Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 9 Eftir enn eitt hálvt ár gjørdist hann undirloytnantur, sum svarar til lægsta stig hjá einum heryvirmanni, og so var tíðin komin til, at hann skuldi í starvsvenjing. Starvsvenjingin innibar, at hann skuldi royna seg sum leiðara fyri eina deild av ungum og óroyndum soldátum, sum komu at tæna sína herskyldu. – Gjøgnum praktikkina skuldi eg brúka alla teoriina, sum eg higartil hevði lært í herinum. So eg fekk ábyrgdina av 50 soldátum, ið skuldu tæna sína herskyldu. Herskyldan inniber at venja lærugreinar sum at marsjera, hava góðan ordan í ting­ unum, fyrstuhjálp, skjóting, at klára seg úti í náttúruni osfr. Politiska høvuðs­enda­málið er at fáa betri sam­ felags­borgarar, greiðir hann frá. Uppgávan hjá Sigurdi var sostatt at taka ímóti ungum og óroyndum soldátum, ið nóg illa kendu til at hava ábyrgd. – Hetta var serliga áhugavert fyri meg, tí eg havi altíð verið so hugtikin av leiðslu. Onkur av teimum, eg møtti har, vóru kanska nakað skroypilig, og í herinum eru rammurnar nakað fýra­kant­aðar. Og fyri summi var tað so nýtt, bara at hava rammur, at tey ordi­liga blómaðu, tí tey fingu kensl­ una av at gera okkurt gott. Tað sivila og tað hernaðarliga Sigurd upplivir ofta, at tað er torført at greiða frá, hvussu lívið í herinum veruliga er. Sivila lívið og lívið í herinum hava førkað seg so langt frá hvørjum øðrum gjøgnum tíðina, at tað kann vera torført at skilja, hvussu tað hongur saman, og hvat arbeiðið í herinum gongur út uppá. Hann legg­ ur dent á, at lívið í herinum liggur fjart frá teimum myndunum nógv av okkum kenna frá amerikonskum film­um. – Í dag kanst tú ikki vænta, at fólk eru hørð av natúr. Veruleikin er, at tey fægstu hava lært at loysa konfliktir til dømis. Tá tú í barnagarðinum klandraðist við onkran, ja, so komu pedagogarnir og skiltu sundur og sendu partarnar í hvør sítt rúm. Í fólkaskúlanum eru stórt sæð ongar avleiðingar av nøkrum, og fyri at sleppa inn á ein miðnámsskúla nýtist tær ikki meir enn eitt tvey-tal í miðal fyri at sleppa inn. Tí er tað sum eitt sjokk fyri fleiri, tá tey koma í herin, har tað knappliga verður væntað nak­að av teimum, og tey brádliga skulu taka ímóti kritikki. – Fyrrapartar skjóta vit sum oftast, og tað er bæði við rifflu og pistól, og seinnapartar undirvísi eg í evnafrøðiligari verju og vanlukkum. Sum oftast havi eg einar 80 næmingar hvønn dag, og tey skulu kunnast um aktuellar atsóknir við evna­ frøðiligum vápnum úti í verðini, sigur Sigurd Christiansen ...framhald á næstu síðu Myndir: privat