR-leiðara, á tel 211728.
Umsóknarfreistin er 26. apríl 2015.
Umsókn, CV og onnur viðkomandi skjøl skulu
sendast við telduposti til georg@atlantic.fo.
Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.
Atlantic Airways Vagar Airport FO-380 - Sørvágur Tel 34 10 00 www.atlantic.fo
Atlantic Airways er ein altjóða fyritøka, hvørs virkismentan er eyðkend av, at ljós altíð verður varpað á trygd, stundvísi, kundanøgdsemi og
úrslit. Umleið 200 fólk starvast í føroyska tjóðarflogfelagnum, sum hevur heimstað í Sørvági. Umsetningurin var 574 milliónir krónur í 2014.
Atlantic Airways hevur trý Airbus 319 flogfør og tvær tyrlur í flotanum. Flogførini røkja rutusambandið úr Føroyum til býir í Danmark, Skotlandi,
Íslandi og Noreg alt árið – og Spania um summarið. Tyrludeildin hevur um hendi ferðasambandið til útoyggjarnar, sjúkraflutning umframt
leitingar- og bjargingartænastu.