Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. apríl 2015síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 24. apríl 2015 sosialurin 46 12 kjak klumman Nær eru vit fátøk? S einastu smáu tvær vikurnar hevur Miðla­húsið varpað ljós á børn, sum liva í fátæka­váða í Føroyum. Undir heitinum »Meðan vit bíða« hava Miðlahúsið og Í menniskjum góður tokki savnað pening inn til børn, sum liva í fátækraváða. Hetta er millum annað gjørt við at sjey kendir føroyingar nú hava fingið freist til 1. mai til at savna pening inn, júst sum teimum lystir. Átakið hevur spreitt ringar í sjónum, og kring um í sam­ felagi okkara hevur kjakið um fátækradømi tikið seg upp. Og sjálvsagt eru argumentini og sjónarmiðini ymisk og áhugaverd. Summi vísa á, at tær støku mammurnar, sum vit hava sæð í samband við hetta kjakið, bara burdu fingið sær eitt vaskiarbeiði við síðuna av fasta starvinum, og soleiðis fáa nóg mikið til dagin og vegin. Summi halda, at tað ikki er uppgávan hjá samfelagnum at geva hesum familjum stuðul, tí fyrst og fremst eiga familjurnar sjálvar ábyrgdina. Onnur halda, at tað í okkara samfelagi eigur at vera nóg mikið at arbeiða fulla tíð. Tá eiga og skulu endarnir røkka saman, og gera teir ikki tað, má landið traðka til. Tað, sum tó tykist vera harðliga tiltrongt í hesum kjaki er, at vit semjast um, hvat skal vera menniskja­rættur í Føroyum. Hvar gongur okkara mark fyri, hvussu fólk kunnu liva? Fyrsta fyritreytin fyri, at vit fáa eitt konstruktivt kjak um hetta eyma evnið er, at vit eru samd um hvørjum grundarlagi, vit kjakast út frá. Tað eru nógvir mátar at staðfesta eitt fátækamark. Eg fari tó at taka tveir framum aðrar – fullkomið fátækadømi og relativt fátækadømi. Tá vit tosa um fólk í fullkomnum fátækradømi, so er talan um fólk, sum mangla tað mest neyðuga, so sum mat, drekka, tak yvir høvdið, klæði og atgongd til heilsuverk. Men tá vit tosa um relativt fátækadømi, so er talan um eina subjektiva meting av lívsgóðskuni, har fólkini ikki vanta tað mest neyðuga. Hetta kann til dømis vera, at teimum vantar atgongd til upplýsing, flutningsmøguleikar, útbúgving, tryggleika, vón og líknandi. Í okkara parti av heiminum tosa vit sjáldan um absolut fátækadømi, tí tey eru óvanliga fá í Norður­londum, sum liva í absoluttum fátækadømi. Í okkara framkomna vælferðarsamfelagi er tí av alstórum týdningi, at vit eru samd um, hvat er ein menniskja­rættur í Føroyum, og hvat er ein luksusvøra, tí givið er, at eingin doyr í hungri her í Føroyum. Í sendingini «Við hjálp frá góðum fólki« sóu vit, at allar tær luttakandi kvinnurnar vístu á, at bústaðar­viðurskiftini eru tað, sum hava størstan týdning. Eyðsæð er, at tað er munandi meira kostnaðarmikið at búgva í Havn, enn tað er at búgva á bygd. Men er tað ein menniskjarættur í Føroyum, at búgva har man vil? Somuleiðis kunnu vit seta spurningin: Er tað ein menn­ iskja­rættur at hava internet? Og harvið teldu ella teldil? Tann mest viðurkenda og nýtta allýsingin av, hvat eitt relativt fátækradømi er, er tað, sum Peter Townsend, sosio­ logur festi á blað í 1979. »Einstaklingar, familjur og bólkar kunnu sigast at liva í fátækadømi, tá ið tey ikki hava ráð til tann mat, luttaka í teimum aktivitetum og hava tey livikor og hentleikar, sum er vanligt ella viðurkent í samfelagnum tey búgva í. Teirra ríkidømi er somikið langt undir tí, sum er vanligt fyri einstaklingar og familjur, at tey eru avskorin frá vanligum livihátti, vanum og virksemi.« So er spurningurin. Hvat er í Føroyum ein vanligur liviháttur, vani og virksemi? Tá vit eru samd um tann spurn­ ingin, so kunnu vit veruliga taka støðu til hvørji eru fátøk í Føroyum og ikki. Tað var júst við hesum fyri eyga, at samgongan setti ein bólk fyrr í valskeiðnum, sum hevði til uppgávu at seta eitt føroyskt fátækamark. Tíverri er so at siga einki broytt, síðani álitið varð skrivað. Vónandi kann átakið »Meðan vit bíða« vera við til, at vit, fólkið í Føroyum, fáa eina felags fatan av, nær fólk í Føroyum eru fátøk. Barbara Holm Føroyskir Læknar Uttanlands Seinastu tíðina hevur nógv kjak tikið seg upp í Føroyum, um hvussu føroyska heilsu­ verk­ið skal skipast. Sum partur av komandi ættarliði av føroyskum serlæknum vilja vit gera vart við okkara sjónarmið. Sjúklingurin er miðdepilin í einum heilsuverki, og tann grunnleggjandi funktiónin á einum sjúkrahúsi er at út­ greina og viðgera sjúk­lingar. Lækna­vísindin mennist og broytist allatíðina, og har­ við eru støðugt broyt­ingar í mannagongdum og funk­ tiónum í einum heilsuverki. Ótíðarhóskandi og ólogiskir karmar kunnu elva til vána­ ligar ar­beiðs­um­støður og vána­ligt útbýti av før­leik­um hjá starvs­fólkum í heilsu­verk­ inum. Sjúkrahús og heilsuverk skulu tí endurskoðast javnan, og ein langtíðarætlan má vera, fyri at sjúkrahúsverkið kann virka í tráð við menningina av læknavísindini. Sjúkrahúsverkið í Føroyum skal kunna bjóða trygga og fakliga nøktandi viðgerð til allar føroyingar. Vit halda, at vit kunnu fáa munandi betri útbýti av fakliga tilfeinginum í Føroyum. Hetta er tó treytað av politiskari raðfesting. Fyrst og fremst eftirlýsa vit eina langtíðarætlan fyri sjúkrahúsverkið. Eina heild­ ar­ætlan fyri hvørjar sjúklingar vit kunnu viðgera nøktandi í Føroyum, og hvørjar sjúklingar vit framvegis mugu at senda av landinum.
Harnæst eina bygn­ aðar­broyting sum miðsavnar allar tær størru sergreinarnar á Landssjúkrahúsinum, so­ leiðis at allur serkunnleiki og allar arbeiðsroyndir eru miðsavnaðar á einum stað. Tað skapar betri møguleika fyri tvørfakligum samstarvi. Sjúklingagongdin verður effektivari og betri. Sum í øðrum útjaðarum er stórur tørvur á læknum í Før­ oyum, serliga á serlæknum. Fyri at venda gongdini, er al­ neyðugt, at hesin trupulleiki verður tikin í størsta álvara. Fyri at fáa læknar at trívast og serliga at fáa serlæknar at koma til Føroya eftir lokna út­búgving krevjast betri ar­ beiðs­umstøður enn í dag. Serlæknaútbúgvingin er broytt seinastu árini. So hvørt sum gransking og vitan um sjúkur og viðgerðir vaksa í vavi, gerast sergreinarnar meira umfatandi og krøvini til serlæknarnar størri. Ein av trupulleikunum í Føroyum er, at serlæknar ikki fáa tíð og umstøður, til sína egnu ser­grein. Serlæknar vilja jú fram um alt gagnnýta sína ser­frøði og soleiðis veita nøktandi og nútímans viðgerð til sjúklingin.
Harafturat er tørvur á umstøðum fyri fram­ haldandi menning, frálæru og viðlíkahald av vitan, sum kemur sjúklinginum til góðar. Serliga vilja vit leggja dent á undirvísing sum partur av gerandisdegnum á einum sjúkrahúsi. Tað er eitt treytaleyst krav, fyri at vit framhaldandi kunnu hava yngri læknar í útbúgv­ ingar­størvum á LS. Um LS ikki verður góðkent sum út­ búgvingarstovnur fyri yngri læknar, koma munandi færri læknar, um nakar, til Føroyar eftir lokna útbúgving. Arbeiðið á sjúkrahúsinum verður skert og skeiklað, og virksemið vit kenna í dag, fellur niður á eitt støði vit, sum komandi serlæknar ikki kunnu góðtaka. Við røttu skipan og full­ ari gagnnýtslu av starvs­fólki og teirra førleika, er sjúk­ lingagrundarlag til at stovna enn fleiri útbúgvingarstørv, sokallað basis- og introstørv, og møguliga kunnu nakrir læknar taka stuttar partar av serlæknaútbúgvingini í Føroyum. Soleiðis kunnu vit um nøkur ár fáa væl fleiri ser­ læknar í fast starv í Før­oyum. Í verandi skipan hava vit 3 sjúkrahús, sum hvør í sín­ um lagi dúva uppá vikarar og konsulentar. Hetta er ein dýr og fyri sjúklingin ofta ikki nøktandi loysn við nógv­um leysum endum, sum kunnu vera torførir at savna hjá næsta lækna, sum hittir sjúk­ lingin. Hettar seinkar sjúk­ linga­gongdini og kann hava álvarsligar fylgjur. Í mun til út­búgving og rekruttering av yngri læknum, er hetta eisini ein minni góð loysn. Hóast vit í Føroyum altíð fara at hava tørv á konsulentum, er eyðsæð at besta og bíligasta loysn fyri all­ar partar, er at fáa fleiri ser­ læknar í fast starv. Sum við øllum øðrum hong­ur góðska saman við prísi. Vit fáa tað heilsuverk vit vilja gjalda fyri. Seinastu hag­tøl vísa, at Føroyar gjalda minst í prosent av BTÚ til heilsu­verkið samanborið við hini Norðurlondini. Flest munnu vera samd um at før­ oyska heilsuverkið er í svár­ ari kreppu. Kjakið kann ikki longur snúgva seg um LS,KS, SS, útjaðaran mótvegis mið­ staðarøkinum. Heldur mugu vit kjakast um, hvussu borg­ arin fær bestu viðgerð, og hvussu Sjúkrahúsverk Føroya kann blíva ein vælvirkandi saman­sjóðað eind. Kjakið um heilsuverkið endar ikki her. Nógv kundi verið lagt afturat.
Eitt væl­virk­ andi og nútímans heilsuverk krevur, at politikarar lurta eftir serfrøðini, taka ábyrgd og tora at fremja tær broytingar, sum eru neyðugar. Alt til frama fyri føroyska sjúklingin. Vegna ’Føroyskar Læknar Uttanlands’ Eivind Warberg, Sissal Clementsen, Herborg L. Johannesen, Hanus Debes Joensen, Diana Reynstind, Randi Maria Simonsen, Magda Lambaa Altinok, Heðin Jacobsen, Jógvan Øregaard, Sissal Sigmundsdóttir Djurhuus, Regin Lamhauge, Tordis Kristiansdóttir, Heidi Madsen, Súsanna Reinert-Petersen, Súsanna Petersen, Bjarni Wardum, Rúna Olsen, Johanna Petersen, Katrin Olsen og Marita av Steinum Læknaligt íkast til kjakið um heilsuverkið Ver við í kjakinum! Send teldupost til post@sosialurin.fo Meiningar og kjak Savnsmynd