Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 8 Eilen Anthoniussen H ann varð vorðin troytt­ ur av lívinum sum barr­ vørður og kafe-leiðari í Havn og vildi so fegin royna okkurt nýtt, tá hann søkti inn til danska herin. Hann leitaði eftir nýggjum upplivingum og vildi byrja við at tæna sína herskyldu. Men bíðitíðin var long. Heili tvey ár skuldi hann standa á bíðilista, áðrenn hann kundi gera sær tankar um at verða upptikin. Sum plástur á sárið beyð herurin honum at útbúgva seg til tiltaksheryvirmann hjá teim­ um. Ein útbúgving, ið tekur tvey ár, og har hann skuldi hava ábyrgd av teimum, ið komu fyri at tæna sína herskyldu. Sum útbúgvin tiltaks­heryvir­ maður fór Sigurd Christiansen fram­ yvir at kunna virka sum sivilur her­ maður. Tað er ein, sum arbeiðir fyri herin, tá tað ber til. Hetta var avgjørt tað næstbesta fyri hann, men hann gjørdi av at royna. Hann søkti, slapp inn og byrjaði á sersjantskúlanum í Sønderborg Februar í 2009. – Hetta var akkurát tað. Eg var vorðin bæði tungur og sløvur eftir nøkur ár í náttarlívinum, og nú møtti eg einum gerandisdegi, ið innibar eina stranga rutinu av dagligum upp­ gávum. Hvør dagur byrjaði klokkan 5.30 og var ein blandingur av skúla­ gongd, praktiskum uppgávum og fysiskari venjing. Hvønn dag skuldu vit standa skúlarætt, har tað við hvít­ um handskum varð hugt eftir, um gólvini vóru nóg væl vaskað, um eg var rakaður nóg væl, seingin rætt upp­reidd osfr. Upp eftir hierarkinum Eftir teir fyrstu seks mánaðirnar varð Sigurd útbúgvin sersjantur. Sersjant­ urin er eitt slag av millumleiðara í her­inum og hevur sum oftast ábyrgd­ ina av 6-12 soldátum. – Í herinum er hierarkiið soleiðis uppbygt, at heryvirmaðurin er tann hægsti í eini deild. Deildin er saman­ sett av 3-5 bólkum, har hvør bólkur er samansettur av 6-12 soldat­um við einum sersjanti á odda, greiðir hann frá. Hvønn dag skuldu vit standa skúla­rætt, har tað við hvítum handskum varð hugt eftir, um gólvini vóru nóg væl vaskað, rakaður nóg væl, seingin rætt upp­ reidd osfr. persónssøga Dagliga loysir hann torskildar líkningar og eksperimenterar við evnafrøðiligum sevjum í universitets-laboratoriunum í Keypmanna­havn. Men harumframt undirvísir hann eisini danska flog­vápninum í nýtslu av evnafrøðiligum vápnum í sam­band við krígsførslu – og ger tey útsendu klár til kríggj. – Vit hyggja eisini at, hvørji vápn IS og Al-Qaida brúka júst nú, og sjálvsagt greiði eg frá, hví evnafrøði er eitt so umráðandi evni innan krígsførslu, sigur 27 ára gamli Sigurd Christiansen úr Skálavík Undirvísir í kemiskum krígs­- vápnum 27 ára gamli Sigurd Christiansen: Visti tú? Danmark nýtir ikki kemisk vápn í kríggi, tí tað er ímóti Geneve­ konventiónini