Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. APRÍL 2015 SOSIALURIN 46 11 F øroyar skulu aftur til hoyringar um barna­rætt­ indar­sáttmálan hjá ST í 2016. Tí er ein frágreiðing løgd fyri Løgtingið um barna­rætt­indar­ sátt­málan, sum Løgtingið skal við­ gera hósdagin. -Tað hevur alstóran týdning fyri Føroyar, at vit hava tikið undir við sáttmálanum og hann hevur gjørt, at vit hava fingið gjørt fleiri stór og týðandi átøk á barna­rætt­indar­ økinum, sigur Annika Olsen, lands­ stýris­kvinna. Sjálvt um nógv er gjørt, so eru fleiri mál eftir at loysa, stendur í frá­ greiðingini, sum er løgd fyri tingið. Børn við serligum tørvi og tey børn, sum vaksa upp í fátækradømi eru trupul­leikar, sum eftir eru at loysa. Hósdagin eru 25 ár síðani barna­ rættindarsáttmálin var undir­skriv­ aður og høvi er at hátíðarhalda dag­ in og við aðalorðaskiftinum ásann­ar tingið eisini, at børn hava demo­krat­ isk rættindi. -Tað er umráðandi, at Løgtingið og landsstýrið ikki bert lata tað til privatar felagsskapir at varpa ljós á barnarættindini, men at eisini polit­ iska skipanin gongur á odda, stendur í frágreiðingini. Framløga Landsstýriskvinnan Annika Olsen, Fólka­flokkurin legði frágreiðingina um barnarættindini fyri tingið. -Vit kunnu, sum samfelag, fegnast um, at vit seinastu árini hava rokkið fleiri málum á barnaøkinum. Før­oy­ ar vóru til fyrstu hoyringina í Barna­ rættindasáttmálanum í 2011. ST nevndin vísti tá á fleiri týðandi viður­ skifti, ið Føroyar áttu at betra. Talan var m.a. um viðurskifti í mun til: kynsliga misnýtslu av børnum, harðskap mótvegis børnum, fráboðanarskylduna hjá starvs­fólk­um, óheftan Barnaumboðsmann, sálarligu heilsuna hjá børnum vantandi hagtøl um barna­fátækra­ dømi, kynsliga misnýtslu og harð­ skap. Harumframt vísti ST nevndin á, at Føroyar ikki hava tikið undir við sjálv­bodna sáttmálaískoytinum um barnasølu, barnaskøkjulevnað og barnaprostitusjón segði Annika Olsen. Nógv er framt Landsstýriskvinnan vísti á, at nógv er framt, síðani Føroyar vóru til hoyringar hjá ST um barna­rætt­ indarsáttmálan í 2011. Serliga leggur hon dent á, at tá ið hon fekk málsøkið var bíðiurøðin hjá børn­um at koma til psykiatara long og listin taldi 164 børn. Síðani er ein psykiatri barnalækni sett­ur og í dag er bíðilistin burtur. Annika Olsen nevndi eisini, at Føroyar hava fingið ein barna­um­ boðsmann. Og hon segði: -Í skúlaskipanini verður nú av álvara sett inn við sernámsfrøðiligum átøk­um. Málið er, at allir næmingar, eisini tey við serligum tørvi, fáa góð­ ar umstøður at mennast, læra og trívast. Fleiri átøk eru framd til tess at røkka hesum máli, men arbeiðið at bøta um og menna sernámsfrøðiliga økið í fólkaskúlanum og á miðnámi heldur fram. Børnini í Føroyum Tað hevur nógvum førum verið s­oleiðis, at børn við serligum tørvi hava verið send av landinum, so tey kundu fáa rætta viðgerð – serliga í Dan­mark. Seinastu árini er vend komin í og nógv tilboð eru komin afturat í Før­ oyum. - Eg eri greið yvir, at mong børn hava so mikið samansettar trupul­ leikar, at vit ikki hava kunnað veitt nøktandi tilboð í Føroyum, men aðalmálið og stoltleikin hjá okkum sum tjóð má vera, at vit ikki flyta okkara børn av landinum, men at vit í Føroyum menna neyðugu før­ leikarnir at veita munagóða hjálp, segði Annika Olsen. Í tí heildarætlan, sum er gjørd um fólkaflhyting, verður víst á, at til­ boðini til familjur við børnuyjm, sum hava serligan tørv, ikki eru nóg nógv og nóg góð. Har verður eisini staðfest, at júst hetta er orsøkin til at fleiri familjur eru fluttar av landinum. Eini onnur viðurskifti, sum heldur ikki eru nøktandi, eru korini hjá støk­ um uppihaldarum. - Eitt avmarkað fíggjarligt rása­ rúm hjá barnafamiljum ávirkar per­són­ligu vælferðina, og avmarkar møgu­leik­arnar fyri einum virknum lívi. Eitt grundleggjandi endamál við okkara vælferðarsamfelagi er at sleppa undan fátækradømi, og tí­skil eru og verða átøk sett í verk til tess at bøta um viðurskiftini hjá hesum familjum, segði Annika Olsen, lands­ stýris­kvinna. NÓGV MANGLAR, MEN NÓGV MÁL ERU LOYST OG FRAMD Annika Olsen hevur lagt frágreiðing um barnarættindarsáttmálan fyri Løgtingið. Orðaskiftið verður hósdagin Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, hevur ikki eydnast at fáa skapt eina nýggja lóg um vinnuligan fiskiskap. Til tess er politiska ósemjan ov stór Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum ásannar, at tað neyvan fer at bera til at føra fipurkaðal í hvønn krók í Føroyum Fróðskaparsetrið er bæði styrkt og ment seinastu trý árini