Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 10 persónssøga Fyri Sigurd vóru hetta áhuga­ verd­ar eygleiðingar, og tá tvey ár vóru gingin, og hann hevði staðið á odda fyri tveimum hernaðardeildum, kundi hann rópa seg loytnant. Skinn­ aður um skallan og 20 kilo lætt­ari helt hann, at tíðin var komin til at byrja at lesa ’okkurt ordiligt’. – Eg var nú útbúgvin til tað, sum man kallar tiltaksheryvirmaður, og eg bleiv knýttur at flogvápninum. Tað bleiv eg av tí einføldu orsøk, at luftvápnið hevði nógv fleiri uppgávur fyri reservafólk. Sum tiltaksheryvirmaður arbeiðir Sigurd við undirvísing. Hansara upp­gáva er at undirvísa teimum, ið starvast innan flogvápnið, tað veri seg pilotar, mekanikarar, fólk frá leiðsluni og onnur. Hann lærir tey at skjóta, vápnahandfaring, fyrstu­ hjálp og aðrar týdningarmiklar læru­greinar, sum tey skulu venjast í, áðrenn tey verða útsend. – Tað vil siga, at vit standa fyri øllum tí fyrireikandi arbeiðnum, sum tey útsendu skulu kunnast og venjast í, áðrenn tey fara avstað, greiðir hann frá. At gera mun Tað, sum hevur verið serliga hent fyri Sigurd í hesum sambandi, er møgu­ leikin fyri at varðveita eitt arbeiði í herinum, samstundis sum hann tekur eina útbúgving, sum kann kombi­ner­ast við arbeiðið. – Eg standi eisini fyri undirvísing í skjóting, nýtslu av evnafrøðiligum –  , lívfrøðiligum –  , geislavirknum –  og kjarnorku-vápnum og øðrum við­komandi evnum í samband við krígs­førslu, men eisini er kunning ein týðandi partur av mínum arbeiði. – Til dømis er tað eisini mítt ar­ beiði at kunna um, hvat danski her­ urin krevur í mun til sosialar miðlar. Hvussu opnan profil skal man hava á internetinum? Hvussu skulu vinar­ umbønir úr Afghanistan hand­farast? Upprunaliga ætlaði Sigurd sær at lesa til lækna, men slapp ikki inn, og eftir ein umveg til Bolivia í Suður­ amerika, har hann í eitt stutt tíðar­ skeið arbeiddi á fátækum barnaheimi, broytti hann meining. Hann tók eina avgerð um, at hann ikki vildi hava eitt lív, har hann arbeiddi við neyð og vesal­dómi hvønn dag. Í staðin kundi hann hugsað sær at gjørt mun á ann­ an hátt. – Eg fekk eina heilt aðra mynd av, hvat vesaldómur í veruleikanum er. Tað gjørdist so týðiligt fyri mær, at fátækra­dømi ikki endiliga hongur sam­an við lívsgleði. Mítt perspektiv broytt­ist bara so grundleggjandi, at eg fór at hugsað í heilt øðrum banum. Eg fekk hug til at fordjúpa meg í onkr­um, at kasta meg yvir at skapa loysnir, sum kunnu vera gagnligar á ann­an hátt, greiðir hann frá. Hann kastaði seg yvir evnafrøði og hevur síðani spesialiserað seg innan umhvørvis-evnafrøði. Serliga er tað globala dálkingin, ið hevur hansara áhuga, og hvussu vit kunnu skapa loysnir fyri at fyribyrgja dálking, bæði lokalt og globalt. – Soleiðis havi eg so kombinerað mítt arbeiði og mín lesnað. Eitt øðrvísi lestrarstarv, kanst tú ivaleyst kalla tað. Fjølbroytt og smidligt Sum sagt, inniber arbeiðið hjá Sigurdi at upplýsa og undirvísa øðrum ser­ frøð­ingum í evnafrøðiligum vápnum og hernaðarligum lærugreinum. Hann dylir ikki fyri, at hann kundi hugs­að sær at gjørt karrieru innan fyri danska herin. –  Fyri meg er tað ein perfektur møgu­leiki at vita, at eg altíð havi ein fót innan fyri danska herin. Skipanin sum tiltaksheryvirmaður er so mikið liðilig, at eg sjáldan brúki meir enn 30- 40 dagar um árið uppá arbeiðið. Einar seks – átta leygardagar um árið flúgvi eg upp til Ålborg Flyvestation fyri at undir­vísa. Leygardag og sunnudag fyrireiki eg eitt modul, sum eg avvikli mánadag og týsdag, og so flúgvi eg heim aftur til Keypmannahavnar miku­morgun. Arbeiðsuppgávurnar eru nógvar og fjølbroyttar. Eitt nú at gera skjóti­ banar klárar, at fyrireika pensum til undirvísing í evnafrøði, at gera vápn og ammunitón klára osfr. Nógv prakt­isk viðurskifti skulu fáast pláss, áðrenn sjálv undirvísingin fer fram mána­dag og týsdag. – Vit skulu útbúgva góðar soldátar, og tað krevur eina væl tilrættislagda undirvísing. Fyrrapartar skjóta vit sum oftast, og tað er bæði við rifflu og pistól, og seinnapartar undirvísi eg í evnafrøðiligari verju og vanlukkum. Sum oftast havi eg einar 80 næmingar hvønn dag, og her skulu tey kunnast í tí nýggjasta frá PET (Politiets Efterretnings­tjeneste, red.) og FE (Forsvarets Efterretnings­ tjeneste) um aktuellar atsóknir við evnafrøðiligum vápnum úti í verðini. Vit hyggja eisini at, hvørji vápn IS og Al-Qaida brúka júst nú, og sjálvsagt greiði eg frá, hví evnafrøði er eitt so umráðandi evni innan krígsførslu, greiðir Sigurd frá. Kjarnorka ella klorin? Tá tað kemur til kríggj og evna­frøði­ lig vápn, er søgan á tremur við syrgi­ ligum søgum, eitt nú nýtti Egypta­ land nervagass í 1960-árunum í Yemen, USA brúkti evnafrøðilig vápn undir navninum »Agent Orange« í Vietnam, Saddam Hussein í Irak og feskasta dømi er Assad í Sýria. Tí er um­ráðandi at halda eyga við, hvørji evna­frøðilig evni lond og yvirgangs­ bólkar hava atgongd til, og hvussu tey kunnu nýtast í samband við yvir­ gangs­atsóknir. Men Sigurd leggur dent á, at evnafrøðilig vápn ikki altíð nýtast at vera so avanseraði ella trupul at fáa fatur í. – Tað eru hópin av dømum um, at fólk eru komin illa fyri av óhepnum blandingum og vanlukkum. Tú hoyrir ikki um tær vaskikonurnar, sum verða funnar deyðar á vesum, tí tær av misgáum hava blandað vesi- reins saman við klorin. Tá tú blandar hesi bæði, fært tú klorgass – eitt gass, sum varð nógv nýtt undir Fyrra heimsbardaga. Andar tú tað inn í teg, druknar tú innanífrá, tí tað verður frammleitt saltsýra í lungunum og tú fært ’lungeødem’. –  Tílík dømi eru sjálvsagt hent at kenna fyri tey útsendu, og tað er í hesum sambandi, at undirvísingin í fyrstu­hjálp kemur væl við. Klorin og onnur lætt tilgongilig evni eitt nú týningar­evni (pesticider), eru allas­ taðni í heiminum og verða nýtt reglu­ liga til yvirgangsatsóknir í londum sum Irak, Afganistan, Sýria og Afrika. –  Tað er eftir umstøðunum effektivt og lætt at fáa fatur á. Mun­ andi lættari enn kjarnorkuvápn ella tilfar til vegsíðubumbur. Tað er so mín uppgáva at kunna um vandamiklar evnafrøðiligar samansetingarnar. Eg taki nakað, sum er ógviliga teoretiskt og torskilt, og geri tað lætt skilligt og hent í eini vandamiklari støðu, greiðir hann frá Dálking, trygd og leiðsla Sigurd er 27 ára gamal og ungur innan sítt fak. Hann hevur tó ikki tikið av­ gerð um, hvønn veg hann skal fara í fram­tíðini. Enn bíðar eitt spesiali í evna­frøði, sum hann væntandi skal skriva komandi ár, og hann kann ikki renna undan, at gransking inn­ an umhvørvis-evnafrøði og serliga dálking er lokkandi. Samstundis er núverandi lívsstílur og útlitini til eitt at halda fram sum tiltaksheryvirmaður fyri herin eisini lokkandi. Seinastu fýra árini hevur hann tí tikið yvirbygnaðin til fyrsta loytnant við síðuna av lesnaðinum í evnafrøði. Tað kvalifiserar hann til størri ábyrd og meir avbjóðandi upp­gávur. – Umframt at arbeiða við evna­ frøðiligum evnum innan eitt spenn­ andi og vandamikið øki, eru evni sum leiðsla og stýring essentiellir faktorar í mínum arbeiði, og júst leiðslu haldi eg vera spennandi sum fak. Eg helt meg ongantíð vera ein serliga góðan barrleiðara til dømis, men nú havi eg fingið útbúgving í at vera leiðari, og eg eri eisini so sera fegin um teir egin­ leikarnar, eg havi fingið við at vera leiðari fyri so nógv ymisk fólk. Hann dylir ikki fyri, at tað at leiða og stýra onkursvegna bara fellur honum væl. Onkursvegna var tað altíð hann, ið gjørdist liðskipari, tá hann sum yngri spældi fótbólt. Hann hevði ikki verið leingi í starvi sum barr­vørður, áðrenn hann gjørdist barr­leiðari. Hann heldur ikki, at hann søkir hesar avbjóðingarnar, men at ábyrgdin ofta bara fellir honum natúr­ligt. Men hvat so við dálkingini? Tað vil hann framvegis. Fyri Sigurd vildi tað allarbesta verið at sameint allar hesar lærugreinirnar, so hann kundi verðið útsendur fyri eitt FN at kanna dálking í økjum, sum eru trupul at koma framat. – Tak eitt dømi, har tað er brúk fyri hjálp í einum landi, har eingin torir inn. Lat okkum siga, at grundvatnið í Somalia er illa dálkað, og tað er brúk fyri okkara hjálp fyri at gera neyðugu royndirnar av vatninum. Men ongin torir avstað, tí eingin er at taka sær av trygdini. Tá er tað, at kunnleikin til bæði evnafrøði og hernaðarligar manna­gongdir koma væl við, sigur hann at enda. Myndir: privat ■ Útbúgvingin hjá Sigurdi: 2009 til 2011 tiltaksheryvirmaður í danska herinum, 2011-2014 BSc í kemi og 2014-16 MSc í kemi. ■ Danska verjan (Forsvaret) telur tríggjar ymiskar vápnagreinir: Herurin, sjóverjan og flogvápnið. ■ Nýggjastu tølini hjá donsku verjuni vísa, at 18.827 fólk starvast í danska herinum. Av hesum starvast 4.331 sum sivil. ■ Sum tiltaksheryvirmaður kanst tú verða knýtt/ur at einari av teimum trimum vápnagreinunum. Ein tiltakheryvirmaður arbeiðir eins og ein vanligur heryvirmaður, bara ikki dagliga. Tú passar títt sivila arbeiði, men setir umleið 2-4 vikur av til venjing og arbeiðið í donsku verjuni. ■ Fá meir at vita her: www.forsvaret.dk – Fyri meg er tað ein perfektur møguleiki at vita, at eg altíð havi ein fót innan fyri danska herin, sigur Sigurd Christiansen Veruleikin er, at tey fægstu hava lært at loysa konfliktir ...Tí er tað sum eitt sjokk fyri fleiri, tá tey koma í herin- Knappliga verður tað væntað nakað av teimum, og tey skulu taka ímóti kritikki« Visti tú? Serliga fátæk lond nýta kemisk vápn, tí tað er bíligt við stórari effekt