Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-21, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. apríl 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

33 Mikudagur 22. apríl 2015 · Nr. 45 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Um starvið Sum KT-leiðari skalt tú tryggja, at KT-økið stuðlar undir strategi felagsins. Fleiri spennandi menn- ingaruppgávur standa fyri framman, sum hava til endamáls at effektivisera arbeiðisgongdir og tænastur, harundir at integrera skipanir til innan og uttanhýsis nýtslu. Tú fært ábyrgdina av deildini og tú kemur at arbeiða saman við veitarum bæði innan- og uttanlands. Tú kemur at arbeiða við skiftandi uppgávum innan planlegging, projektleiðslu og optimering, umframt at hava ábyrgd av dagliga rakstrinum av KT-skipanunum og tøkni. Við øðrum orðum er stórt fokus á framtíðina, har tín leiklutur í stóran mun verður at designa og stýra projektum internt og við eksternum veitingum. Tínir førleikar Vit ímynda okkum, at komandi KT-leiðarin hevur nakrar av hesum førleikum og eginleikum: Hevur viðkomandi útbúgving frá hægri læru stovni (eitt nú verkfrøðingur) Hevur royndir við KT arkitekturi, projektleiðslu, forritan og dátugrunn Hevur góð samstarvsevni og leiðsluførleikar Er analytiskur og struktureraður Vit bjóða Vodafone bjóðar eitt livandi arbeiðsumhvørvi, har tað skal vera gott at vera og virka, og har tann einstaki fær frælsi undir ábyrgd. Tú kemur at starvast í einum spennandi, nýskapandi og altjóða umhvørvi, og tú fært persónligar og fakligar avbjóðingar. Starvið verður lønt sambært avtalu. Umsókn Vilt tú hava meira at vita um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Erland Simonsen á telefon 502060, ella við t-posti til es@vodafone.fo Freistin at søkja starvið er 8. mai, og skal umsóknin við CV sendast til es@vodafone.fo. vodafone.fo Starvslýsing KT-leiðari vodafone.fo Um Vodafone Vodafone hevur á leið ein fjórðing av føroyska fjarskiftismarknaðinum. Hornasteinurin í virkseminum er góðska, nýhugsan og kundarøkt. Um 35 ársverk eru í Vodafone. Vodafone leitar eftir einum sterkum KT- leiðara at standa fyri menning og rakstri av KT-økinum hjá fyritøkuni. Sum marknaðarleiðari fært tú ábygdina av branding, marknaðarføring og sam­ skifti hjá fyritøkuni. Starvið innber marknaðaranalysir, tilrættislegging og stýr ing av kampanjum, stýring av heima síðu og øðrum online miðlum, tilrættislegging og evaluering av markn aðar strategi, samskipan av tiltøkum o.a. Førleikakrøv Tú hevur relevanta útbúgving og royndir innan marknaðarføring og leiðslu. Kunnleiki og áhugi í online­ miðlum er ein fyrimunur. Sum marknaðarleiðari virkar tú sum eitt sam bind ingarlið millum fyritøku og starvsfólk, samstundis sum tú hugsar strategiskt og yvirordnað. Til hetta krevst, at tú hevur dirvi og orku at ganga á odda og hevur neyðuga slagkraft, umframt at tú ert struk t u­ reraður og tekur intiativ. Tú ert lið­ spælari og fokuserar upp á gott samstarv. Tú ert fyrikomandi, útvendur og hevur góðar samskiftiseginleikar. Tú ert sterkur í enskum. Vit bjóða Vodafone bjóðar eitt livandi arbeiðs­ um hvørvi, har tað skal vera gott at vera og virka, og har tann einstaki fær frælsi undir ábyrgd. Tú fært møguleika at starvast í einum spennandi, nýskapandi og altjóða umhvørvi. Løn og set an­ artreytir verða gjørdar eftir avtalu. Marknaðarleiðarin hevur tilvísing til stjóran. Ynskir tú nærri upplýsingar um starvið, er tú væl komin at seta teg í samband við Gudny Langgaard á tlf. 502050, ella við at senda ein teldupost til gl@vodafone.fo. Freistin at søkja er 8. mai 2015, og skulu umsóknir og CV sendast til gl@vodafone.fo. vodafone.fo Starvslýsing Marknaðar- leiðari vodafone.fo Vodafone hevur tørv á einum virkisfúsum og ágrýtnum marknaðarleiðara Um Vodafone Vodafone hevur á leið ein fjórðing av føroyska fjarskiftismarknaðinum. Hornasteinurin í virkseminum er góðska, nýhugsan og kundarøkt. Um 35 ársverk eru í Vodafone.